tað gongur betri fíggjarliga í Føroyum. Í kreppu árunum flutti fólk í hópatali av landinum og enn væntar nakað, áðrenn fólkatalið í Føroyum fer at náa somu hæddir, sum síðst í áttatiárunum. Men tó eru tekin [...] tekin um, at fólk støðast í Føroyum nú. Uttan at fara at greina hetta nærri, so sæst, at betri sær út, um vit hyggja at talvuni, ið nevnist Gjaldsjavni Føroya. Vøkstur í innflutningi Eisini um vit hyggja [...] meiri pening um hendi. Keypiorkan er størri. Eitt nú er meira byggitilfar innflutt, men vøkstur er serstakliga at hóma í nýtsluvørum. Her er tó viðmerkt, at í henda bólk eru umframt vørur til beinleiðis nýtslu
er ein av oddamonnunum í eini av størstu fyritøkunum í Noregi, nevniliga Norsk Hydro. Sum ein av stjórunum í hesi risafyritøku var tað náttúrligt, at Tor Lund var við á samkomuni í Listaskálanum herfyri [...] og gass í heila tikið. -Eingin kann í dag siga við vissu, um olja og gass er í føroysku undirgrundini. Tí mugu tit vera varnir við bæði íløgum og eisini hvat ein tilrættaleggur uppá longri sikt. Í dag arbeiðir [...] mundið sum Tor Lund vitjaði í Føroyum, at orðaskiftið um útgerðarhavnir tók seg upp. Hann sigur, at teir í Noregi høvdu eitt líknandi orðaskifti seinast í 70-unum og fyrst í 80-unum. -Sum eitt útlendskt
vinnaranum, men nú er staðfest, at tað er vinnarin á ólavsøku, sum skal hava steypið. Eins og í fjør so fær FM vinnarin í kappingini millum 10-mannafør rætt til at taka lut í kapprógving í Scillyoyggjunum [...] skreytlutir fram, sum teir eftir ólavsøkukappróðurin fara at handa FM vinnarunum í 1998. Hetta var gekk fyri seg í ÍSF húsinum. Í fjør var veður at vera uttanfyri, men hesa ferð var neyðugt at halda seg innandura [...] latið steypini og heiðursmerkini í ár. Fyritøkan eitur Farex, og tann, sum segði omanfyri standandi, var Kaj Leo Johannesen. Saman við Róa Egholm eigur hann fyritøkuna, sum fæst við at selja fisk. Tað kundi
ovuni í Runavík siga tey, at undirtøkan vanliga er góð. Bæði føroyingar og útlensk ferðafólk nýta henda møguleika at koma út í náttúruna og upp á hægsta fjall í Føroyum. Ferðaleiðarar eru Olaf í Garði [...] gjørdir árliga. Tvær ferðir afturat í ár verður farið niðan á Slættaratind. Áhugaði kunni møta á Eiðisskarði ella í kirkjuni á Eiði 1/2 tíma áðrenn fráferð. Nærri fæst at vita frá ferðaleiðarum ella kun [...] Leygardagin 25. juli skipar Kunningarstovan í Runavík fyri gongutúri niðan á Slættaratind. Skipað verður javnan fyri slíkum túrum og undirtøkan hevur verið góð. Kostnaðurin er 100 kr. Møguleiki er eisini
gott í beinið. Endamálsorðingin í fólkaskúlanum er í sjálvum sær góð, tí í dag er ikki nóg mikið at fólk læra at lesa, skriva og rokna. Tey skulu mennast at vera sjálvstøðugir samfelagsborgarar í einum [...] stovna Føroyingafelag í Føroyum, við tí endamáli at varðveita føroyskt mál og siðir. Hetta var í 1888. Um hetta mundið livdi føroyskt mál í kvæðum og sum túnatos. Háskúlin ein varði Í 1899 kom Føroya Fó [...] ið byrjði í 1888, gjørdist harðari og drúgvari enn ein kundi rokna við. Tað gekk nærum hálv øld og ikki fyrr enn í 1938 bleiv føroyskt mál viðurkent sum undirvísingarmál í fólkaskúlanum og í 1939 sum kirkjumál
