ið heldur mælir myndugleikunum til at taka støðu til í framtíðini. Mett verður í hvussu er ikki, at tað er rætt at taka eitt alment oljufelag við í hesa fyrstu útbjóðingina. Eyðun Elttør útilokar ikki [...] at taka eitt alment føroyskt oljufelag við í eina komandi útbjóðing. Landsstýrismaðurin upplýsti eisini, at í treytunum er vanligur partafelagsskattur, sum í dag er uppá 27%. Landsstýrið ætlar sær so at [...] er nakað, sum verður beinleiðis umrøtt í eini útbjóðing, so er hetta ein spurningur, sum hevur verið rættiliga nógv frammi í almenna orðaskiftinum. Fleiri pláss í Føroyum bjóða seg fram til at hýsa eini
Tann eini í svørtum frakka. Hóast hesa ófrættakendu byrjan, so er talan um gleðilig tíðindi innan føroyskt mentanarlív. Eitt nýtt føroyskt verk sær dagsins ljós. Eitt verk, ið setur ljósið í hásæti.Maðurin [...] Maðurin í svarta frakkanum er Sunleif Rasmussen Umframt blaðmann og myndamann, er eisini ein kvinna í svørtum frakka, Urd Johannesen. Hon er tann, ið hevur fingið alt á glið, og Urd og Sunleif hava júst [...] november ár 2000, setti hugsanir í gongd, og Urd fekk stórfingin og ørandi hugskot. Hon settist at gera verkætlan um eitt tónleikaverk til tekstin hjá Jørgen-Frantz. Í umsókn orðar Urd upprunan til ætlanina
nøkur tøl og tíðindi, sum í hvussu so er ongin tingmaður hevur hoyrt nakað um. Og sama verður skilið í morgin. Tá fer hon óivað bæði í Fimmaranum í útvarpinum og í Krosskasti í sjónvarpinum, at tosa vítt [...] válað í villareiði gjøgum orðaskiftini og tosað í allar ættir, tjóðveldismenn í eystur, fólkafloksmenn í vestur og sjálvstýrismenn upp í loft. Tað hevur verið fastur kostur undir orðaskiftunum í løgtinginum [...] innihaldinum í ætlanum. Tó so, hon sleppur einum snippi nú og øðrum tá, men ætlanina í síni heild og í øllum staklutum vil hon ikki út við. Heldur ikki í kvøld, nú hon aftur hevur verið í miðdeplinum í útvar
nýggju læknamiðstøðina, ið ætlanir leingi hava verið um at gera í Klaksvík. ? Hesum tíðindum er einki hald í. Læknamiðstøðin hevur eina játtan í fíggjarlógaruppskotinum á eina hálva millión. Restin av teimum [...] grunnum ella rætt og slætt koma við eykajáttan. Serførðingar í yvirtrekki ? Samgongulimirnir í Klaksvíkar Býráð eru veruligir serfrøðingar í yvirtrekki. Fyri at fáa fíggjarlógirnar at síggja snøggar út [...] Torleif Sigurðsson er ikki samdur í tíðindunum, hann hoyrdi í útvarpinum á middegi fyrradagin um, at Klaksvíkar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri ár 2000. ? Er fíggjarlógin samtykt, so hevur bý
fór upp í bretska herin. Gjördi tá millum annað hertænastu í Týskalandi. Men ov langt verður at greiða ævisögu hansara út í æsir, tí hann fór víða og upplivdi meira enn flest onnur. Hann tók prógv í búskapafröði [...] var borin í heim tann 25. September 1922 suðuri í Vági, og her vaks hann eisini upp. Sum so mong onnur tá, fór eisini hann til Danmarkar at taka students-prógv. Gekk á Rungsted. Hetta var í 39, og var [...] mangt, sum vit, ið yngri eru valla kunnu skilja í dag. Longu meðan hann var á Rungsted kom hann í samband mótstöðurörslina, og seinni kom hann sær upp í sjálvt mótsöðuarbeiðið? serliga innan ta illegalu
