Tíðin flýgur avstað

Hesi bæði árini í Noregi koma at hava týdning fyri restina av okkara lívi, siga tær báðar føroysku genturnar, sum ganga á altjóða studentaskúlanum í Fjaler í Vestur-Noregi. Vit hitta fólk úr øllum heiminum og læra nógv um, hvussu onnur hava tað, frá ungdómi á okkara egna aldri, siga Birita ólavsdóttir Winther og Nicolina Lamhauge

Í Fjaler í Noregi

Jógvan Hugo Gardar


Aftan fyri tað heldur langa navnið, Red Cross Nordic United World College, liggur ein óvanligur studentaskúli. Her hittast ungdómur úr meir enn 80 tjóðum. Á hvørjum ári sleppur ein føroyskur studentaskúlanæmingur at byrja her.

Í heyst byrjaði Nicolina Lamhauge úr Lamba. Tá hevði Vestmannagentan Birita Ólavsdóttir Winther longu verið eitt ár á skúlanum.

Teimum dámar væl, og trivnaðurin er góður. Sosialurin hittir tær á kamarinum hjá Nicolinu. Hon hevur felagskamar saman við gentum úr Svøríki, Albania, Kina og Etiopia. Her á skúlanum búgva fimm og fimm næmingar á sama kamari. Birita býr í ár saman við gentum úr Tibet, Noregi, Kolumbia og Litavia.

? Hetta er eitt upplivilsi fyri lívið, sigur Birita. Henni dámar lítið at hugsa um, at tað bert er eitt hálvt ár eftir til hon verður liðug.

? Eg eri ótrúliga glað fyri at hava fingið hendan møguleikan, og at eg fór avstað.

Birita gekk í fyrsta flokki á studentaskúlanum í Hoydølum, tá hon frætti um altjóða studentaskúlan í Fjaler. Nicolina gekk á Kambsdali, og helt, at hetta var nakað hon gjarna vildi royna. Tær ynsktu báðar at royna okkurt nýtt, og her var United World College ein kærkomin møguleiki.


Tosa enskt allan dagin

Bæði Nicolina og Birita vóru í iva um, hvussu mundi fara at gangast at tosa enskt, tí hvørgin teirra hava lært meir enn tað øll gera sum eru komin inn á studenaskúla í Føroyum.

? Tað var bara at kasta seg út í tað, sigur Nicolina. Um ein er eitt sindur ótrygg til at byrja við, so gongur tað skjótt yvir, sigur hon.

? Vit eru meir enn 80 tjóðir samlaðar innast í einar lítlari vík, og tey fægstu av okkum hava enskt sum móðurmál. Vit eru javngomul, og vit vilja læra, sigur Birita.

Á skúlanum tosa tey enskt meginpartin av tíðini. Enskt er tað málið, sum verður brúkt til at undirvísa á í teimum flestu lærugreinunum. Birita valdi sær spanskt, í staðin fyri enskt.

? Vit tosa nógv enskt, so eg hugsaði at eg væl kundi hugsað mær at lært spanskt afturat. So tað havi eg sum fak, meðan eg læri enskt í frítíðini.


Nógv at gera

Hóast eingir handlar, diskotek ella nakað annað er, sum kann lokka tey í Fjaler, so er ikki nógv tíð at keða seg í.

? Eg havi fulla skrá hvønn einasta dag. Vit hava skúlagongd, og so hava vit sokallað »challenges«, ið er tvær ferðir um vikuna og sum øll skulu hava minst tvær ferðir um vikuna. Síðani hava vit nógv skúlating og vit skipa fyri nógvum tiltøkum á skúlanum. Nei, eg havi ikki stórar møguleikar at keða meg. Tíðin flýgur avstað, sigur Birita.

Nicolina sigur seg samda. Hon skilur ikki heilt, at hon longu skal heim í jólafrítíð, men so hava tey eisini frí frá 4. desember til fyrst í januar. Orsøkin til longu jólaferiuna, er at skúlaskráin annars er so tøtt, at tey kunnu hava longri tíð heima.

Men hvør er so munurin á United World College og teimum føroysku studentaskúlunum.

? Størsti munurin er, at tað hendir meir á United World College. Vit eru saman bæði nátt og dag, og harafturat læra vit at arbeiða skjótari, heldur Nicolina. Hon heldur, at nógv tíð fer til spillist heima um morgnarnar.

? Eg veit ikki, hvat eg gjørdi meðan eg búði heima, men nú fái eg nógv meir frá hondini. Vit fara tíðliga av songini, og eru beinanvegin ígongd við okkurt. Vit liva eisini so tætt saman, at vit alla tíðina hava onkran at tosa við, ella onkran, sum vit skulu gera okkurt saman við.


Nýtt sjónarhorn

Birita heldur, at tíðin í Fjaler hevur fingið hana til at víðka havsbrúnna.

? Meðan eg búði heima var tað sjáldan, at eg lurtaði eftir tíðindunum. Serliga tíðindi uttaneftir høvdu lítlan áhuga. Nú lurti og hyggi eg eftir tíðindum úr øllum heiminum. Tað er blivið meir áhugavert at fylgja við, og so er tað eisini lættari hjá mær at seta meg eitt sindur inn í tað sum hendir. Í teimum flestu førunum kann eg nú siga, at tann og tann kemur úr hasum landinum, og so havi eg ein vin ella ein, eg veit hvør er, sum kemur úr einum landi ið kann vera rakt av kríggi, vanlukku ella onkrum meir hugaligum.

