? Tað er ein púra samd samgonga, ið stendur aftanfyri hesa ætlanina. Hetta fer at gera ein stóran mun hjá barnafamiljum, sum hava tvey ella fleiri børn í ansing, og vit ætla at uppskotið skal koma í gildi skjótast gjørligt, greiðir Elin Lindenskov, býráðslimur frá.
6000 kr árliga
Hon sigur, at tá seinasta fíggjarætlan varð løgd, hevði andstøðan hetta sama uppskotið, men samgongan var ikki fyri tí tá.
? Tá fall uppskotið við teirri grundgeving, at tey heædur vildu hækka barnafrádráttin við 200 kr. árliga fyri barnið. Men 200 kr um árið ger jú ikki serliga stóran mun, hjá teimum allar flestu foreldrum, staðfestir Elin.
Við hesum avsláttrartilboðnum, kann tað koma at merkja heilar 500 kr um mánaðin ella 6000 kr árliga, alt eftir hvar børnini verða ansað.
Tá vit til seinastu fíggjarlógarviðger løgdu uppskotið fram, høvdu vit roknað okkum fram til, at hetta fór at kosta kommununi 1,8 milliónir um ári, og hetta fór at merkjast munandi betur á pengapunginum hjá foreldrunum, enn barnafrádrátturin, sigur Elin.
Hon sigur, at samgongan er samd um hetta uppskotið, og at tað kemur í gildi longu í komandi ári.
Avsláttrarskipanin kemur í gildi skjótast gjørligt. Tað verður nokk neyvan beinanvegin í januar, men í 2005 verður tað, tað er heilt sikkurt, staðfestir hon.
Spurd, um so verandi barnafrádráttur fer at fella burtur aftur, svarar hon, at tað væntar hon ikki.'
Eg síggi onga orsøk at fara at pilka við tað aftur. Hatta ger eisini so lítlan mun allíkavæl, at eg vænti, at hasar 200 kr. vera standandi, sigur Elin.
Eldraøkið
Greitt er, at nýggja samgongan hevur raðfest barnafamiljuna sera høgt.
? Barnafamiljan er heilt avgjørt eitt av okkara týdningarmestu málum. Øll skulu kunna trívast her, eisini tey smáu. Hølistrupulleikarnir eru loystir, men tað merkir ikki, at tað ikki eru aðrir trupulleikar, sum vit kunnu fara í holt við, sigur Elin. ? Tað verður eingin slingur í valsinum á hesum økinum, slær hon fast.
Spurd, um ikki børnini hava havt sítt tørn, og um ikki tey eldru áttu at verði raðfest nakað høgri nú, svarar hon, at tað ikki er sum at siga tað.
? Barnaansingin er løgd út á kommunurnar, og tí er tað økið lætt at arbeiða við. Men eldaøkið liggur framvegis hjá landinum, og tí skulu teir geva játtan til hvørt røktarheim, ið skal byggjast. Men sjálvandi fara vit at gera alt, vit kunna, sigur hon.
Hon vísir á, at nýggja samgongan fer at seta eitt eldraráð at vegleiða og ráðgeva býrðánum á eldraøkinum. Hetta verður eftir ynski og áheitan frá eldru borgarunum í Havnini.
? Vit eru rættiliga avmarkað, tá tað kemur til eldaøkið. Tað, vit fáa gjørt nakað við eru børnini og barnafailjurnar, og har er eisini nógv, ið treingist til at gerast. Vit hava ímillum tey dýrastu ansingarplássini í landinum, og tað er uppá sítt pláss, at foreldrini verða stuðlað har tað veruliga munar, sigur Elin at enda.










