Nýggja húsdjórið hjá familjuni

Fin Fin er ein klókur og kensluborðin lítil digitalur fýrur, sum skal viðfarast væl, um ein ynskir hann til sín vin.

Húsdjórini eru her. Øll børn og flestu lærarar eisini kenna pípandi elektronisku cyper hósnarungarnar, sum leingi hava herjað í landinum. Eggini, sum dýrini fáast í, eru ikki størri enn at tey kunnu vera í lummanum, og dýrini sjálv eru ein skíggi og nakrir knøttar, sum ein skal ansa høsnarungunum við. Tað serliga við Tamagotchi?unum , sum teir nevnast, er, at tey krevja nógv av eigarunum ennars doyggja teir. Og eitt annað serligt er, at antin elskar ein teir ella hatar teir. Hoyrir ein til fyrsta bólkin, kann ein tað sama venja seg við teir, tí tað koma fleiri og fleiri av hesum slagnum. Næsti árgangur av cyper dýrum er longu lendur, og nevnist Fin Fin. Í mun til Tamagotchi?arnar eru hetta tó annaðleiðis klók og fyrikomandi verur. Og enn síggjast tey bert á einum telduskíggja.


Kunstigt vit

Fin Fin er eitt lítið sjarmerandi villdjór, ein blanding av springara og fugli. Innan undirhaldsgreinina er hann higartil mest framkomna kunstiga vitið. Spælið gongur út upp á at læra seg at kenna lítla djórið og at gerast vinur við tað.

Spælið er Fin Fin og tann verðin, ið er bygd upp rundan um hann. Hann livir á Teo, ein vøkur og grasgrøn planet einastaðni. Har livir hann sítt egna lív, og bert um telduna ber til at koma í samband við hann.

Tað tosast við hann um mikrofon. Sum onnur djór skilir hann bert tónalagið og rýmir til dømis beinavegin, um ein skeldar ella bukar í borðið. Ein skal ikki fóðra hann ella vera um hann, bert tosa við hann og geva honum nakað av frukt, sum honum dámar sera væl.

At byrja við er hann styggur, men eisini mikið forvitin. Kemur heilt fram til skíggjan, hyggur og flýgur so beinanvegin burtur aftur. Og sum við øðrum djórum verður hann so við og við minni bangin fyri einum. Kann sita í longri tíð mitt í skíggjanum, byrjar at láta og syngja ? um ein væl at merkja er farin væl við honum.


Fitt animatión

Fin Fin er ógvuliga sannførandi og hevur hópin av flytingarmøguleikum og kann reagera heilt ymiskt upp á tvær annars líkar støður. Tað er ein veruliga hugtakandi animatión, sum bæði kann flúgva, kava eftir fiski, er fim og kann syngja.


Fyri børn og vaksin

Fin Fin stavar eins og Tamagotchi frá Japan. Hann er mentur av Fujitsu og hevur kostað einki minni enn 70 milliónir dollars.

Fin Fin er stýrdur av sonevndari kunstigari vitan, sum stutt sagt er ein skrá, ið fer so sannførandi fram eftir tí, ein ger, at tað tykist sum skráin sjálv hugsar og følir. Spælið verður marknaðarført sum eitt barnaspæl, men mong vaksin fara uttan iva eisini at spæla við hann. Fin Fin krevur ikki nógv pláss og er ein Windows skrá, so ein lættliga kann klikkja hann fram og fáa eitt tokutos.

Tíðin fer at vísa, um Fin Fin verður nýggja kelidjórið hjá familjuni, men sum mótsetningur til tey mongu ofta einkisigandi og harðligu spølini, sum børn vanliga stytta sær stundir við, er hann vælkomin.

Hetta er fyrsta spælið ? okkum vitandi ? sum roynir at læra okkum at uppføra okkum væl mótvegis øðrum. Og tað er jú ikki so heilt av leið.


Fakta

Tað ber bert til at fáa samband við Fin Fin á Teo, um ein hevur Windows 95, minst eina 2x speed CD-rom støð og eina mikrofon til telduna.