Vit duga ikki at síggja, at tað skal vera eitt endamál í sjálvum sær, at foreldrini skulu betala meira, og at tað skal vera ein fyritreyt fyri, at bøta um viðurskiftini á dagstovnaøkinum at hækka foreldragjaldið [...] vera, at hon møtir mótstøðu í royndini at yvirstýra dagstovnunum í kommununi við at seta 5 ella 6 eindarleiðarar á Vaglinum. Hon sigur í tíðindasending í síðstu viku, at tað var ein dáragerð, at undanfarna [...] ongan finnast at fólkaskúlanum, at hann ikki er nóg góður, tí at foreldrini ikki rinda skúlagjald fyri síni børn. Sjálvandi ikki – tí at dagstovnaøkið og fólkaskúlaøkið eru fremstu kjarnuøkini at verja og røkja
barnafrádráttur fer at fella burtur aftur, svarar hon, at tað væntar hon ikki.' Eg síggi onga orsøk at fara at pilka við tað aftur. Hatta ger eisini so lítlan mun allíkavæl, at eg vænti, at hasar 200 kr. vera [...] sítt tørn, og um ikki tey eldru áttu at verði raðfest nakað høgri nú, svarar hon, at tað ikki er sum at siga tað. ? Barnaansingin er løgd út á kommunurnar, og tí er tað økið lætt at arbeiða við. Men eldaøkið [...] røktarheim, ið skal byggjast. Men sjálvandi fara vit at gera alt, vit kunna, sigur hon. Hon vísir á, at nýggja samgongan fer at seta eitt eldraráð at vegleiða og ráðgeva býrðánum á eldraøkinum. Hetta verður
øllum at døma er nógvur peningur at vinna at selja tað litaða og vælsmakkandi sukurvatnið, tí lýsingarnar eru nógvar bæði á skýggja og á blaðsíðunum. At føroysku bryggjarí ´ini harmast um, at tey kanska [...] bryggjarí. Henda spurningin áttu fólk kanska at verið tilvitandi um. Hóast tað er "in" at drekka sodavatn, er einki at ivast í, at vatn-automatirnar við køldum vatni eru eitt stórt framstig. Vætu skulu vit [...] Og tá okkurt sansar at, spyrja vit, hvat er endamálið við hesum ella hasum. Tá er niðurstøðan, at vit hava ongan politik um henda ella handa samfelagstáttin. Tí er tað at fegnast, at landsstýrismaðurin
og býr í Havn. - Eg flutti niður at búgva, tá eg fór at føra nótaskipið Strømegg, og árið eftir flutti familjan eisini. Í fyrstani segði kona mín, at hon vildi royna at búgva í Danmark í tvey ár, men tá [...] standi, men at tað vóru kvoturnar, sum skipið átti, ið høvdu stórt søluvirði. Vit kunnu tó leystliga rokna okkum til, at rættiliga nógvar miljónir lógu eftir, og at Mundi saman við hinum eigarunum at enda fekk [...] sum er ein stytting av navninum Sigmund. Hann veit at siga, at í Íslandi er ikki óvanligt, at menn verða róptir Mundi, men tað er so ikki haðani, at navnið stavar. Fór ungur til skips Sum 14 ára gamal
størri enn, at tey bara mangla eina song. Tey hava brúk fyri, at onkur sær tey. Tí skulu vit vera góð við tey – og taka um tey«. Eg havi hugsað nógv um hesa samrøðuna líka síðani. Bæði tí, at hon er hugvekjandi [...] lívsins skuggasíðu. Vit, politikarar, áttu at lært av tykkum - at tosa minni og handla meira! Eg haldi sjálvur, at tað er sera hóskandi, at eitt fagnaðartræ nú stendur uttan fyri dyrnar hjá tykkum her [...] orðini hjá Gandhi eru meira enn eina øld gomul, eru tey tíðarleys og meira viðkomandi enn nakrantíð. Tí - tá ið vit hyggja at samfelagnum, hava vit lyndi at máta eydnuna eftir búskaparligum vøkstri ella t
