Harðskapur

Um innihaldið í Yngd hesu ferð

Hetta er eitt evni, sum ofta verður tikið fram í føroysku fjølmiðlunum, men aloftast eru hesi tíðindi grundað á einstakar hendingar, ella á metingar, sum eru gjørdar av fólki við serkunnleika til málið.

Eitt nú hevur ofta verið vanligt at politiovastin í Føroyum ella onkur í líknandi embæti hevur úttalað seg um evnið.

Trupulleikin hevur ivaleyst verið tann, at tað ongantíð hevur verið ført eitt samlað yvirlit yvir tær hendingar, sum fara fram í býnum, umframt at tað so langt í frá eru allar hendingar av slíkum slag, sum verða fráboðaðar løgregluni.

Nú er so nakað broytt á hesum øki, við tað at Anna Sólvá Olsen, sum í nøkur ár hevur búð niðri í Danmark, har hon hevur lisið innan jura og kriminologi, hevur gjørt eina ritgerð, sum snýr seg um júst hetta evnið.

Ritgerð hennara varð liðug á várið í ár, og tá hevði hon sjálvsagt nýtt eina øgilga tíð til alt hetta arbeiði. Tað er tó ikki hissini verk, hon hevur latið úr hondum, nú hon at enda er liðugt við ritgerðina. 70 tættskrivaðar A-4 síður, har evnið, harðskapur, verður lýst út í æsir, og sjálvandi er eingin møguleiki hjá okkum her í Yngd at viðgera alla ritgerðina, men við tað at ein partur av øllum hesum snýr seg um harðskap millum ung, hava vit valt at taka hendan partin fram.

Talan verður tó ikki um so greiðar niðurstøður, men hinvegin havi eg roynt at gjørt tilfarið á tann hátt, at tað er so lætt atkomuligt sum gjørligt hjá lesaranum.


Annað í blaðnum hesu ferðina er umrøða av nýggjari internet-café, sum júst er latin upp inni í Runavíkini. Fyri stuttum skrivaðu vit um Orbit, sum nú hevur verið her í høvuðsstaðnum tað mesta av einum ári, og nú hava somu menn tikið eitt stig víðari á leiðini.

Fyri Eysturoyingar man tað í hvussu er kennast væl, at teir nú hava ikki færri enn 2 slíkar caféir, og gongur hetta við somu ferð, sum tað hevur gjørt seinasta árið, er lítið at ivast í, at hetta ikki er tann seinasta caféin, sum letur upp har á leiðini.


At enda skulu vit sjálvandi nevna, at vit sum vant hava fløguummæli og tónleikatindar við í blaðnum, umframt at onkur lesari eisini hevur sent okkum okkurt innlegg, og fær ein av teimum eitt gávukort frá 3-aranum við postinum fyrsta dagin.