Fiskivinna
Tað kann ganga skjótt hvønn vegin, ikki minst í vinnuni, og tað er verri enn so alt, tú kanst gjøgnumskoða í góðari tíð.
Um hesa tíðina í fjør sá ógvuliga svart út hjá tí partinum av okkara fiskiflota, sum fiskaði tey bíligari botnfiskasløgini. Oljan var vorðin hundadýr og ísfiskatrolarar, sum mugu brúka nógva olju fyri at fáa fisk, høvdu tað rættiliga trupult.
Nógv var frammi um okkara lemmatrolarar, sum brenna nógva olju. Fleiri vórðu lagdir, men tað vóru eisini eigarar av partrolarum sum hildu, at nú var tíð at gevast, meðan teir enn kundu svara hvørjum sítt.
Í dag – minni enn eitt ár seinni – er vent í holuni, sum vit plaga at siga.
Bunkringaroljan til skipini er vorðin næstan hálva triðju krónu bíligari, enn tá hon var dýrast, upsafiskiskapurin hevur verið góður, og meðan tey dýraru fiskasløgini eru fallin drastiskt í prísi, hevur prísurin á upsa hildið sær væl.
Eitt av feløgunum, sum gjørdi av at leggja tveir ísfiskatrolarar í mai mánaða í fjør, loysir nú skipini aftur.
Tað er P/F Vár, sum eigur Nornagest og Columbus í Vestmanna.
Viðurkenning
Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt víða um heimin og fólk, sum eiga nøkur oyru at ansa eftir, eru farin at ansa betri eftir pengapunginum.
Nógv eru farin at ansa sær í keypi av vørum, men mettuna vilja øll hava. Tí keypa tey tær vørur, sum geva mettuna, men sum ikki kosta tað hvíta úr eygunum.
Dýraru fiskasløgini sum eitt nú toskur og hýsa eru ikki so attraktiv í fíggjarliga truplum tíðum. Fólk leita sær eftir góðum, men bíligari fiskavørum.
Og tað er her, at tey finna upsan, sum eina góða og lutfalsliga bíliga fiskavøru.
Reiðari, sum herfyri var í útlandinum og eitt nú vitjaði í stórari matvøruketu, sigur, at fólk í størri mun enn áður leita sær eftir bíligum fiski.
- Eg skilti á fólki, at nógvir handlar, sum selja vørur, ið ikki eru neyðugar, hava lítið at gera, meðan matvøruhandlarnir framvegis hava nógv viðskiftafólk, sigur hann.
Og tað er júst í matvøruhandlunum, at fólk fara eftir teimum bíligaru fiskavørunum, sum soleiðis verða eftirspurdar og kunnu seljast fyri hampiliga góðan prís.
Sær væl út
Í vár hevur prísurin á upsa til landingar í Føroyum ligið upp ímóti seks krónum fyri kilo. Fiskiskapurin hevur verið sera góður, og menn hava kent nógvan pening, samstundis sum roknast má við, at skiparaksturin soleiðis eisini hevur verið á góðari leið.
Tá upsin hevur gýtt, sum hann nú hevur, er vanligt, at avreiðingarprísirnir fella nakað, og soleiðis er eisini, nú avreiðingarvirði liggur á umleið 5,40 fyri kilo.
Reiðarar, sum gera partrolarar og lemmatrolarar út, eru tó rímiliga væl nøgdir við gongdina í løtuni, og teir halda, at um prísurin á upsa kanska fellir eini 25 oyru aftrat, verður royndin kortini lønandi, um fiskiskapurin framhaldandi verður nøkulunda góður.
Vanligt er, at upsaprísurin kvinkar uppeftir aftur, tá summarið er farið at halla, og heystið er komið.
Niðurstøðan er, at hjá teimum, sum fiska upsa, er støðan ikki ringast í løtuni.