Gongst sum ætlað fær Útvarp Føroya aftur ein kappingarneyta í hesi vikuni.
Eitt felag, sum rópar seg Rás 2, hevur fingið játtað sendiloyvi og ætlar at byrja at senda ein av komandi døgunum.
Tónleikaútvarp
Nýggja útvarpsstøðin fer at hoyrast í Havn og á Skálafjørðinum. Og áðrenn langt um líður, verður hon eisini at hoyra í Klaksvík.
Sent verður alt samdøgrið eftir eini fyribilsskrá. Tað verður nógvur tónleikur at hoyra, men tíðindi verða eisini á skránni.
Fyrireikararnir leggja dent á at byrjað verður varisliga við fáum starvsfólkum.
Tríggir eigarar
Tað eru ADS-Sound í Runavík og felagið JPS á Argjum, sum hava stovnað smápartafelagið Rás 2. Sosialurin er triðji partaeigarin. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at eitt blað fer í luftina at kappast ímóti Útvarpi Føroya.
ADS-Sound er eitt felag, sum leigar út tónleikaútgerð og JPS fæst við at skipa fyri konsertum.
Suni Jacobsen frá JPS verður stjóri í nýggju útvarpsstøðini, sum fer at halda til við Hoyvíksvegin í Havn.
Rás 2 hevur útvegað sær sendara uttan fyri Føroyar. Tekniska útgerðin verður leigað frá ADS-Sound í Runavík.
Kappingin harðnar
Útvarp Føroya hevur verið einsamøll útvarpsstøð í Føroyum, síðani Atlantic Radio gavst at senda fyri nøkrum mánaðum síðani. Men Ívar og tey kunnu vænta sær rættiliga kapping næstu mánaðirnar.
Støðin Lindin er á gáttini við andaligum tilfari. Og umframt Rás 2 hava onnur søkt um loyvi at senda útvarp í Føroyum.