seinna hálvleiki slóg VÍF til. Eftir lítlari løtu var støðan 20-15 til VÍF, og tann munurin minkaði ikki. Vengirnir hjá VÍF vóru eirindaleysir og teir báðir, Jóhan í Garðastovu og Andrias Eriksen endaðu dystin [...] dystin við ávikavist tíggju og átta málum. Harafturat hjálptu vanligu stórskjúttarnir, Sjúrður Olsen og Filip Jojic væl til. Munurin vaks upp í níggju mál tá eitt korter var eftir, og so var restin bara ein [...] stigatalvuni, og í dag kundi VÍF leggja sjógv ímillum. Sí eisini: VÍF og KÍF berjast um triðja plássið Dysturin byrjaði eisini við ferð á málskjótingini. Bæði liðini vildu spæla skjótt og har kom so at
sum eigur Nornagest og Columbus í Vestmanna. Viðurkenning Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt víða um heimin og fólk, sum eiga nøkur oyru at ansa eftir, eru farin at ansa betri eftir pengapunginum. Nógv [...] sum eitt nú toskur og hýsa eru ikki so attraktiv í fíggjarliga truplum tíðum. Fólk leita sær eftir góðum, men bíligari fiskavørum. Og tað er her, at tey finna upsan, sum eina góða og lutfalsliga bíliga [...] framvegis hava nógv viðskiftafólk, sigur hann. Og tað er júst í matvøruhandlunum, at fólk fara eftir teimum bíligaru fiskavørunum, sum soleiðis verða eftirspurdar og kunnu seljast fyri hampiliga góðan prís.
at dystinum ímillum Danmark og Svøríki, hóast tað var í hesum dystinum at norska lagnan lá. - Eg fari ikki at vera í høllini. Eg fari í skiftirúmið, bíða eftir bussinum og so koyra til hotellið. Eg fái [...] Netflix, segði hann við VG eftir sigurin á Ungarn. Eftir at øllum at døma helt hann orð, tí tá ið hann og liðskiparin, Bjarte Myrhol, tosaðu við fjølmiðlarnar á hotellinum eftir at tað var greitt teir vóru [...] gongini, og tá vaknaði eg, segði Christian Berge, sum segði seg hava hugt at ”Wild Planet” hjá David Attenborough. HM-hálvfinalur í morgin: Frakland – Danmark (Fríggjadagin kl.16.30) Týskland – Noreg (
Í tvey samdøgur lá hann á intensivari deild, og um náttina kom ræðslan. Elton John sigur, at hann lá har púrasta einsamallur og bað bønir. Hann bað um, at hann mátti sleppa at liva og síggja børn síni [...] rin, Elton John, sum í dag er 72 ár, fortelur í nýggjari bók um, hvussu hann lá og bønaði og bað um at sleppa at liva eftir eina skurðviðgerð fyri prostatakrabba fyri tveimum árum síðan. Tá hann fekk [...] men eftir 10 dagar føldi Elton John, at okkurt ikki var, sum tað skuldi. Hann hevði nevniliga fingið eina álvarsliga ígerðarsjúku. - Tað vísti seg, at eg var raktur av sjaldsomari fylgdarsjúku eftir sk
bólti, og so var innskifti Haraldur R. Højgaard á honum og fekk prikað bóltin inn til 2-2. – Tað var nakað heilt serligt at koma inn á Svangaskarði og spæla í gulum búna, og so eisini at koma inn og vera [...] skoti, so NSÍ vann 3-2. – Hetta var tað, vit fóru eftir og vónaðu, og vit eru glaðir fyri at standa eftir sum vinnarar. Men vit vita, at ÍF er næstfremsta liðið í kappingini og hevur eitt gott lið, so [...] gott skil á, og ta einu løtuna fór alt upp í skúm og fleiri gul kort fullu. Men sum dystinum leið, legði NSÍ meira og meira trýst á, og tað gav so úrslit ímóti endanum. Fimm minuttir vóru eftir, tá Jákup
