Í summum oyggjum og bygdum verður nógv gjørt burtur úr veðrunum, sum gjarna verða flettir nakrar dagar, áðrenn fjøllini verða gingin. Har nógv er at fletta, verður gingið frá einari familju til aðra at fletta veðrar.
Hetta síggja vit eisini í Sandoynni, har familjur hjálpa hvørji aðrari, soleiðis at flettingin ikki kennist møtimikil, tó at veðrarnir kunnu vera fleiri í tali. In.fo var við mánakvøldið, tá 20 veturgamlir veðrar vórðu flettir á Sandi.
Í stóra bilhúsinum, har flettingin fór fram, vóru fýra flettingarborð og fleiri skjótir og raskir flettarar, sum vildu taka eitt ella fleiri tøk. Skjótt gekk, og eftir fáum tímum varð alt fingið frá hondini, og krovini komin í hjallin at hanga.
##med2##
Eitt slíkt kvøld verður nógv gjørt burtur úr heima hjá familjuni, har flett verður, og tá alt er flett, bjóðar húsmóðirin, sum hevur stákast allan dagin við mat, til stórt og vælbúgvið borð.
Tey, sum áttu hetta flettingarkvøld, høvdu sjálvi 12 veðrar, og síðan vóru átta aðrir veðrar komnir við monnum, sum eisini valdu at fletta sínar veðrar her. Alt vóru veturgamlir veðrar, harav av teir størstu vigaðu ávikavist 73 og 83 pund.
##med3##
Eitt slíkt veðrakvøld í Sandoynni er eitt hugnaligt og spennandi kvøld, sum nógv verður gjørt burtur úr, og soleiðis var eisini heima hjá hesi familjuni mánakvøldið, har lagið var gott á øllum, nú hesin parturin av skurðinum var komin til høldar.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##