Jákup á Rógvu Andreasen. Á øðrum borði var øvugt; har vann vestmenningurin Samson Højgaard á Kára Petersen. Á aftaru borðunum var remis. Vestmenningurin John Jacobsen var á 3. borði móti Heiðriki Jacobsen, [...] siglur sum maskinmeistari, var heimkomin, og Olaf, sum er nógv bundin av vikuskiftisarbeiði undir Tangafirði, hevði eisini gjørt seg leysan til dystin í dag. Martin Poulsen var ógvuliga væl upplagdur og [...] sigur í toppdystinum móti føroyameistarunum úr Sandavágs Talvfelag í fimta umfari í dag. Úrslitið var 3½-½. Sigurin ber í sær, at rættur spenningur nú er kyknaður upp millum oddaliðini í 1. deild um m
kvæðir. Hetta var í 1639, men tær uppskriftirnar fóru fyri skeyti í tí stóra eldsbrunanum, sum herjaði Keypmannhavn í 1728. Tær næstu kvæðauppskriftirnar, sum vit kenna til, eru frá, tá Jens Chr. Svabo í [...] at føroyska dansinum var lív lagað. Hann skrivar í sínum endurminningum, at hann í 1819 av Hentze prósti, vegna Canceliet, táverandi stjórnarráðsskrivstovan í Keypmannahavn, var biðin um at innsamla so [...] lidet ved om disse, da de nesten vare gangne ud af brugen, men ungdommens fornøilse nu mest bestod i at drikke brendeviin og synge skøgeviiser.« Jóhannes í Króki, ið var ein gudsóttandi maður, skrivar í
móti KÍF í Hoyvík, og H71 vann uppiborið 25-22. Lítið skipað spæl Dysturin var einki serliga væl leiktur, og fyri tað mesta var talan um rættuliga rótut spæl. Sum vant vardu kollfirðingar rættuliga offensivt [...] og álopini hjá kollfirðingum vóru eisini væl longri enn tey hjá H71. Álopsspælið hjá KÍF var tungt, og tað var týðuligt, at teir høvdu trupulleikar við at finna hol í verjuni hjá H71. Nógvir brendir møguleikar [...] eini offensivari verju. Tískil fekk H71 rættuliga nógv av sínum málum eftir einmansavrik, og serliga var tað liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, og leikandi venjarin, Henrik Gerster, ið stóðu fyri hesum avrikum
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá ið VÍF og H71 hittust í høllini í Vestmanna sunnudagin. Hesi bæði liðini hittust eisini í seinasta dystinum í grundspælinum, og tá endaði tað við javnleiki í Ho [...] dómarasamsýningar somuleiðis fóru til Reyða Kross. Hjá vestmenningum kom tað væl við, at Sámal Joensen var við aftur, eftir at hann hevur sitið uttan fyri í eina tíð við skaða. Við Sámali aftur á liðnum fekk [...] skiftust liðini um at hava leiðsluna, og sjáldan vóru fleiri enn tvey mál á muni millum liðini. Tað var týðuligt, at vestmenningar høvdu stórar trupulleikar av stóru skjúttunum hjá hoyvíkingum, og serliga
frøddi oyru; men forkunnugt og gevandi var tað at lýða á okkara fremsta klassiska guitarspælara Ólav Jakobsen í guitarkonsertini eftir Vivaldi, og gleðiligt var tað at uppliva gávuríka unga urguleikaran [...] Ólavur Hátún Hugaligt var tað at leita sær út í Vesturkirkjuna seinasta sunnudag, har flaggskipið í okkara tónleikalívi Føroya Symfoniorkestur bjóðaði til konsert. Í upplýsandi og greiðum tíðindaskrivi [...] i hevði orkestrið boðað frá, hvat ið var í vænti, og sanniliga vórðu vit ikki svikin. Beinanvegin, sum lagt varð fyri við gitnu chaconnuni hjá Purcell, varnaðist tú ein ljómandi strúkaraklang, sum er besta