Fyri Nicolinu hevur vinarbandið við eina gentu úr Zimbabwe verið ein vekjari.


? Trupulleikarnir heima gerast smáir, tá ein hoyrir um til dømis AIDS-trupulleikarnar í Zimbabwe. Heimurin gerst minni, og fremmand fólkasløg og mentanir gerast ikki so ræðandi.

Tær báðar føroysku genturnar tosa saman javnan, men meginparturin av tíðini fer til at lesa og at vera saman við teimum, sum tær búgva saman við ella ganga í klassa saman við.


Løgið at koma heim

Birita og Nicolina eru nú á veg heim at halda jól og nýggjár. Tær gleða seg til at koma heim, samstundis sum tað er eitt sindur løgið at koma heimaftur. Hvørgum longist heimaftur nú, men Birita longdist illa tað fyrsta árið hon var heryviri. Men tað gekk skjótt yvir, og nú veit hon ikki heilt um henni dámar tankan, at seint komandi vár so skal hon siga farvæl til allar vinirnar. Hon ætlar sær tó at hava samband við so nógvar sum møguligt, og heima í Føroyum man tað vera sum tað hevur verið.

? Tað er eitt sindur løgið at koma heim til Føroyar. Tað er sum um einki er broytt. Tíðin stendur líkasum í stað. Fólk tosa um tað sama sum tá eg fór, sigur Birita. Nicolina veit ikki heilt, hvat hon roknar við. Hetta er fyrstu ferð hon kemur heim aftaná at hon flutti til Noregs at lesa. Men hon heldur tað vera eitt sindur løgið, at tá hon tosar heim, so er tað ongantíð nakar sum hevur nøkur tíðindir.

? Svarið eg fái er sum oftast, at tað er ikki hent nakað serligt. Vit fáa at síggja, eg rokni við at okkurt man vera hent álíkavæl, sigur Nicolina.

Tær halda, at fleiri føroyskir studentaskúlanæmingar áttu at roynt at komið inn á United World College. Higartil hava bert føroyskar gentur verið á skúlanum í Fjaler.

? Nú er uppá tíðina, at føroyskir drongir gera meir um seg og royna at koma á United World College, heldur Nicolina.




Vinir fyri lívið


Red Cross Nordic United World College liggur innast í eini vík ? húsini eru neyvan bygd á størri øki enn tað Tjørnuvík er. Álíkavæl so búgva umboð fyri fleiri enn 80 tjóðir á hesum økinum, og tey eru alt í alt 200 næmingar. Skúlin liggur sera náttúruvakurt í Fjaler kommunu í Sogn og Fjordane í Vestur-Noregi.

Hetta er ein norðurlendskur skúli sum Norðurlandaráðið, Norrøna Felagið og Reyði Krossur standa sum høvuðsstuðlar aftanfyri.

Øll, sum hava gingið fyrsta árið á studentaskúla, kunnu søkja, og tað er ein nevnd í hvørjum einstøkum landi, sum velur út næmingarnar ið skulu sleppa at umboða heimlandið. Sera ymiskt er, hvussu londini velja út sínar næmingar. Í Føroyum skulu tey sum søkja, inn til eina samrøðu ? sum fyrigongur á enskum ? har tey skulu greiða frá, hví tey ynskja at sleppa á United World College. Onnur lond hava kappingar har. Tann sum vinnir eina endaliga landsumfatandi finalu sleppur avstað.

Næmingarnir fáa eina International Baccalaureate-próvtøku (IB). Hetta IB-pappírið ger tað lættari at koma inn á lærdar háskúlar úti í stóru verð.

Í Fjaler hava tey valt at royna at fáa næmingar úr londum, sum eru rakt av kríggi, hungursneyð ella vanlukku. Í dag eru til dømis næmingar úr Liberia, fyrrverandi Jugoslavia, Ísrael/Palestina og Tibet. Komandi ár vónar skúlastjórin Tony Macoun, at hann kann fáa næmingar úr Sierra Leone og Eystur-Timor.

? Heimurin er ov trupul til, at vit kunnu læsa okkum inni í hvør sínum kassa. Vit noyðast at samstarva fyri at koma víðari á leiðini, sigur Macoun.

Í dag eru tíggju United World College í heiminum. Tríggir skúlar eru í Europa; ein í Wales, ein í Italia og so tann í Fjaler. Hinir skúlarnir liggja í USA, Kanada, Swaziland, India, Hong Kong, Singapore og Venezuela.

Tá ein søkir inn á UWC kann ein koma til hvønn tað skal vera av skúlunum; men ein hevur møguleika at ynskja ein ávísan skúla. Á skúlanum í Fjaler eru 30 prosent av næmingunum úr Norðurlondum.

Tann fyrsti UWC-skúlin varð stovnaður í 1962, sum eitt mótmæli/mótstøða móti kalda krígnum.


jhg