24-23, og í staðin vann Fleyr næstu trý stigini og settið 26-24. Í javnbrótaranum hevði Fleyr yvirvág og fór frá 3-3 upp á 9-4, og tá megnaði Mjølnir ikki at svara aftur, og so vann Fleyr 15-7 og fekk tvey [...] á øðrumplássi og TB á fimtaplássi. Hotel Djurhuus-deildin: Fleyr – Mjølnir 3-2 (21-25, 19-25, 30-28, 26-24, 15-7) Á odda 2-0 í Havn lá Mjølnir væl fyri at taka annaðplássið frá Fleyr og hevði eisini d [...] dystarbóltar í bæði triðja og fjórða setti, men Fleyr kom afturíaftur og vann 3-2 og varðveitir tí annaðplássið, sum annars hevði farið til Mjølnir. Kortini bendi lítið á, at Mjølnir skuldi fara at standa
Sum eina náttina tá ið eg og systir sótu við borðið inni á kamarinum, og mamma lá og svav við frið og náðum, samstundis sum systurdótturin lá í øllum klæðunum á sofuni og svav, og eitt av starvsfólkunum kemur [...] mentust til ung og vaksin fólk, mentist hon við. Vit díktu bæði hana og pápa undir í filosofiskum orðaskiftum um rættvísi og órættvísi, um loysing og samband, Vietnamkríggj og Nato; og so vóru tey bæði [...] fara upp fleiri ferðir um dagin, og onkur kona stóð á gáttini og rópti: Jenny – rendurnar lidnar? Ella hvat tað nú var, hon hevði játtað at bundið. Og bíligt var tað eisini – Hon hevði ikki nógv til yvirs
Fastir limir – varalimir Bárður Nielsen – Reimund Langgaard Bill Justinussen – Jógvan Skorheim Jacob Vestergaard – Bjarni Djurholm Eyðgunn Samuelsen – Gerhard Lognberg Aksel V. Johannesen – Kristin Michelsen [...] Rósa Samuelsen – Eivin Jacobsen Sirið Stenberg – Høgni Hoydal Vinnunevndin: Aæfred Olsen – Edva Jacobsen Hanus Samró – Brandur Sandoy Jógvban Skorheim – Jenis av Rana Aksel V. Johannesen – Kristin Michelsen [...] Gunnleygsdóttir – Brandur Sandoy Rigmor Dam – Aksel V. Johannesen Sirið Stenberg – Kristina Háfoss Bjørt Samuelsen – Gunvør Balle Hanus Samró – Joen Magnus Rasmussen Mentanarnevndin: Bjarni Djurholm – Hanus Samró
í málið, eftir at Sveinur Justinussen hevði spælt hann leysan. B68 fagnaðurin yvir 2-0 leiðsluna var ikki liðugur, so lá bólturin í B68 málinum. Tað var Niklas Kruse, sum minkaði um munin eftir einmansavrik [...] við honraspørkum og fríspørkum. HB liðið var væl mannað, tí fleiri, sum hava verið á og kring besta liðið, vóru á Toftum ídag. Eitt nú Daniel Johansen, Hjalti K. Djurhuus, Niklas Kruse og Aron Clementsen [...] vinna fulla úrtøku – fyri fyrstu ferð síðani 12. mai. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði heimaliðið seg framum. Sveinur Justinussen, sum er B68 toppskjútti við átta málum, skoraði, eftir at Emil Ronaldsson
kavi aftur og hevur funnið eigaramannin eftir næstan 41 árum úti í føroysku náttúruni. Tað er Johan Groth Danielsen, sum átti - ella eigur - ringin, og sum nú hevur fingið hann aftur, eftir at hann hevur [...] Charles Olsen hevur til ítriv at ganga við metallfinnara, og leygardagin í farnu viku var hann so mikið heppin at koma fram á ringin. – Ringurin lá faktiskt eini 15 sentimetrar niðri í moldini, so eg varð [...] moldini á einum stykki við Sandagerð. Ringurin er eftir øllum at døma dottin av fingurinum, meðan Johan G. Danielsen hevur hoyggjað eina ferð afturi í 1979, og hevur síðani ligið har líka til nú, tá Charles