Hondbóltur: Føroyar fáa heimavøll í Keypmannahavn

13. apríl spæla Føroyar og Ukraina í undankappingardysti í Royal Arena í Keypmannahavn

Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum spælir komandi heimadystin í Royal Arena í Keypmannahavn. Hesum boðar Hóndbóltssamband Føroya frá í dag. 

 

Tað verður leygardagin 13. apríl, at Føroyar taka ímóti Ukraina í undankappingardysti í stásiligu arenuni í Keypmannahavn, sum seinastu vikurnar eisini hevur verið karmur um nakrar dystir í heimsmeistarakappingini hjá monnum.

 

 

Danmark og Føroyar undir sama taki

 

Hóndbóltssambandið skrivar, at sum áskoðari kanst tú gera kvettið, tí tú sleppur at síggja føroysku stríðsmenninar og donsku heimsmeistararnar sama kvøld.

 

Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag.

 

Føroyar og Ukraina spæla 13. apríl klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð.

 

Av tí, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøv, má føroyska manslandsliðið spæla sínar dystir uttanlands. Tann fyrsti heimadysturin var í Skjern Arena, komandi heimadystur verður í Royal Arena, men enn er ikki greitt, hvar triði og seinasti EM-dysturin skal spælast.