Meira enn nakar annar, so hevur ÍF í ár verið liðið, ið er komið afturíaftur í fleiri dystum – enntá fleiri ferðir upp í slag. Men tá fuglfirðingar í gjár vóru og vitjaðu runavíkingar á lántum heimavølli í gjár, hendi júst tað øvugta, tí til fimm minuttir vóru eftir, hevði ÍF trý stig í hondini, men endaði við ongum.
Ikki var stórt meira enn ein minuttur farin av dystinum, so hevði heimaliðið lagt seg á odda við einum dreymahøggi frá nýggja verjuspælaranum, Andras Brixen Vágsheyg, sum bleiv púra leysur eftir eitt innkast í høgru síðu, og løtuna eftir tað kundi NSÍ saktans fingið eitt mál aftrat, men Jákup Mikkelsen vardi væl fyri.
So líðandi tóktist ÍF seta seg á alsamt meira av spælinum, og løn fyri stríðið fingu fuglfirðingar smáar 10 minuttir fyri hálvleik, tá Øssur Dalbúð var hægstur eftir hornaspark í vinstru síðu og javnaði til 1-1.
Gestirnir stóðu fyri nógvum restina av fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna eftir steðgin, tá teir eisini mestsum beinanvegin løgdu seg á odda 2-1 við einum máli frá Boga R. Petersen, ið tók av við aftaru stong eftir sending innfyri úr høgru síðu.
– Tað var øgiliga skuffandi at koma afturum beinanvegin í dystinum, men vit fótaðu okkum og spældu væl. Vit vistu, at vit kundu fáa eitt mál upp á deyðbóltar, tí vit í miðal eru hægri enn teir. Vit fingu javnað fyri steðgin og komu so á odda við einum góðum máli stutt eftir steðgin, segði ÍF-venjarin, Albert Ellefsen, eftir dystin.
– Eg haldi sjálvur ikki, at vit fingu tamarhald á dystinum tá. Tvørturímóti kom panikkur í, tí NSÍ arbeiddi øgiliga hart, og tað gav úrslit hjá teimum til endans. Enn eru tó níggju dystir eftir, so alt er ikki liðugt enn, hóast vit hesaferð mistu stig.
Spennandi endi
Hetta var eisini júst tað, sum hendi, tí í seinna hálvleiki koyrdi dysturin leingi í einum slagi av tómgongd, tí gott spæl sást bara í løtum. Ikki var altíð so gott skil á, og ta einu løtuna fór alt upp í skúm og fleiri gul kort fullu. Men sum dystinum leið, legði NSÍ meira og meira trýst á, og tað gav so úrslit ímóti endanum.
Fimm minuttir vóru eftir, tá Jákup Mikkelsen ikki kláraði at halda einum høgum bólti, og so var innskifti Haraldur R. Højgaard á honum og fekk prikað bóltin inn til 2-2. – Tað var nakað heilt serligt at koma inn á Svangaskarði og spæla í gulum búna, og so eisini at koma inn og vera við til at venda dystinum. Eg sá, at Einar skjeyt eitt innlegg, sum var eitt sindur kiksað, og sum Jákup ikki loftaði ordiliga, so eg koyrdi eftir honum, tí hasin bólturin skuldi bara inn, segði Haraldur, sum í summar skifti frá B68 til NSÍ.
Eftir hetta bleiv tað brádliga sera spennandi, tí NSÍ koyrdi nógv á, og tað gav eisini møguleikar í báðum endum.
Seks minuttir blivu lagdir aftrat, og tá Klæmint A. Olsen fyri triðju ferð fór um koll inni í ÍF-brotsteiginum, peikaði dómarin, Páll Augustinussen, á brotssparksblettin. Klæmint, ið fekk viðger eftir fallið, mátti útum og kundi ikki skjóta sjálvur, so í staðin bleiv tað Einar Tróndargjógv, sum so seint um í 96. minutti kundi seta bóltin í netið við einum hørðum skoti, so NSÍ vann 3-2.
– Hetta var tað, vit fóru eftir og vónaðu, og vit eru glaðir fyri at standa eftir sum vinnarar. Men vit vita, at ÍF er næstfremsta liðið í kappingini og hevur eitt gott lið, so vit høvdu eisini trupulleikar í løtum. Bæði liðini eru sterk upp á deyðbóltar, so dysturin lá leingi og vigaði á slíkum støðum, segði NSÍ-venjarin, Heðin Askham.
– Hinvegin vil eg siga, at hetta var nokk so rótut og kundi farið báðar vegir. Dysturin var so mikið opin í seinna hálvleiki, at eitt mál lá og lúrdi alla tíðina, og at eitt so kom aftrat, kundu vit sjálvandi bara vera glaðir fyri. Men eg haldi, at tað arbeiðið, vit hava gjørt síðsta mánaðin, nú gevur úrslit.