Tað eru nú skjótt hálvtannað ár síðani landsstýriskvinnan í almannamálum, Helena Dam á Neystabø, boðaði frá sínum stórlátaðu ætlanum um ein pensiónsreform á la fólkatrygging, sum skuldi endavenda øllum pensjónsviðurskiftum her á landi. Hóast henda ætlan hevur verið í brennideplinum í hvørjum einasta orðaskifti, sum verið hevur um pensjónsviðurskifti og eldraviðurskifti yvirhøvur, so hevur ongantíð borið til at komið út um gitingar - og kanska illgitingar við - í hesum tjakinum. Og tað hevur verið av teirri einfaldu orsøk, at landsstýriskonan hevur hildið tað ítøkiliga innihaldið í hesi ætlanini fyri seg sjálvan.
Samgongumenn
hava válað í villareiði
Sjálvt hennara egnu samgongufelagar hava válað í villareiði gjøgum orðaskiftini og tosað í allar ættir, tjóðveldismenn í eystur, fólkafloksmenn í vestur og sjálvstýrismenn upp í loft. Tað hevur verið fastur kostur undir orðaskiftunum í løgtinginum. Og fyri hesum fekst eisini sjón fyri søgn, tá fakfelagssamtakið, tann sonevndi 7-mannabólkurin, herfyri stevndi umboðum úr øllum flokkum á fund í Norðurlandahúsinum at kunna nevndarlimirnar í fakfeløgunum um tær politisku ætlaninar á eftirlønar- og pensjónsøkinum. Tá sótu samgonguumboð so nakkalangir. Hvat landsstýrið ætlaði kundi ongin svara uppá, tí Helena var á fundi í Stockholm !
At spæla blunda og krógva við Helenu
Nú hesa seinastu tíðina hevur landsstýriskonan aftur dúgliga først seg fram við sínum pensjónsætlanum, í bløðunum, útvarpinum og sjónvarpinum. Framvegis einsamallur leikari á pallinum. Framvegis uttan at koma fram við tí ítøkiliga innihaldinum í ætlanum. Tó so, hon sleppur einum snippi nú og øðrum tá, men ætlanina í síni heild og í øllum staklutum vil hon ikki út við. Heldur ikki í kvøld, nú hon aftur hevur verið í miðdeplinum í útvarpssendingini ?Føroyar í dag ? Føroyar og framtíðin?. Tað var sagt at sendingin ?viðgjørdi pensjónsreformin hjá landsstýrinum? ? ein reform sum enn er eitt loyndarmál. Útvarpsmonnunum hevði hon givið nøkur tøl og tíðindi, sum í hvussu so er ongin tingmaður hevur hoyrt nakað um. Og sama verður skilið í morgin. Tá fer hon óivað bæði í Fimmaranum í útvarpinum og í Krosskasti í sjónvarpinum, at tosa vítt og breitt um sínar pensjónsætlanir ? ætlanir sum hvørki hinir luttakararnir ella onnur, sum hava áhuga í málinum, kenna innihaldið í ? og tí sjálvsagt eisini hava ilt við at viðgera ella taka støðu til. Jú, landsstýrisskonan hevur sanniliga skipað leikin, so hon hevur frítt spæl, meðan allir aðrir luttakarar skulu hava bind fyri eyguni.
Vorðið sum treytir fyri demokratiskum orðaskifti!
Samhaldsfasti bíligasta, einfaldasta og munabesta eftirlønarskipanin
Eitt stendur tó rimmarfast í ætlanini hjá landsstýriskonuni. Og tað er at samhaldsfasti eftirlønargrunnurin skal likviderast. Alt annað tey bítast og klórast um ? í hesum tykist at verða semja millum tjóðveldisflokk, fólkaflokk og sjálvstýrisflokk: Fæið í Samhaldsfasta skal ognartakast. Og Samhaldsfasti skal avlívast, tí slíka skipan vil man ikki vita av í tí nýliberalistiska pensjónsreforminum, fólkafloksins og nú alt landsstýrisins fólkatryggingarskipan.
Tað eru einans nýliberalistiskar hugsjónarligar grundir hjá samgonguni at beina fyri Samhaldsfasta. Allar aðrar grundir tala fyri, at ein útbygging av Samhaldsfasta er so nógv tann skjótasti, so nógv tann einfaldasti, so nógv tann bíligasti og so nógv tann munabesti mátin at bygt upp eina sterka og góða eftirlønarskipan, aftrat teirri verandi fólkapensjónsskipanini.
