gongur út upp á at læra seg at kenna lítla djórið og at gerast vinur við tað. Spælið er Fin Fin og tann verðin, ið er bygd upp rundan um hann. Hann livir á Teo, ein vøkur og grasgrøn planet einastaðni. [...] aftur. Og sum við øðrum djórum verður hann so við og við minni bangin fyri einum. Kann sita í longri tíð mitt í skíggjanum, byrjar at láta og syngja ? um ein væl at merkja er farin væl við honum. Fitt animatión
mikið til at gjalda allar útreiðslurnar í sambandi við Intertoto-Cup dystirnar. Av tí at B36 í góðari tíð hevði gjørt ætlan um venjingarlegu uttanlands, høvdu teir eisini skipað fyri tiltøkum fyri at skaffa [...] Tipstænastuni gjøgnum DBU, og eingin líknandi skipan er fyri Føroyar. Tað er einki at fjala út yvir, at tann altjóða luttøkan, sum loysir seg best, er hon hjá meistaraliðnum, og tí verður tað serliga spennandi
viðmerkingar. Hon tekur við nýggja starvinum tann 1. januar 1998, men fer helst ikki til ES-høvuðsstaðin fyrr enn einaferð mitt í komandi ári. Tað tekur tíð at seta seg inn í slíkt starv. Hetta er umfatandi [...] nógv ymisk viðurskifti, ein skal seta seg inn í, tá ein skal byggja slíkt embæti upp. So nakað væl av tíð fer at verða brúkt til at ferðast runt í Føroyum at vitja og kunna seg um føroyskar stovnar og fyritøkur [...] vitan um viðurskifti, ið hava við Europeiska Samveldið at gera. Eftir at hava verið í Føroyum eina tíð, er ætlanin, at hon skal halda fram í danska Uttanríkismálaráðnum fyri har at kunna seg um onnur ting
eingin hevur ráð at keypa hann aftur úr diskinum. Tað ber ikki til, heldur Else Lang. Og grundin er tann, sigur hon, at tað eru alt ov nógvir millumhandlarar á vegnum, sum dýrka fiskin skammiliga, áðrenn [...] fisk í løtuni, sigur Else Lang. Tað hevur verið eitt lýsingarframtak í donskum sjónvarpi í longri tíð, sum skal fáa danir at eta meira fisk. Og hon heldur, at tað nú er farið at merkjast. Men góðskan er [...] teir ikki fáa nokk av fiski í Týsklandi, tí teir keypa heim aftur við sær. Høvdu týskararnir fingið tann góða, føroyska fiskin fyri ein sámuligan prís, ivast Else Lang ikki í, at tey kundu selt fyri milliónir
ætlanini um at lata aftur á jólum. Hon heitir samstundis á stjóran um at boðað frá hesum í góðari tíð, áðrenn jólini koma, tí ætlanin hevur skapt ótryggleika og ótta ímillum avvarðandi og sjúklingar. Teirra [...] pensjón, og brúka ikki nógv. Men heldur enn at fara eftir teimum, sum hava brúkt pengarnar, er hetta tann sama, gamla søgan umaftur: Tá ið sparast skal, verður lopið á, har garðurin er lægstur. Tað verður
Politikararnir sótu sjóvarfallið av sær Grundleggjandi orsøkin til at tað tók so drúgva tíð at stovna SvF, var tann, at politikararnir ikki kundu semjast um, hvørt tíðin var búgvin til tað. Meðan politiska [...] Tað er eindømi í okkara tíð, at eitt samfelag ikki hevur fingið atgongd til sjónvarp fyrr enn í áttatiárunum. Ongastaðni vóru børn uppald uttan ávirkan av hesum sterka fjølmiðli. Tað gav serkønu fjølm [...] Frágreiðingin vísir á, at sjónvarpið hevur ikki havt negativa áviran á gerandisdagin hjá børnunum á tann hátt, at tey sita óvirkin framman fyri sjónvarpið, og av hesum halda seg burtur frá at luttaka í felags
Plúmmararnir Magnus Johannesen, Leivur Thomsen og Rógvi á Rógvu hava verið við, Stamen Stanchev eina tíð eisini, men tá ið Edvard fór niður í lestrarørindum, datt tað niðurfyri. Hann kom heimaftur um várið [...] trioini; hin triði er heimskendi trummuspælarin Alex Riel. Ljóðførissamansetingin í JazzOasis er júst tann sama sum í Jens Jefsen trio: Edvard við bassinum, Herluf við elgittara og Jónleif trummar. Teir avgjørdu [...] mestsum einasti jazzgittaristur í landinum. Hann starvast dagliga á Læraraskúlanum og brúkar alla sína tíð til at undirvísa næmingum har; men um onkur altráur ungur jazzáhugaður gittarspælari brennir eftir
fíggjarligum førleika hava givið sínum børnum tann møguleikan, sum er tann besti, hetta at hava sítt egna instrument at spæla uppá. Men nógv hevur restað í til tann tørv, sum er, og tá serliga til keyp av serstøkum [...] útvega og umsita serstøk ljóðføri, sum musikkskúlanæmingar, orkestur og skúlar kunnu læna í avmarkaða tíð. Nevndin fyri grunnin tekur støðu til nær og hvørji ljóðføri verða útvega. Miðað verður ímóti at fáa [...] eina fíggjarliga hond og soleiðis at verða við til at gera Ljóðførisgrunn Føroya Musikkskúla til tann munagóða stuðul í føroyskum tónleikalívi, sum hann hevur møguleika til, og sum er hansara endamál
at fáa alt at passa saman, so fløgan kundi gerast. Fyri tað fyrsta skuldu allir tónleikararnir hava tíð til at koma í upptøkuhølini í senn, og tað hevur ikki verið lætt, greiður Eyðun Nolsøe frá. ? Eftir [...] at fólk kenna meg aftur á nýggju fløguni, tí hóast tónleikur broytist við tíðini, er tað allatíðina tann sama keldan, eg brúki, tá eg skrivi tónleik. Fyri fyrstu ferð á enskum Á nýggju fløguni, sum nú fæst [...] útgávum, har teir tóku saman um teirra ískoytið til føroyskan tónleik seinastu 10 árini, og nú stutta tíð aftaná er Eyðun Nolsøe klárur við eini solofløgu. Er hendan fløgan eitt endaligt farvæl til Frændur
sum landsstýrismaðurin við samskiftismálum vil, so verður Telefonverk Føroyar Løgtings innan stutta tíð ikki longur ein almennur stovnur undir Løgtinginum, men eitt partafelag. Í síðstu viku legði Sámal [...] almennum stovni til eitt partafelag, sum landið eigur allan partapeningin í. Hetta verður gjørt á tann hátt, at partafelagið tekur yvir alla ogn og skuld hjá TFL. Partafelagið verður stovnað við tí teir