vandamiklar trappur, so áttu vit at tala at. Starvsfólk kunnu jú eisini detta, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Arbeiðseftirlitið skal ummæla øll byggimál, áðrenn tey verða tikin í nýtslu [...] Hetta merkir ikki, at eitt arbeiðspláss skal verða góðkent, áðrenn tað alment verður í nýtslu. - Vit skriva ummæli, og um nakað er at finnast at, skal arbeiðsplássið syrgja fyri, at hetta verður bøtt. [...] avtala um at starvsfólkini har skuldi fylgja við børnunum niðan í skúlan í Hoyvik varð brotin, og hetta fekk eitt foreldur at tala at. Fleiri av børnunum í skúlanum hava serligan tørv, og tey hava ikki
ta stóru sorg fyrst at missa Elsebeth 1.jóladag 1965, bara 6 ára gamla, og síðani Ejler í mars 1993, bara 27 ára gamlan. Hann hevði júst sett búgv, var giftur við Eyðbritt, og tey áttu tvær fittar smágentur [...] minnist frá barnaárum mínum, var, at eg slapp við babba, tá ið hann saman við øðrum monnum fór at halda møti, t. d. við “Sendiboðnum”, einum báti, teir høvdu tá til at sigla til aðrar bygdir við og boða [...] 1952. Tey vórðu gift í Fuglafirði, men settu búgv í Klaksvík beinanvegin í húsum á Selheyggi (tvíhúsum), sum hann hevði bygt saman við ungdómsvini sínum, Elieser Jóhannesen, vanliga nevndur Essa. Tey fingu
dómurin í fjør. Tú freistast at halda, at tað liggur eitt politiskt motiv aftanfyri. Tí summi okkara eru so bangin fyri tí danska. Óttin er mangan so stórur, at fólk halda, at um okkurt orð líkist donskum [...] máli. Ein minniluti í málráðnum heldur uppá, at vit eiga at varðveita forfjónaðu stavirnar í stavraðnum. Og tá tey siga »varðveita«, so er tað tí, at teir longu eru har sambært Føroysku orðabókini [...] enntá, at danska »å« og íslendska »Þ« kundu setast aftast eftir tørvi. Tað er óheppið at gera slíkt málkjak til løgtingslóg. Tí áttu Henrik Old og hinir anti-puristarnir í Løgtinginum at bloytt
lamelldekk, og tey eru ovurfegin um, hvussu nógv betur tey eru at koyra við, ongin larmur, ongin dálking og fult so trygg. ? Í sambandi við tíðina tá píkarnir vóru nógv frammi, er vert at nevna, at Sonne Smith [...] bilar við píkum, har tað stóð á, at teir ikki høvdu loyvi at koyra meira enn t.d. 80 km/t. Táverandi Vesturtýskland setti albann ímóti at koyra við píkum, og tað gjørdi at nú mátti eitt alternativ finnast [...] fekk teg at fara í hernað ímóti píkadekkunum? ? Alt byrjaði við at eg altíð hevði eitt gott bileyga, tað vil siga, at síggja um ein bilur var vakur, og hvussu hann kundi gerast vakrari, uttan at hann bleiv
skrædlið í 1992, eggjaðu vit okkara fólki at fara í útlondini at vinna til dagsins uppihald og gjørdu samstundis skipanir, sum gjørdu, at tað loysti seg hjá teimum at fara. Einsstaklingar og feløg løgdu seg [...] fingið sín part. Tað er beinleiðis fáfongd at spæla hazard við hesum inntøkum, fyri møguliga at fáa ein ikki eksisterandi løtuvinning. Tí hetta kemur at føra við sær, at nógvir av okkara landsmonnum og kvinnum [...] skandala, tí hetta kemur at hava júst tað øvugtu effektina av tí, sum Ruth og samgongan billa okkum inn, at hetta kemur at økja um arbeiðsútboðið í Føroyum. Tað kemur tvørturímóti at minka um arbeiðsútboðið