Tað hevur gingið nakað seinni enn ætlað, men hetta er einki eindømi í oljuvinnuni, og serstakliga ikki, tá talan er um eitt heilt nýtt øki sum Atlantsmótið við nógvum nýggjum og stórum avbjóðingum.
Tað er Foinaven oljufeltið skamt frá føroyska markinum vit tosa um. Ætlanin var at taka fyrstu oljuna upp fyri góðum ári síðani, men feilir í útbúnaðinum, sum skal standa á havbotninum út móti Hetlandsrennuni, hava gjørt, at BP, sum er operatørur, hevur verið tvingað til at taka upp aftur nakað av útbúnaðinum.
Eisini hevur tað leikað hart á frá umhvørvisfelagsskapum sum Greenpeace, sum halda alla oljuframleiðslu vestan fyri Hetland vera heilt burturvið, tí umhvørvið er so viðkvæmt.
Nú sær tað kortini út til at verða klárt at skrúva upp fyri fyrstu oljuni vestan fyri Hetland nakrantíð. Hvør hevði hugsað, at tað skuldu ganga heili 25 ár frá tí fyrstu boringini til latið varð upp fyri tí fyrstu oljukelduni!
Framleiðslu- og goymsluskipið ?Petrojarl Foinaven? hevur ligið á feltinum í fleiri mánaðir og bíðað eftir tí avgerandi løtuni. Fyri nøkrum mánaðum síðani var Regin Hammer úti á skipinum sum blaðmaður fyri Sosialin. Tá var alt klárt umborð til at fara í gongd.
Tað sær ikki mætari út enn, at skipið sleppur at royna seg longu í hesum mánaðinum. Ætlanin er at flyta oljuna við sokallaðum ?Shuttletankers? til oljuterminalin Flotta í Orknoyggjunum.
Tað eru Shell og BP, sum standa fyri Foinaven. Feltið er mett at goyma einar 250 og 500 mill. tunnur av olju.
Schiehallion
Stutt frá Foinaven-feltinum liggja tvey onnur oljufelt, Schiehallion og Loyal. Hesi liggja eisini skamt frá føroyska fiskimarkinum, og um ikki so langa tíð fer heimsins størsta nýbygda FPSO-skip at taka ímóti olju frá hesum báðum feltunum eisini. Talan er um tað risastóra ?Schiehallion?, sum í løtuni verður bygt á Harland and Wollf skipasmiðjuni í Belfast. Kostnaðurin er knappa hálva milliard.
Skipið er 155.000 tons deyðvekt og er 246 metrar langt. Tað lastar 950.000 tunnur av olju. Nógv er gjørt fyri at ganga øllum umhvørviskrøvum á møti og verður hetta fyrsta skipið av sínum slag, sum ikki letur brennandi gass út í luftina. Ætlanin er at brúka ein serútgjørdan tangabát til at flyta oljuna til oljuterminalin í Sullom Voe í Hetlandi. Hetta skipið verður bygt í Korea.
Gongst sum ætlað verður fyrsta oljan frá Schiehallion veruleiki í apríl 1998. Tá hevur øll henda verkætlanin kostað góðar10 milliardir krónur.
Oljufeltið goymir millum 350 og 500 milliónir tunnur av olju og er harvið nakað væl størri enn Foinaven. Feløgini, sum eru við í Schiehallion, eru umframt BP og Shell, Amerada Hess, Statoil, Murphey Oil og OMV.
Tað var boripallurin Ocean Alliance, sum fann Schiehallion oljukelduna í 1993, árið eftir at Foinaven varð funnin í sama øki.
At tað bara ganga fimm ár frá tí at oljukeldan verður funnin til fyrsta oljan kemur upp er nakað av einum eindømi í oljusøguni.
Tað var annars manningin á Smyrli, sum tá sigldi millum Føroyar og Aberdeen, ið var millum tey fyrstu at síggja gasslogan frá boripallinum. Ætlanin hjá BP var annars helst at halda fundið loyniligt í eina tíð, men tá myndir av boripallinum og tíðindi annars um kelduna komu fram í føroysku pressuni, gjørdi BP av at siga frá fundinum, nakað, sum so aftur má sigast at hava verið ein týðandi katalysator fyri tí áhuga, ið síðani hevur verið vendur móti føroyska økinum. So veruleikin er tann, at júst hesi bæði fundini og menningin av feltunum hava verið medvirkandi til, at so mong útlendsk oljufeløg hava sett føroya landgrunnin á sína framtíðar arbeiðstalvu.
Clair og Auroraprojektið
Fara vit nú longur norður og eystur eftir finna vit risastóra oljufeltið Clair, sum varð funnið longu í 1977. Tá var stór frøði í Hetlandi og í Skotlandi, tí hildið varð, at framleiðsla kundi byrja frá feltinum eftir bert fáum árum. Men so skuldi ikki vera. Jarðløgini og goymslurnar vóru soleiðis háttaðar, at tað var ikki gjørligt við táverandi tøknifrøði at taka oljuna upp. Haraftrat var talan um eitt slag av tungolju. Úrslitið varð, at hesin oljurisin slapp at liggja í dvala í umleið 20 ár, áðrenn BP og onnnur oljufeløg so aftur fóru at vísa honum áhuga.