Individuellu eftirlønarskipaninar eru fløktar og dýrar
Júst tí at allar hinar eftirlønarskipaninar eru individuellar, eru tær fløktar at umsita. Og ógviliga dýrar at umsita, eini 8-10% í umsitingarkostnaði, móti 0-1% av Samhaldsfasta (hann hevur onga sjálvstøðuga umsiting, tí inn- og útgjøld verða avgreidd beinleiðis saman við samtíðarskattaskipanini). Hinar eftirlønarskipaninar eru drúgvar at byggja upp, til tær muna ? Samhaldsfasti virkar beinanvegin við hækkaðum útgjaldi, so hvørt inngjaldið verður hækkað.
Og at Samhaldsfasti saktans kann verða ein munagóð skipan eftir stuttari tíð, sæst av hjástandandi talvu:
Inngjaldið frá hvørjum parti verður hækkað líðandi við 1 % um árið upp í 5%
T.v.s. við hesi stigvísu hækking av inngjaldinum í Samhaldsfasta, verður útgjaldið meir enn 10-falda longu eftir 5 árum!
Og tað er væl at merkja, at hetta er tað samhaldsfasta útgjaldið, sum er til hvønn einasta borgara í pensjónsaldri, uttan mun til hvussu nógv hvør einstakur hevur goldið inn í skipanina gjøgnum sítt lív.
Einar 11.000 kr mánaðarliga við Samhaldsfasta og fólkapensjónini eftir 5 árum
Aftrat Samhaldsfasta kemur so fólkapensjónin. Hon verður 1.jan.2000 við grundarupphædd og viðbót umleið 5.730 kr. til støk og 4.550 til hvønn av hjúnum. T.v.s. at í 1999-krónum kundi mánaðarliga útgjaldið úr Samhaldsfasta + fólkapensjónin longu eftir 5 árum verið 11.760 kr. til støk og 10.580 kr til hvønn av hjúnum !
Einar 13-14.000 kr mánaðarliga við Samhaldsfasta og fólkapensjóninj eftir 12 árum.
Vit síggja eisini av yvirlitinum, at við óbroyttum inngjaldið heldur útgjaldið úr Samhaldsfasta við at veksa, soleiðis at tá vit eru komin fram til ár 2010 verður mánaðarliga útgjaldið úr Samhaldsfasta heilar 8.500 kr. Saman við fólkapensjónini hevði tað verið ein upphædd svarandi til ídag 14.230 kr um mánaðin til støk og 13.050 kr til hvønn av hjúnum !
Tað ber væl til við Samhaldsfasta ? um man vil, er eitt politiskt val
So at siga tað, at Samhaldsfasti ikki kann brúkast til at røkka tí endamálinum, at veita øllum eina góða eftirløn, tað passar rætt og slætt ikki. Tað er einans ein spurningur um politiskan vilja.
Vil t.d. Tjóðveldisflokkurin offra Samhaldsfasta til frama fyri ta fólkatryggingarskipanina hjá landsstýrinum, so er tað eitt klárt og týðiligt politiskt væl, sum verður gjørt. Ikki tí at tað ikki ber til við Samhaldsfasta, men tí man ikki vil við Samhaldsfasta. So einfalt er tað.
Við Samhaldsfasta og fólkapensjónini hava vit so eina pensjónsskipan, sum nøktar ta grundleggjandi trygdina hjá øllum, uttan mun til hvørja inntøku tey hava havt gjøgnum lívið. Teimum bólkum ella feløgum á arbeiðsmarknaðinum sum so aftrat hesum ynskja eina betri, tvs. størri eftirløn, stendur tað frítt at gera egnar eftirlønarskipanir á tann hátt, sum tey ynskja tað (uttan tó at hesar verða lutvíst fíggjaðar av skattaskipanini sum ídag). Slíkar skipanir eru jú nógv feløg, sum hava longu ídag. Tað kann sjálvsagt gerast ov kostnaðarmikið hjá hesum, sum ídag hava góðar eftirlønarskipanir, at nú eisini skula gjalda 5+5% til Samhaldsfasta. Trupulleikin kann tó ikki verða størri enn so, at tey árini Samhaldsfasti líðandi verður útbygdur, kann ein partur av hesum verandi eftirlønarskipanunum flytast yvir í Samhaldsfasta.
Sostatt kunnu í framtíðar eftirlønarskipanini verða 3 tættir:
Fólkapensjónin + Samhaldsfasti + evt. sjálvboðin eftirlønartrygging.
Men fyrst og fremst snýr tað seg um, at uppbyggja tað skipanina, sum veitir øllum borgarum ta grundleggjandi trygdina, við fólkapensjónini og Samhaldsfasta. So kunnu tey sum hava ráð og vilja brúka pening til tess, sjálvi gjalda tað tryggingina omaná, tey halda seg hava brúk fyri og ráð til.
Hans Pauli Strøm
javnaðartingmaður