eina ferð, tá teir spældu um kvøldið. Í morgin fæst at síggja, hvør hevur fingið meiri burturúr. Tá liðini í fyrsta umfari hittust í Runavík, vann heimaliðið 3-1.Í fjør vann GÍ 2-0 á heimavølli. jh [...] Gøtumenn og teir í Runavík hittast í Sarpugerði í morgin. Talan er um spennandi og lagnukenda grannauppgerð, og serliga hjá GÍ ræður um ikki at tapa. Vinnur NSÍ, so hanga teir framvegis uppi í toppinum, og [...] sum ofta hoyrdust tey árini, GÍ vann FM, spøkja í kulissini. Teir vóru ikki við í Danmark, men Rúni Justinussen og Erland Tvørfoss taka nú aftur venjingina í álvara, og Alvi Justinussen er fluttur aftur úr
fyllir 40, so talan er um sera rundan dag, nú útgávan aftur er at fáa - á rundari fløgu. Tey, sum longu eiga bandið, og eru góð við løgini, kunnu gleðast um, at nú ber til skifta keðiliga og ullinta ljóðið [...] veitir løgunum røttu sømdirnar. Klassikari Tey, ið ongantíð ognaðu sær Nalju, hava nú aftur møguleikan. Hesin klassikarin í føroysku poppsøguni varð útseldur hálvtannað ár eftir, at bandið kom út. Tí er tað [...] halda tekstunum, so lurtarin kann fylgja við. Fløgan, ein poppklassikari, kostar bert 139 krónur og fæst í øllum plátubúðum, har føroyskar fløgur annars verða seldar.
hon var ikki serliga væl móttikin Nú koma teir tó við einari nýggjari fløgu. 15 nýggir sangir er til fløguna, og væntandi kemur hon út einaferð í ár, ella tíðiliga í 1999, so tit sum dáma Counting Crows [...] allatíðina hava verið á konsertferðum, og sera sjálvdan búgva á einum staðið í senn, hevur sangarin Brian Littrell verið á skurðborðinum, í opnum hjartaskurði. Hann hevur etið alt ov nógvan vánaligan mat, sum [...] lukku gekst skurðurin væl, og tað gongur betur hjá honum nú. Men ein munur er tó, at hann ikki longur etur tann matin, sum hann vanliga át. Nú sigur hann sjálvur, at hann bara verður noyddur til at siga
búgva nú í Havn og í hugnaligu húsum teirra hittu vit Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð. Súsonnu og Riu hava vit nú í mong ár sæð sum leikarar í Grímu og Hans hevur eisini verið við har. Hann ger seg nú lidnan [...] tá, tað hevur verið í 1979, sigur Ria. - Ria setti meg eisini í samband við sjónleikarafelagið í Kvívík. Ein sjónleikarastevna var í Kvívík, eg haldi í 1986, har øll sjónleikarafeløg í landinum luttóku. [...] og sjónleikir yvir í føroyskt mál. Seinnu árini, nú hann er farin frá, hevur hann havt betri stundir og eru t.d. fleiri av griksku klassikarunum latnir í føroyskan búna. Barnaárini í Kvívík Axel og konan
ásettur. Longlife kakaomjólk Men tað er ikki bara vanliga mjólkin, sum nú fæst longlife. Eisini tann vælkenda kakaomjólkin frá MBM fæst nú í »longlife-útgávu«. MBM hevur viðurkent, at tað ikki ber til at kappast [...] mjólkarvirkið ásanna og tað hava teir gjørt nakað við. Í eina tíð hava teir royndarframleitt føroyska longlife mjólk og í næstum verður henda at fáa í haldunum, bæði sum vanlig mjólk og sum hálvskúmað mjólk [...] Skúlamjólkin í nýggjum pakkum Í nógv ár hevur verið møguligt at fáa smáar pakkar av vanligari mjólk. Henda hevur verið vælegnað til skúlamjólk og hevur eisini verið seld sum slík til børnini. Nú eru pakkarnir