Jens Chr. Carlsson Tórshavn Mikið rumbul stóð um starvssetanina av landsfornfrøðinginum, sum m.a. hevði við sær, at braneggjaða landsstýriskvinnan fekk sekkin, fyri ikki at hava fylgt almenna starvsse [...] starvssetanarpolitikkinum hjá landsstýrinum. (Sum um nakar politikkur yvirhøvur var!) Maðurin varð starvssettur. Harragud, hann hevði søkt starvið, fekk tað og byrjaði at arbeiða. Tað lá eingin ábyrgd á honum [...] honum fyri tann hurlivasa, sum stakk seg upp í kjalarvørrinum av tí politisku avgerðini, sum tikin var. Hann hevði og hevur krav upp á rættvísa viðferð. Uppaftur meira áttu vit at vanda okkum, tá tað ræður
hesaferð var mentur at standa ímóti í ógvuliga drúgvum talvi. Á fjórða borði er Dieter Nisipeanu. Hann umboðaði Týskland frá 2014 til 2023, tá vendi hann aftur til heimlandið. Árini frammanundan var hann fastur [...] endaúrslitið nakrantíð, tó at heildaravrikið ikki var øðrvísi enn í fleiri øðrum talvolympiadum. John Rødgaard, John Arni Nilssen, Bogi Ziska og Jens Chr. Hansen tryggjaðu okkum flotta sigurin fyri tretivu [...] Helgi hevði sterkasta rumenska telvaran ímóti sær. Bogdan Deac var undurbarn í talvi og stórmeistari longu 14 ára gamal. Nú er hann 22 ár og í topp 40 í heiminum. Í vár vann hann sterku Reykjavík Open
úr Klaksvík, búsitandi í Grønlandi. Hann var føddur í 1943. Hin var Richard Jacobsen úr Sandvík, sum var annar stýrmaður. Richard var føddur 7. februar í 1928. Var giftur við Emmy, eisini ættað úr Sandvík [...] Johansen í Havn. Hans Hedtoft, sum var 87 metrar til longdar, var útgjørt serliga til sigling í grønlendskum farvatni og var á tremur við nýtímans trygdarútgerð. - Maður mín var við einum øðrum skipi hjá Grønlendska [...] til fánýtis Av teimum 95 fólkunum umborð taldi manningin 40 og ferðafólkini vóru 55 í tali. Harav vóru 19 kvinnur og seks børn. Skiparin var høgt virdi Poul L. Rasmussen, sum var ein royndur grøndslandsfari
fríggjakvøldið vóru teir á aftur á palli fyri almenninginum í Havn. Karmurin um hesa forkunnugu konsert var Miðlahúsið í Vágsbotni. Og heilt gloymdir eru teir í hvussu so er ikki, tí har vóru ikki færri enn [...] lin í hesum døgum. Men at heisini hesin tónleikurin hevur sín tilverurætt hjá eini stórari fjøld, var hendan konsertin eitt dømi um. ? Tað verður ofta sagt, at tað er so lítið fyri tey ungu. men eg haldi [...] mangan hin frálíka vísusangaran, Hermann Jacobsen, sála, at hjálpa sær, men á konsertini í Miðlahúsinum var tað eitt annað kent navn í føroysku undirhaldsverðini, sum stuðlaði uppundir, nevniliga Robert McBirnie
eftir, hvar tey stóðu. Í grótbygninginum, sum var eitt megnartak í 30-árunum. Har høvdu nógv fólk gingið millum ár og dag, og hann helt fyri, at onkustaðni sita Chr. Matras, Janus Djurhuus og onnur smílast [...] Tað var hátíðardámur fríggjadagin á Gamla bókasavni á Debesartrøð, har Fróðskaparsetrið nú heldur til. Fyrstu føroysku stjórnmálafrøðingarnir fingu prógv handað, og tað er ein stórur dagur. ? Hetta kann [...] hevur sæð dagsins ljós á føroyska universitetinum, hava tey í trý ár verið royndarfólk. Spurningurin var havdur á lofti, hvussu nýggja barnið hjá Setrinum skal eita. Tá farið varð í gongd fyri trimum árum