Rætt hevði heimsmeistarin í talvi, Garry Kasparov, tá hann einaferð segði, at talv hoyrir heima á netinum.
Heilt nógvar talvheimasíður eru at finna á internetinum, og eisini er møguligt at telva á ymsum heimasíðum. Ein kann telva og kjatta við viðkomandi í senn.
Tann best umtókta heimasíðan, sum telvast kann á, er chessclub.com
Fyri einum ári síðani fekk Talvsamband Føroya egna heimasíðu, addressan er www.sam-teld.fo/talv. Tað er Sámal Christiansen, ið stendur fyri henni. Á hesari heimasíðu fært tú alt at vita um talv í Føroyum, og um hvussu tað gongst føroyskum telvarum uttanlands. Tú fært eisini atgongd til aðrar talvheimasíður í heiminum. Heimasíðan hevur stóran týdning fyri telvingina í Føroyum, og tað kunnu vit takka Sámali fyri.
Ein onnur kend talvheimasíða, sum føroyingar nýta nógv, er tann hjá Dansk Skak Union, www.dsu.dk.
Her fært tú alksyns tíðindir úr Danmark og útlandinum, innbjóðingar til kappingar og so framvegis. Á hesari heimasíðu kanst tú finna heimasíðuna hjá føroyska talvfelagnum í Keypmannahavn við at fara inn á skakklubber. Inni á links finnir tú eina rúgvu av øðrum heimasí_um, eitt nú ta kendu og góðu heimasíðuna The Week In Chess, sum hevur fesk tíðindi hvønn dag.
Heimsmeistarin Garry Kasparov hevur sjálvsagt sína egnu heimasíðu, www. clubkasparov.ru. Hendan síðan hevur alt, sum ein góð talvheimasíða skal hava. Eitt nú viðger Kasparov eitt talv hvørja viku.
Tann 21. juni í ár hendi nakað kollveltandi innan talv. Kasparov leikti sín fyrsta leik ímóti heiminum. Í samstarvi við Bill Gates fór Kasparov undir hetta tiltak á internetinum. Yvir 3 milliónir fólk kring knøttin telvaðu ímóti heimsmeistaranum. Øll, sum høvdu hug at telva móti Kasparov, kundu fara inn á Gaming Zone á Microsoft heimasíðuni og velja ein leik. Mannagongdin var, at mest valdi leikurin bleiv fluttur. Telvdur varð ein leikur um dagin.
Tiltakið eydnaðist heilt væl, og ikki fyrr enn 22. oktober legði heimurin kongin. Talvið varð ógvuliga javnt og spennandi, og leingi var stór óvissa um, hvør fór at vinna. 10. leikurin hjá heiminum, Fe6, var ein teoretisk nýggjheit!










