Eftir at alt meiri ella minni steðgaði upp í eitt tíðarskeið hjá hoyvíkingum, sær tað nú út til, at H71 aftur hevur fingið glið á spælið hjá sær, og hetta hevur ført við sær, at teir nú aftur fáa nøkur stig til høldar. Sunnudagin spældu teir móti KÍF í Hoyvík, og H71 vann uppiborið 25-22.
Lítið skipað spæl
Dysturin var einki serliga væl leiktur, og fyri tað mesta var talan um rættuliga rótut spæl. Sum vant vardu kollfirðingar rættuliga offensivt, og hetta gjørdi sítt til, at H71 ongantíð slapp at spæla nakað flótandi hondbóltsspæl. Verjan hjá KÍF gjørdi allatíðina sítt til, at rútman í álopsspælinum hjá H71 skuldi brótast, og tað eydnaðist eisini teimum í ein ávísan mun.
Hinvegin so hevur H71 rættuliga nógvar mans, ið megna at gera nakað einsamallir, og slíkir spælarar eru góðir at hava ímóti eini offensivari verju. Tískil fekk H71 rættuliga nógv av sínum málum eftir einmansavrik, og serliga var tað liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, og leikandi venjarin, Henrik Gerster, ið stóðu fyri hesum avrikum.
Í hinum endanum av vøllinum vardu hoyvíkingar við flatari verju, og tá ið havt verður í huga, at kollfirðingar ikki eru av størstu monnum, tóktist hetta eisini skilagott, tí H71 hevur nógvar vælvaksnar leikarar, ið gera tað trupult hjá einum skjútta at koma upp um verjuna til skot.
Tað tóktist eisini sum um, at tað kostaði fleiri kreftir hjá KÍF at fáa bóltin í mál, og álopini hjá kollfirðingum vóru eisini væl longri enn tey hjá H71. Álopsspælið hjá KÍF var tungt, og tað var týðuligt, at teir høvdu trupulleikar við at finna hol í verjuni hjá H71.
Nógvir brendir møguleikar
Tað vóru hoyvíkingarnir, ið høvdu munin so at siga allan dystin, og uttan at taka nakað frá kollfirðingum, so hevði sigurin hjá H71 verið nakað størri, um ikki teir høvdu brent so ómetaliga nógvar opnar møguleikar. Antin stóð Óla Kristjan fyri teimum, ella vóru teir bara ov ósketnir í sínum skotroyndum.
Hjá H71 kemur tað dátt við, at sterki málverjin, Levi Nybo, er farin uttanlands í arbeiðsørindum og ikki verður aftur fyrr enn um ein lítlan mánað. Tíbetur fyri hoyvíkingar eru teir í teirri hepnu støðu, at teir hava tveir nærum javnt góðar málverjar, ið báðir eru landsliðsmálmenn. Umframt Levi er talan um Jens Skipagøta, og sunnudagin vísti Jens í løtum, hví hann verður roknaður sum ein av okkara allarbestu málverjum.
Høvdu munin
Sum áðurnevnt var H71 við yvirlutan bróðurpartin av dystinum, og hóast tað stóð á jøvnum 12-12 í steðginum, so hevði tú allatíðina varhugan av, at tað vóru hoyvíkingar, sum vóru omaná. Í seinna hálvleiki løgdu teir seg eisini skjótt á odda aftur, og fleiri ferðir vóru teir á odda við fýra málum. Dysturin tóktist avgjørdur, men tá ið góðir fimm minuttir vóru eftir at spæla, gjørdi KÍF ein vørr og minkaði um munin, so at H71 bert var á odda við einum máli, og so kom bráddliga eitt sindur av spenningi í aftur dystin.
Men tá ið fyrst Rógvi Weihe og síðani Gert Hansen hjá KÍF við stuttum millumbili fingu tveir minuttir, fingu fyrst Høgni M. Joensen og síðani Henrik Gerster tryggjað hoyvíkingum sigurin.
Spennandi mikukvøldið
Við sigrinum hevur H71 aftur lagt seg út í stríðið um heiðursmerkir, og í annaðkvøld skulu teir veruliga vísa, um teir møguliga ætla sær eitt sindur longur upp eftir stigatalvuni. Tá fáa teir nevnliga vitjan av oddaliðnum VÍF í Hoyvík.
Hóast vestmenningar eru illa raktir av skaðum, so megnaðu teir sunnudagin at vinna á steypavinnarunum úr StÍF inni á Skála, og tað verður tí uttan iva ein trupul uppgáva hjá H71 at gera nakað við oddaliðið.
Hinvegin hevur hetta hondbóltsárið ferð aftaná ferð víst okkum, at eingin dystur er avgjørdur, fyrr enn hann er leiktur, tí at øll liðini kunnu vinna á hinum.
KÍF skal eisini spæla ein spennandi dyst í annaðkvøld. Teir skulu hitta Neistan í høllini á Hálsi, og tað er lítið at ivast í, at Neistamenn við sigrinum hava fingið eitt sindur av hart tiltrongdum sjálvsáliti, og tí verða teir óivað truplir at basa hjá KÍF.
H71-KÍF 25-22(12-12)
H71: Halgir Dahl Olesen 9(2), Henrik Gerster 5, Chr. Eli Zachariassen 3, Høgni M. Joensen 2, Johnny Durhuus 2, Niels Viggo Niclassen 2, Esbern Patursson 1, Piti Negru 1
KÍF: Regin Petersen 5, Petur Martin Poulsen 4, Eddie Joensen 4(2), Gert Hansen 2, Arnbjørn Hansen 2, Jóan Pauli Olsen 2, Mirko Milinkovic 1, Rógvi Weihe 1, Teitur Joensen 1
Brotskøst: H71 3(2), KÍF 2(2)
Útvísingar: H71 4, KÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen