Ferð eftir ferð verður sagt, at vit hava ongan politikk á hesum ella hasum økinum. Sjálvandi hava vit ein politikk, og ein játtan verður latin á fíggjarlógini til hetta ella hitt endamálið. Men tað, okkum ofta vantar, er ein heildarpolitikkur fyri ymisk málsøki. Og tá okkurt sansar at, spyrja vit, hvat er endamálið við hesum ella hasum. Tá er niðurstøðan, at vit hava ongan politik um henda ella handa samfelagstáttin.
Tí er tað at fegnast, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum í fleiri førum hevur sett sær fyri at orða ein heildarpolitikk. Longu tíðliga í ár boðaði Hans Pauli Strøm frá, at ætlanin er at orða ein heilsupolitikk, ein fólkaheilsupolitikk. Endaligi politikkurin er ikki orðaður, men fyri at staðfesta ætlanina var ein heilsurenning fyrr í heyst.
Harafturat eru fleiri ítøkilig ting sett í verk. T.d. er skotið upp at hækka avgjaldið á sodavatni, so tað verður dýrari. Tað er ein sannroynd, at børn og ung drekka alt ov nógv av hesum sukurvatninum, sum ikki er stimbrandi fyri heilsuna, um vit samanbera við mjólk. Men eftir øllum at døma er nógvur peningur at vinna at selja tað litaða og vælsmakkandi sukurvatnið, tí lýsingarnar eru nógvar bæði á skýggja og á blaðsíðunum.
At føroysku bryggjarí ´ini harmast um, at tey kanska fara at selja minni, er ein sjálvfylgja, men tey eiga eisini at vera tilvitandi um fólkaheilsuna. Bara spell, at so nógv verður innflutt av sodavatni. Hesin peningurin fer av landinum - til donsk bryggjarí. Henda spurningin áttu fólk kanska at verið tilvitandi um. Hóast tað er "in" at drekka sodavatn, er einki at ivast í, at vatn-automatirnar við køldum vatni eru eitt stórt framstig. Vætu skulu vit jú hava.
Umframt sodavatn er kosturin hjá nógvum børnum og ungum í dag kips og søtmeti. Spurningurin er, um sjokolátavørur ikki eru í so bíligar, um vit samanbera við heilsugóðu fruktina. Í kjalarvørrinum frá ósunna leskimatinum, og tí ósunna liviháttinum hjá mongum, fáa vit fyrst nøkur ov feit børn og ung og seinri koma so allar vælferðarsjúkurnar, sum kosta tí einstaka og samfelagnum dýrt. Tí er ætlanin við einum fruktátaki eit stórt stig rætta vegin.
Men hugsjónin hjá landsstýrismanninum røkkur viðari og í síðstu viku varð boðað frá einum heildarpolitikki um viðurskifti hjá teimum brekaðu. Serliga vit atliti til, hvussu tey kunnu røra og flyta seg í førosyka samfelagnum.
Hóast tað er ein fjórðingsøld síðani vit høvdu "ár teirra brekaðu" er enn langt á mál. Bara tað, at vit enn ikki hava fingið í almennu byggisamtyktina, at øll - likamikið førleika - skulu hava atgongd til almennar bygningar og almenn verkløg, vísir eina skammiliga, samfelagsliga líkasælu. Ikki tí, málið er ofta umrøtt, og tað er meira enn 20 ár síðani, at Javnaðarflokkurin samtykti á landsfundi, at slíkar ásetingar skuldu koma í almennu byggisamtyktina. Men nú ætlar landsstýrismaðurin og umsiting hansara at fremja orðini í verki, og tað skulu tey fáa eitt herðaklapp fyri. Gott, at onkur enn hevur hugsjónir í hesi hugsjónarleysu tíð!
Sosialurin