Í meiri enn átta vikur hevur støðan í næstbestu fótbóltsdeildini verið misvísandi. Orsøkin var tann, at dysturin í sjeynda umfari millum B68 og Giza Hoyvík, sum skuldi verið spældur fyri tveimum mánaðum síðani, varð útsettur.
Í gjárkvøldið varð hann spældur, og B68 vann 1-0 á Svangaskarði. Tað leyp ikki so nógv av. Giza Hoyvík málverjin, Petur Meinhard Magnussen, sum vaks upp í B68, helt tætt, inntil tað restaðu fýra minuttir.
B68 var omaná og trýsti, og gestirnir vóru fleiri ferðir framvið í mótálopum. Fýra minuttir undan dystarloki fekk B68 fríspark á brotsteigarmarkinum. Bólturin varð sendur í manngarðinum, Albert Róin Johannesen var fyrstur á returbóltinum, og so var 1-0.
Giza Hoyvík hevði stóran møguleika at javna, men úr málteiginum varð bólturin sendur í krovið á B68 málverjanum Ragnari Lindholm.
Úrslitið ber við sær, at tað eru tvey stig fram til NSÍ, sum er á triðja plássi, og sum hevur +16 í málum sammett við B68. Triðja plássið kann bera uppflyting við sær
B68-Giza Hoyvík 1-0 (0-0)
1-0: Albert Róin Johannesen 86.
Støðan
AB 24 stig
KÍ 23 stig
NSÍ 22 stig
B68 20 stig
HB 17 stig
Víkingur 16 stig
Suðringar 13 stig
B36 11 stig
Giza Hoyvík 10 stig
ÍF 0 stig
12. umfar
Týsdagin 13. juni
Víkingur-KÍ
ÍF-Suðringar
NSÍ-Giza Hoyvík
B36-AB
HB-B68