okkum inni í hvør sínum kassa. Vit noyðast at samstarva fyri at koma víðari á leiðini, sigur Macoun. Í dag eru tíggju United World College í heiminum. Tríggir skúlar eru í Europa; ein í Wales, ein í Italia [...] fingið hendan møguleikan, og at eg fór avstað. Birita gekk í fyrsta flokki á studentaskúlanum í Hoydølum, tá hon frætti um altjóða studentaskúlan í Fjaler. Nicolina gekk á Kambsdali, og helt, at hetta var [...] Birita vóru í iva um, hvussu mundi fara at gangast at tosa enskt, tí hvørgin teirra hava lært meir enn tað øll gera sum eru komin inn á studenaskúla í Føroyum. ? Tað var bara at kasta seg út í tað, sigur
JPS verður stjóri í nýggju útvarpsstøðini, sum fer at halda til við Hoyvíksvegin í Havn. Rás 2 hevur útvegað sær sendara uttan fyri Føroyar. Tekniska útgerðin verður leigað frá ADS-Sound í Runavík. Kappingin [...] kappingarneyta í hesi vikuni. Eitt felag, sum rópar seg Rás 2, hevur fingið játtað sendiloyvi og ætlar at byrja at senda ein av komandi døgunum. Tónleikaútvarp Nýggja útvarpsstøðin fer at hoyrast í Havn og á [...] áðrenn langt um líður, verður hon eisini at hoyra í Klaksvík. Sent verður alt samdøgrið eftir eini fyribilsskrá. Tað verður nógvur tónleikur at hoyra, men tíðindi verða eisini á skránni. Fyrireikararnir leggja
vita um talv í Føroyum, og um hvussu tað gongst føroyskum telvarum uttanlands. Tú fært eisini atgongd til aðrar talvheimasíður í heiminum. Heimasíðan hevur stóran týdning fyri telvingina í Føroyum, og tað [...] talvfelagnum í Keypmannahavn við at fara inn á skakklubber. Inni á links finnir tú eina rúgvu av øðrum heimasí_um, eitt nú ta kendu og góðu heimasíðuna The Week In Chess, sum hevur fesk tíðindi hvønn dag [...] nú viðger Kasparov eitt talv hvørja viku. Tann 21. juni í ár hendi nakað kollveltandi innan talv. Kasparov leikti sín fyrsta leik ímóti heiminum. Í samstarvi við Bill Gates fór Kasparov undir hetta tiltak
sum fara fram í býnum, umframt at tað so langt í frá eru allar hendingar av slíkum slag, sum verða fráboðaðar løgregluni. Nú er so nakað broytt á hesum øki, við tað at Anna Sólvá Olsen, sum í nøkur ár hevur [...] hjá lesaranum. Annað í blaðnum hesu ferðina er umrøða av nýggjari internet-café, sum júst er latin upp inni í Runavíkini. Fyri stuttum skrivaðu vit um Orbit, sum nú hevur verið her í høvuðsstaðnum tað mesta [...] Hetta er eitt evni, sum ofta verður tikið fram í føroysku fjølmiðlunum, men aloftast eru hesi tíðindi grundað á einstakar hendingar, ella á metingar, sum eru gjørdar av fólki við serkunnleika til málið
kakaið fer í rangastrúpan, hitt í mítt reyða skegg, og eg flýggi inn á Konditaríið. Har er so vælsignað at seta seg við einum kaffimunni, festa sær í og flekja seg niður yvir eitt blað at lesa tíðindi. Einki [...] havi bara so ilt í reyvini,« leggi eg afturat og vil hava hana at taka synd í mær. »Eg veit, góði,« sigur hon. »Mann skuldi tikið kodimagnyl fyri reyvarstingir. So skuldi tú fingið nakrar í jólagávu!« [...] tað gott. Jesuspápi hevur koyrt meira á ísmaskinuna, og inni í sølubúðini spæla tey søtan jólatónleik. So deiliga hugnaligt, haldi eg, til tey í búðini troyttast av sanginum og leggja okkurt annað á. Eitt