Landnyrðingurin er ringur á Sandi, og í kvøld hevur verið nógvum vindur í bygdini.
Kortini hildu fólk, at kyndlagongan, sum gjørt var klárt til, kundi gangast, men her vísti tað seg, at lítið var at geva av, tí vindurin var so nógvur.
Tá kyndlagongan kom oman til økið vestanfyri ánna Niðri á Sandi, har klárt varð gjørt til bál, varð fest í.
Væl av fólki - bæði vaksnum og børnum - hevði gingið oman á økið, og tá eldur var í bálinum, var ikki kalt longur.
Vit tóku nakrar myndir, meðan bálið brendi. Tá fólk høvdu verið her niðri eina góða løtu, varð farið til gongu niðan aftur í bygdina.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##