Føroysk »longlife« mjólk

MBM kemur nú á marknaðin við nýggjum vørum og við gomlum vørum í nýggjum pakningi. Fyri fyrstu ferð fæst føroysk »longlife« mjólk

Tað eru so nógv, sum minnast aftur á ta tíð, tá mjólk merkti donsk »longlife« mjólk.

Og tað eru tey allarfægstu av teimum, sum minnast hana, sum kundu hugsað sær at farið aftur til ta mjólkina.

Síðan Mjólkarvirkið, ella MBM, sum tað eitur í dag, fór undir stórframleiðslu av mjólk er longlife mjólkin næstan horvin av handilshillunum.

Men tað er enn tørvur á henni. Skipunum, sum eru leingi burtur, tørvar hana, tí hon, sum navnið sigur heldur sær leingi.

Livitíðin hjá mjólkini, sum vit »landkrabbar« nýta er ikki so væl egnað til langfaraskipini, tí hon spillist rættuliga skjótt.

Hetta hevur mjólkarvirkið ásanna og tað hava teir gjørt nakað við.

Í eina tíð hava teir royndarframleitt føroyska longlife mjólk og í næstum verður henda at fáa í haldunum, bæði sum vanlig mjólk og sum hálvskúmað mjólk.

Støddin á pakkunum er tann vælkenda, við búmerkinum hjá MBM.

Fyri at mjólkin skal halda longri verður hon viðgjørd við sera høgum hita. Á henda hátt gerst mjólkin steril, so leingi pakkin verður ásettur.


Longlife kakaomjólk

Men tað er ikki bara vanliga mjólkin, sum nú fæst longlife.

Eisini tann vælkenda kakaomjólkin frá MBM fæst nú í »longlife-útgávu«.

MBM hevur viðurkent, at tað ikki ber til at kappast móti donsku kakaomjólkini, sum eisini er longlife og tí hava teir av álvara tikið kappingina upp.

Smakkinum á tí nýggju kakaoútgávuni er einki galið við, tað kann blaðmaðurin skriva undir uppá!


»Longlife«=Seiglívað

Í tíðindaskrivinum frá MBM stendur, at teir hava gjørt av, at kalla mjólkina fyri longlife eina tíð enn.

MBM metir ikki, at tað er rætt at fara at geva mjólkini nýtt navn sum er, tí danska mjólkin er kend undir loglife heitinum og tað er tað MBM fer at kappast ímóti.

Men tá nýggja føroyska mjólkin hevur verið á marknaðinum eina tíð, so ætlar MBM at geva longlife mjólkini føroyskt navn, og í tí sambandi á allar føroyingar um at hjálpa teimum at finna eitt hóskandi navn. Higartil hevur hetta ikki eydnast.

Eitt uppskot kundi kanska verið at kalla longlife mjólkina fyri seiglívað mjólk


AB-mjólk við

kirsuberjasmakki

Men tað er nú ikki bara longlife mjólkin, sum er nýggj.

AB-mjólkin er sera væl umtókt og tí hevur MBM gjørt eitt nýtt slag av AB-mjólk. Hetta nýggja slagið hevur kirsubejrasmakk og tað fer uttan iva, sum alt annað at fáa góða undirtøku.

Eisini er gjørt eitt nýtt slag av jogurt. MBM hevur latið gera eitt jogurt við ananas og sitrón.


Skúlamjólkin í

nýggjum pakkum

Í nógv ár hevur verið møguligt at fáa smáar pakkar av vanligari mjólk.

Henda hevur verið vælegnað til skúlamjólk og hevur eisini verið seld sum slík til børnini.

Nú eru pakkarnir broyttir eitt sindur, samstundis sum mjólkin eisini fært í eini hálvskúmaðari útgávu.

Pakkarnir eru vakrir á at líta, við stjørnum og litføgrum bókstavum.

Snøgt er tilfarið á at líta og vit vita, at tað sum er inni í smakkar avbera væl, samstundis sum tað eisini er sunt fyri kroppin.