Jens Chr. Carlsson
Tórshavn
Mikið rumbul stóð um starvssetanina av landsfornfrøðinginum, sum m.a. hevði við sær, at braneggjaða landsstýriskvinnan fekk sekkin, fyri ikki at hava fylgt almenna starvssetanarpolitikkinum hjá landsstýrinum. (Sum um nakar politikkur yvirhøvur var!) Maðurin varð starvssettur.
Harragud, hann hevði søkt starvið, fekk tað og byrjaði at arbeiða. Tað lá eingin ábyrgd á honum fyri tann hurlivasa, sum stakk seg upp í kjalarvørrinum av tí politisku avgerðini, sum tikin var.
Hann hevði og hevur krav upp á rættvísa viðferð. Uppaftur meira áttu vit at vanda okkum, tá tað ræður um ein mann, ið tímir at koma uttanífrá til klettarnar at arbeiða við føroyskari fornfrøði. Hvar bleiv okkara blíðskapur sum fólk av, sum vit ofta erpa okkum av?
Eg skal ikki gera meg klókan uppá, um avgerðin at seta hann fram um ein føroyskan fornfrøðing var røtt út frá førleikanum hjá teimum báðum. Tað er ikki relevant longur. Tá maðurin er settur, er hann settur, og hevur krav uppá, í friði og náðum at sleppa at vísa, hvør dugur er í honum. Er hann sloppin tað? Nei, so langt ífrá!
Hugsa tær at byrja í einum nýggjum starvi sum almennur stovnsleiðari, har móttøkan er so kaldlig, at starvsfólkini nóg illa siga góðan dag og vælkomin. Onkur vendir reyv, onkur mutlar í ópleygaða skeggið, meðan illviljin lýsir av øðrum. Ikki er hetta júst til nakran sóma fyri okkum føroyingar. Ein stór skomm, serliga fyri Fornminnissavnið.
Sum um tað ikki var nóg mikið við hesi móttøkuni. Nú stendur at lesa í bløðunum, at starvsfólkini framvegis ikki binda frið. Nú hava tey kært sín leiðara fyri Mentamálaráðið. Gudarnir skulu vita fyri hvat. Eingin kann taka hetta fyri fult og ein spyr seg sjálvan, hvat tað næsta tiltakið verður hjá teimum.
Hvussu skal maðurin yvirhøvur sleppa at arbeiða undir slíkum korum? Hava vit havt tað so fram úr gott fornfrøðiliga sæð undir undanfarna landsfornfrøðingi, sum hevði starvið í 20 ár ov leingi og hvørs aðalmerki var, at einki hnedi og einki skuldi henda. Hann snorksvav og fekk einki av skafti. Nú sigst at hann fyri fyrstu ferð, síðani hann kom á Fornminnissavnið at arbeiða, er vaknaður til »dåd« og stendur á odda í herferðini at rudda hendan »formastelige« danskaran burtur, tí harra Thorsteinsson ikki fekk »sín« eftirmann settan sum landsfornfrøðing.
Nei, honum eigur í hvussu so er ikki at verða lurtað eftir. Helst er hann sovnaður við onkrum gomlum fornluti á skrivaraborðinum. Lat hann bert sova í friði, so ger hann í minsta lagi ikki fortreð.
Eini ráð til landsfornfrøðingin
Landsfornfrøðingurin sigst nú vera farin í holt við at kanna, um eitt gamalt, ússaligt hús í miðbýnum skal friðast.
Vælsignaður, lat teg ikki lokka til slíka býtta avgerð, tí tað er ein fjald dagsskrá aftanfyri at fáa teg til slíkt tvætl. Tað hevur einki við Anton Degns hús at gera, men hugskotið er at fáa landsfornfrøðingin at vassa út í óføri, so tað slepst av við hann.
Tað skuldi ikki undrað meg, at »medarbeiðararnir« á Fornminnissavninum við heilum huga taka undir við tær, at her má friðast.
Lat teg heldur ikki misnýta av onkrum óseriøsum býráðspolitikara í Havn, sum hoyrir til »gadens parlament«, og hvørs einasta endamál er at útvega sær nakrar atkvøður, so sessurin er tryggjaður eisini eftir næsta val og nøkur oyru koma í kassan tey næstu 4 árini.
Býráðið hevur løgfrøðiliga ongan møguleika fyri at sýta byggiloyvi ti leitt nýtt hús og at tað gamla verður niðurrivið.
Hvat er so til ráða at taka, tá lógin forðar býráðspolitikaranum og hann slotar, at her eru nakrar atkvøður at heinta til komandi val.
Vit mugu fáa landsfornfrøðingin inn á vøllin, so eru vit fríir fyri hesum máli. Málið steðgar so umsitingarliga í býráðnum, tí tað er í hondunum á friðingarmyndugleikanum. Helst arbeiðir hann so seint, at avgerðin hjá honum kemur eftir valið og tá er tað fullkomiliga líkamikið, hvør niðurstøðan er.
Eitt hús, sum einki er eftir av av fornum, stendur har og gløðir. Um nakar yvirhøvur veit hvør Anton Degn var, er í dag kanska líkamikið, men hví eitt hús bert skal friðast, tí at Anton Degn hevur búð har, nei, tað skilja vanlig fólk ikki, tí har er einki fornfrøðiligt virði í hasum »umvældu« húsunum. Tak og flyt tey út á Reyn ella annað stað, um tit veruliga halda at nakað virði er í teimum yvirhøvur.
Umhvørvið har á staðnum er langt síðani oyðilagt og eitt nýtt hús hevði bert fríðkað miðbýin. Einki fornfrøðiligt atlit er at taka.
Fari tí at geva okkara landsfornfrøðingi tey ráð, at hann vandar sær í hesum máli, at hann ikki dansar eftir nøkrum látipípum, sum hann ikki veit hvør blæsur í. Tað finnur hann helst ikki útav, fyrr enn ov seint er.