útlendingar fara at síggja henda filmin fara teir eisini at síggja, at her er talan um eitt fólk, sum er ógvuliga bundið at eini veldugari náttúru. Bara løtan, tá tann gamli er við at doyggja og prestur [...] -Tað skal ein tíð til at fáa hetta at sodna. Men hetta var eitt veldugt upplivilsi. Eg havi bíðað spentur í fleiri ár, síðani tað kom fram, at bókin skuldi filmatiserast. Eg má siga, at eg eri ikki vónsvikin [...] Samanumtikið haldi eg, at hetta er filmurin, sum allir danir vilja síggja. Hann er ein stór uppliving. Danir skilja føroyingar betur Vibeke Larsen, ríkisum-boðsmaður: -Hetta er ein ómetaliga flottur filmur
spælarar, og at teir ikki fara at vera so skjótir at selja, tá tilboð fara at koma uppá góðu spælararnar hjá teimum, og tað er hetta síðsta, sum kann hugsast at fara at hava ávirkan á fótbóltsframtíðina [...] atløgu fer tað neyvan at merkja fótbóltslívið í felagnum, men um tað fer at eydnast teimum at vinna so nógvar pengar, so fer tað í framtíðini at hava við sær, at teir fara at megna at keypa fleiri góðar spælarar [...] nýggjasta frá FCK er, at teir um ein góðan mánaða fara at bjóða partabrøv til sølu á fría marknaðinum. Teir ætla at seta fimm hundrað túsund partabrøv til sølu fyri marknaðarprís, og teir rokna við at fáa 60 milliónir
frá leið, og at enda var tað bara heilt góður stemningur. Bønin frammalaga Tað er rættiliga umráðandi hjá hesum fólkunum, at biðið verður. Og tað er fyri øllum. Eingin ivi er heldur um, at biðið verður [...] eftir onkrum spennandi, at koma til. Tí her hendir sanniliga nakað. Men tey mugu bara lata vera við at spyrja. Og ert tú nøgdur við bara at fylgja við uttan at spyrja, so er lagamanni at hava tað stuttligt [...] varð um á Heilaga andans. Og væntandi var, at hann fór at halda eina talu, fylta av anda. Men eg má ærliga viðganga, at eg varð skuffaður. Eg má siga, sum er, at eftir mínum tykki tosaði maðurin nógv, men
slur at verða. Fólk fáa ymiskt at hoyra. Dynamitt fer at framføra, eins og Magni Christiansen fer at syngja gospelsangir. Men nú er hetta ikki bara ein stevna fyri tey, sum hava hug at hyggja at flottum [...] upp aftur í 1992. Og hendan, sum verður nú í heyst, er onnur stevnan í ár. Ein var í apríl mánaða, og hon gekk soleiðis, at grundarlag tykist vera fyri at halda fram, sigur Kristmund Kunoy. Stevnan verður [...] bilar, sigur Kristmund Kunoy. Fyrr, tað vil siga í áttatiárunum, vóru nógvir útlendskir framsýnarar við, men teir eru burtur nú, og ikki er gjørt so nógv fyri at fáa teir við heldur, sigur Kristmund Kunoy
-Vit eru komnir til Føroya fyri at hyggja, lurta og læra og fyri at skilja føroyska mentan, politikk og søgu - og ikki fyri at prædikka ella siga, hvussu tit eiga at gera sigur Gordon R. Taylor, geofysikkkari [...] fremsta prioritet at fara væl um umhvørvi - tá og um talan verður um leiting og seinni framleiðslu á føroyskum øki. Sosialurin skilur, at tað er í sátt og semju, at BP og Shell hava gjørt av, at Shell skal vera [...] flógvanum. Tað er við hesum drúgvu royndunum sum barlast, at tey nú seta kós móti tí djúpa vatninum á føroyskum øki eisini. Men Brian Mitchener frá BP er tó ikki bangin fyri at viðganga, at eisini onnur
Lítlu Dímun, sigur, at tað gekk hampiliga væl. Hann sigur, at hetta er eitt miðal ár í Oynni, sum Lítla Dímun verður nevnd í dagligari talu. Eitt sindur av seyði slapp, men tað er vanligt, tí hann ser [...] illa mannaðir. Teir vóru ikki meiri enn 32 mans, og tað er nakað lítið og er ein orsøk til, at so nógv sleppur hvørja ferð, tí tað nógva av seyðinum er vargur. Rýmdi í hagan Eins og undanfarin ár verður eitt [...] var hann lopin uppum, og farin í hagan. Hvalbingar siga, at hann er ikki komin afturíaftur enn. Nú vóna teir, hann kemur afturíaftur, táið teir fara at reka.
Tað er umráðandi, at politikararnir ikki sleppa at býta út av grunninum, og tað er einki garanti fyri, at tað fer at ganga betur, fáa politikararnir størri ávirkan, vísti hann á. Men at fara at viðgera [...] inir royndi at gera nakað við málið. Hon vísti á, at Framtaksgrunnurin ikki hevur virkað eftir endamálinum, og at íløgurnar ikki hava eydnast væl. ? At grunnurin er dansk/føroyskur ger, at krøvini frá [...] Framtaksgrunninum, men at flokkurin fór at seta treytir. Hann segði, at grunnurin er alt ov sárbærur av dótturfeløgunum Fiskasøluni og Fiskavirking, sum hann helt áttu at verið loyst frá grunninum. Á tann hátt
Talan er um tað sokallaða ?Aurora? projektið, sum skal royna at meta um møguleikan at fara undir miðvísa gassframleiðslu vestan fyri Hetland. Ætlanin er at vita, um tað ber til á lønandi hátt at taka upp [...] fyri Sosialin. Tá var alt klárt umborð til at fara í gongd. Tað sær ikki mætari út enn, at skipið sleppur at royna seg longu í hesum mánaðinum. Ætlanin er at flyta oljuna við sokallaðum ?Shuttletankers [...] hálva milliard. Skipið er 155.000 tons deyðvekt og er 246 metrar langt. Tað lastar 950.000 tunnur av olju. Nógv er gjørt fyri at ganga øllum umhvørviskrøvum á møti og verður hetta fyrsta skipið av sínum slag
Landsstýrið um hetta týdningarmikla málið. Støðan er tann, sigur Petur hans Dahl, at talan er um lív ella deyð fyri skúlan. Av tí, at einki kann leggjast til rættis við siglingini, ber heldur ikki til at leggja [...] til útbygging. Arbeitt verður við at finna eina varandi loysn við siglingartrupuleikanum hjá Sjómansskúlanum, sigur Petur Petersen. Men tað er ikki bara sum at siga tað at keypa eitt skip til Sjómansskúlan [...] skeiðætlanir við næmingunum. Alt er tengt hvørt at øðrum. Petur Hans Dahl er rættiliga vónsvikin av teirri viðferð, Sjómansskúlin hevur fingið. »Ein skuldi ikki trúð, at føroyingar eru ein siglandi tjóð
lisið tað ígjøgnum enn, og vil hann tí ikki siga tað stóra. ? Men tað sær út sum um, at landsstýrið ætlar at bróta við tað gamla prinsippið um, at pensjónin er ein rættur hjá øllum fólkinum - nú skal ein [...] Men hatta er sami trupulleiki, sum øll lond uttan um okkum stríðast um, at pensjónsbólkurin veksur. Men tey hava kortini ikki slept prinsippinum um, at tað sjálvandi er ein samfelagsuppgáva at tryggja øllum [...] Tað er so týðuligt, tá tú blaðar ígjøgnum fíggjarlógaruppskotið, at tað er lagt fram í einum valári - við útgjaringum av øllum møguligum slag. Økingar Jóannes Eidesgaard sigur eisini, at týðuligt er við