Nú var tøknifrøðin so mikið ment, at tað fyrr í ár vórðu gjørdar oljuroyndir, tað teir á oljumáli kalla ?extended welltest?. Olja varð lastað upp í fleiri tangaskip fyri at kanna bæði reservoir, trýst og oljuna sjálva. Royndin var so mikið væleydnað, at tað er gjørt av at halda fram við nøkrum sokallaðum ?apraisal? boringum, sum hava til endamál at kortleggja goymslurnar betri umframt aðrar uppgávur.
Aftrat hesum kunnu vit so eisini nevna eitt spennandi projekt, sum Texaco, Total og Conoco standa fyri. Talan er um tað sokallaða ?Aurora? projektið, sum skal royna at meta um møguleikan at fara undir miðvísa gassframleiðslu vestan fyri Hetland. Ætlanin er at vita, um tað ber til á lønandi hátt at taka upp gass úr fleiri stórum feltum, flyta gassið til lands gjøgnum rørleiðingar og her m.a. umgera tað til olju.
Stóran týdning fyri Føroyar
Tað eru fleiri orsøkir til, at tey bæði umrøddu oljufeltini vestan fyri Hetland hava so stóran áhuga og týdning fyri Føroyar.
Fyri tað fyrsta liggja tey skamt frá markinum. Tey oljufelt, sum áður eru funnin vestan fyri Hetland, hava ligið væl eystari og hava heldur ikki verið lønandi.
Harnæst er talan um jarðfrøðilig løg, sum eftir øllum at døma halda fram inn á føroyskt øki, tvs. at møguleikar eru fyri at finna somu jarðløg á føroyska landgrunninum, sum tey Foinaven og Schiehallion eru partur av.
Síðani er talan um at arbeiða á djúpum vatni við eini heilt nýggjari tøknifrøði. Hetta eru royndir, sum fara at koma sera væl við, tá farast skal undir oljuframleiðslu við Føroyar eisini. Tað er neyvan ov nógv sagt, at bæði leiting, útbygging og framleiðsla á føroyskum øki í stóran mun fer at verða ein endurtøka og ein spegilsmynd av tí, sum nú er í ferð við at henda skamt frá okkara marki.
Tað eru helst fáir føroyingar, ið veruliga geva sær fær um, hvussu nær føroyskum øki, ein veruliga upp. Talan er bert um nakrar fáar tímar við skipi úr næstu føroysku havn. Upp úr teimum báðum umrøddu oljukeldunum fer at koma ein árligur umsetningur, sum liggur langt omanfyri 10 milliardir krónur um árið. Leystliga roknað fer Schiehallionøkið einsamalt at hava ein umsetning uppá einar 8 milliardir krónur hvørt árt tey komandi 20 árini.
Hesi tølini og so tann sannroynd, hvussu nær oljukeldurnar liggja upp at føroyskum øki, áttu at givið okkum nakað at hugsa um.
Hvussu við Conival og Suilven!
Aftrat hesum báðum keldunum eru so eisini tvey onnur fund, sum vit enn vita lítið um. Talan er um Conival, sum liggur nakað syðri og sum verður mett at vera eitt stórt olju- og gassfund. Síðani er tað Suilven, sum liggur nakað norðari og so tætt Hvíta økinum, at bretar hava tikið tað óvanliga stigið at designera part av Hvíta økinum fyri at fáa fatur á øllum goymslunum í Suilven-fundinum og møguliga øðrum feltum nærhendis.
Tað eru teir, sum halda, at bæði Conival og Suilven ganga inn á tað Hvíta økið og møguliga eru partur av oljufeltum, sum ganga heilt inn á føroyskt øki eisini. Hildið hevur verið, at ein orsøk til, at bretar í heila tikið hava viljað hildið oljufund nærhendis føroyska markinum loynilig, er tann, at tess meira føroyingar vita um møguligar oljugoymslur um okkara leiðir, tess torførari verður hjá bretum at fáa eitt mark, sum gongur bretskum áhugamálum á møti.
Tá vit so fara at tosa um at gera semju við bretar, sum gongur út frá eini miðlinju, so er greitt, at ein semja, sum meira og minni gongur føroyingum á møti, ger, at vit koma at liggja fáar kilometrar frá stórum kendum oljukeldum. Ella sum onkur hevur tikið til: tá semja er gjørd við bretar, sum gevur okkum helvt ella stóran part av Hvíta økinum, tá eru vit vorðin oljuland. Kanska í so djarvt tikið til, men soleiðis sum umstøðurnar síggja út í stórum parti av grannalagnum - ikki so heilt av leið kortini.
.