Er hatta Framsókn?

Eyðun á Lakjuni
-----

Sat og lurtaði eftir útvarpinum leygarkvøldið um nátturaleitið og hoyrdi Poul Michelsen - júst afturkomnan av fyrsta landsfundi hjá Framsókn - trína inn í lurtitólið heima í køkinum. Tað var mikið hugnaligt, men so kvakk eg við og hugsaði við mær sjálvum, um eg mundi hoyra rætt, um hann virkuliga segði hatta. Tað, eg helt meg hoyra hann siga, var, at hann valdi at betrakta fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging fyri ongantíð at hava verið, tí at hon ikki er til gagns fyri ta tilgongd, vit eru í! Eg hugsaði við mær sjálvum, at hatta kann ikki vera rætt. So lítla virðing kann ein valdur føroyskur løgtingsmaður ikki hava fyri fólksins vilja.

So eg mátti út á netið at leita mær tíðindasendingina fram aftur. – Jú, rætt var!

Útvarpsmaðurin spyr: "Men vit høvdu jú eina fólkaatkvøðu um kommunubygnaðin, eigur mann ikki at halda seg til tað?"

Og Poul Michelsen svarar eitt sindur flennandi: "Ja, hvat segði hon, hvat segði tann fólkaatkvøðan? Eg havi spurt nógv fólk, og eingin veit egentliga, hvat fyrigekk."

Og síðani segði hann eitt sindur um vánaligu valluttøkuna og konkluderar, at so má okkurt vera galið við tí, ið spurt verður um. Og so sigur hann víðari: "So eg velji at betrakta hasa har fólkaatkvøðuna ongantíð at hava verið, tí at hon kann ongantíð gera gagn í tí tilgongd, sum vit eru í. Tí tey fólkini, sum hava svarað nei, tey vistu vit áðrenn, at tey vildu svara nei. So tað behøvdust vit ikki at gera nakra fólkaatkvøðu fyri." Og so hugleiðir hann eitt sindur um, at fólkini, ið vilja nýskipan ikki eru spurd um hetta, og at vit heldur áttu at havt eina fólkaatkvøðu um, vit vilja nýskipan ella ikki. Og so sigur hann eisini, at tað eru aftur¬halds¬kreftirnar, sum hava vunnið!

Sig mær, eiga vit ikki at hava val, bara tí vit halda, vit vita, hvat fólkið fer at velja? Hvat er hetta fyri nakað?

Eg haldi, at eg veit, hvat ið fyrigekk. Vit í Eysturoynni vórðu spurd ein sera einfaldan spurning, um vit vildu, at Eysturoyggin - burtursæð frá Eiði og bygdunum eysturoyarmegin í Sunda kommunu - vildu vera ein kommuna. Ja ella nei. Torførari var tann spurningurin ikki. Síðani hevur fólkið valt eftir síni bestu sannføring. At tey, ið hava verið ímóti hesi ætlanini nú vera kallað afturhaldskreftirnar í Føroyum av Framsókn, tað mugu tey so bara liva við.

So kundi eg kanska hóskandi spurt, um allir teir mongu leirvíkingarnir, sum atkvøddu nei, eru afturhaldskreftirnar í Føroyum, ella um øll í Gøtunum, sum atkvøddu ímóti, eru aftur¬halds¬kreftirnar í Føroyum. Ella eru tey væl meira enn 50% av øllum fuglfirðingum, sum hava valrætt yvirhøvur, og sum atkvøddu ímóti - eru tey afturhaldskreftirnar í Føroyum? Jú, kanska sambært formanninum í Framsókn. Men tað var nú ikki vanligt ímillum tey liberalu at kalla fólkið, har tað kanska er eina mest vinnuligur framburður í einum landi, fyri afturhaldskreftir.

Og so eitt lítið vet aftur til hatta við virðingini fyri tí, ið fólkið hevur sagt. At hoyra ein føroyskan politikara, sum er formaður í einum flokki, ið rópar seg bæði liberalan og frísinnaðan, siga, at ein fólkaatkvøða, sum okkara demokratiskt valdu myndugleikar lógliga hava sett í verk, fyri honum er at betrakta sum, at hon ikki hevur verið, tí at hon ikki hóskar inn í ta tilgongd, ið mann nú einaferð sjálvur gongur runt og heldur er tann rætta - ja, tað haldi eg er bara so ófatiliga langt við síðuna av.