Nógv tað mesta av teimum 157 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var fiskur frá trimum línuskipum, sum høvdu roynt undir Íslandi og á Íslandsrygginum.
Eitt av skipunum hevði rættiliga nógva blálongu, men hon fekk ikki líka góðan prís í dag sum teir seinastu dagarnar. Í vóru 42 tons av blálongu á uppboðssøluni, og hon fór fyri 7,75 krónur í meðal fyri kilo. Hinvegin helt svartkalvaprísurin sær, og tey 26 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni, fóru fyri 20,35 krónur fyri kilo.
Umleið 15 tons vóru av brosmu og eini 12 tons av longu. Brosma II fór fyri 8,49 krónur, brosma III fyri 8,47 krónur, longa II fyri 9,58 krónur, og longa III fekk meðalprísin 9,52 krónur.
Knappliga 45 tons vóru av toski. Toskur I fór fyri 15,49 krónur, toskur II fyri 15,51 krónur og toskur III fyri 15,19 krónur.
Tey 157 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri tvær milliónir krónur.










