verður 70 metrar langur og 20 metrar breiður, og goymslan fer at rúma umleið 5.500 tonsum av salti. Í einum horni í bygninginum verður gjørt pláss til amboðini, sum felagið brúkar, og síðan verður eitt loft [...] um Inni á Rætt á Toftum. Magni Johannesen, stjóri, sum eigur og rekur M.J. Saltsøluna, sigur, at arbeiðið ætlandi byrjar í hesi vikuni, og sambært sáttmálanum verður byggitíðin tilsamans 14 mánaðir. Hann [...] umsiting. M.J. Saltsølan, sum hevur røtur aftur í fimmtiárini, selir millum 14.000 og 16.000 tons av salti um árið og er soleiðis størsti veitari á hesum marknaðinum í Føroyum.
ávikavist 22 og 20 ára gamlar, og tað er ikki óvanligt, at tær liva longri enn so. Men ringmerkingarstaðið var eisini áhugavert. Súlan var nemliga merkt á hólmunum Hovsflesa uppi við Lofoten, og er hetta bert [...] vóru onkrar aðrar. Tó var hesin fuglurin rættiliga serstakur, fyrst og fremst tí at hann var ringmerktur sum ungi hin 13. juli í 1998 og gjørdist sostatt næstan 24½ ára gamal. Hetta er møguliga elsta súlan [...] úr Norðurbretlandi, millum annað Orkneyoyggjunum. Súlur liva leingi, og elsta súlan, sum fólk vita um, gjørdist 37 ár, 4 mánaðir og 16 dagar gomul. (Kelda: Føroysk Ringmerking á Facebook)
fram málningar við foto og collagu. Síðani Plátufelagið Tutl varð stovnað fyri 20 árum síðani, hevur altíð stórur dentur verið lagdur á at hava tætt samband millum tónleikin og myndlistina. Hvønn gerandisdag [...] bæði vísusangur, fólkatónleikur, jazzur og klassiskur tónleikur, bæði einstaklingar og smærri bólkar spæla. Framsýningin hjá Philippe Carré heldur á alt summarið til og við september mánað. Fernisering verður [...] Síðani summar ?97 hevur Fløguhandilin Tutl av og á givið listarfólkum møguleika at sýna fram verk síni í handlinum. Astrid Andreassen hevur havt grafikk, og Ova sýndi í samband við fløguútgávu sína ?Maður
kilo. Hinvegin helt svartkalvaprísurin sær, og tey 26 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni, fóru fyri 20,35 krónur fyri kilo. Umleið 15 tons vóru av brosmu og eini 12 tons av longu. Brosma II fór fyri 8,49 [...] Íslandi og á Íslandsrygginum. Eitt av skipunum hevði rættiliga nógva blálongu, men hon fekk ikki líka góðan prís í dag sum teir seinastu dagarnar. Í vóru 42 tons av blálongu á uppboðssøluni, og hon fór [...] krónur, longa II fyri 9,58 krónur, og longa III fekk meðalprísin 9,52 krónur. Knappliga 45 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 15,49 krónur, toskur II fyri 15,51 krónur og toskur III fyri 15,19 krónur. Tey
tilsaman sum formaður í B36 í 20 ár. Sámal Ímundarson tók annars stutt saman um og bjóðaði stóru fjøldini ? harímillum ein røð av fyrrverandi leikarum ? vælkomnum til hátíðardagin, og fleiri nýtti høvið at siga [...] Ímundarson er formaður felagsins í dag, og hann dró fram í røðu síni tver menn, sum hava havt serliga stóran týdning fyri felagið. Talan er um Arnold Alla Hansen og Kristian á Neystabø. Alli var formaður [...] 1974, og tað sigur seg sjálvt, at við einum so longum formansskeiði, hevur Alli í stóran mun gjørt sína ávirkan galdandi. Eisini Kristian á Neystabø hevur drúgt tíðarskeið sum formaður felagsins, og í fleiri
enn tær væntaðu og nú funnu tær ikki oman aftur, og høvdu gingið seg fastar. Men tær vóru kortini betri fyrireikaðar til ein slíkan túr, enn so nógv onnur eru, tí tær høvdu kort við og sostatt vistu tær [...] metra hædd. Løgreglan sigur, bjargingarlið varð fráboðað og tey fóru beinanvegin at leita. Og tá ið kvinnurnar bæði vistu áleið, hvar tær vóru, og hvussu høgt uppi tær vóru, gekk ikki leingi at finna tær [...] tær. Tær vórðu sostatt fingnar oman aftur á slætt og longu klokkan 22.20, var alt liðugt.
FIFA-limaland, og teir vóru sanniliga tendraðir til dystin, og vunnu eisini dystin 2-0. Albert Bunjaku gjørdist stóra hetjan hjá Kosovo við at skora bæði málini. Tað fyrra beint undan steðginum, og tað seinna [...] um eitt gott føroyskt avrik hendan dagin, og tað er at vóna, at tað verður munandi betri ímóti Kosovo hesaferð. UEFA Nations League dysturin millum Kosovo og Føroyar í Pristina byrjar klokkan 19.45 mánakvøldið [...] Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Kosovo og Føroyar í Frankfurt í Týsklandi 3. juni í 2016.
Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag. Føroyar og Ukraina spæla 13. apríl klokkan 17.45. Danmark og Montenegro [...] pingini hjá monnum. Danmark og Føroyar undir sama taki Hóndbóltssambandið skrivar, at sum áskoðari kanst tú gera kvettið, tí tú sleppur at síggja føroysku stríðsmenninar og donsku heimsmeistararnar sama [...] Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð. Av tí, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøv, má føroyska manslandsliðið spæla sínar dystir uttanlands. Tann fyrsti heimadysturin var í Skjern Arena, komandi
eitt mál, tá ið ein tími var farin, so skrædnaði, og HB vann 5-0. Pætur J. Petersen setti hol á, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og hann økti til 2-0, tá ið ein tími var farin. Tíggju minuttir undan [...] í VFF kappingini. Heimaliðið vann 5-0, og Pætur J. Petersen skoraði hattrikk. Hann skoraði trý tey fyrstu málini. Nýggja Skálaliðið var í verjukendari útgávu, og nógv tað mesta av tíðini var HB í álopi [...] J. Petersen brotsspark til mál og so var hatttrikkið veruleiki. Fýra minuttir seinni átti Pætur J. Petersen uppleggið, tá ið miðvallarin Mathias Nygaard økti til 4-0, og Adrian Justinussen staðfesti 5-0
Føroya, og tá er Larry Ford við í ferðalagnum. Sama kvøldið kl. 20 verður stór sangløta í Ebenezer, har Larry Ford kemur at syngja. Umframt Larry koma Ebenezerkórið og Dupultkvartettin at luttaka, og eisini [...] til Føroya 1. oktober og syngur á stórari sangløtu í Ebenezer um kvøldið saman við Dupultkvartettini og Ebenezerkórinum. Dagarnar frammanundan hevur hann sungið í Svøríki, Noregi og Danmark. Á konsertunum [...] síðan 1978 og eru kendir av øllum føroyingum fyri sín vakra sang, sum oftast framførdur acapella, tvs. uttan ljóðføri. Teir hava eisini sungið uttanfyri landoddarnar og hava givið plátur, bond og fløgur út