Ein giftingarringur, sum varð burtur í 1979, er nú komin undan kavi aftur og hevur funnið eigaramannin eftir næstan 41 árum úti í føroysku náttúruni.
Tað er Johan Groth Danielsen, sum átti - ella eigur - ringin, og sum nú hevur fingið hann aftur, eftir at hann hevur ligið í moldini á einum stykki við Sandagerð.
Ringurin er eftir øllum at døma dottin av fingurinum, meðan Johan G. Danielsen hevur hoyggjað eina ferð afturi í 1979, og hevur síðani ligið har líka til nú, tá Charles Olsen fann hann.
Charles Olsen hevur til ítriv at ganga við metallfinnara, og leygardagin í farnu viku var hann so mikið heppin at koma fram á ringin.
– Ringurin lá faktiskt eini 15 sentimetrar niðri í moldini, so eg varð noyddur at grava eitt hol, fyri at fáa hann upp, sigur Charles Olsen, sum fyrst helt, at hann hevði bert funnið ein ølpropp.
Les meira um giftingarringin ha Johan Groth Danielsen í Vikuskiftissosialinum.