Dupultkvartettin syngur saman við Larry Ford

Tíðindaskriv

Kendi amerikanski gospelsangarin Larry Ford kemur til Føroya 1. oktober og syngur á stórari sangløtu í Ebenezer um kvøldið saman við Dupultkvartettini og Ebenezerkórinum. Dagarnar frammanundan hevur hann sungið í Svøríki, Noregi og Danmark. Á konsertunum í Hirtshals 27. og í Keypmannahavn 30. september syngur Dupultkvartettin í Ebenezer eisini.

Dupultkvartettin í Ebenezer er boðin til Danmarkar síðst í hesum mánaðinum at syngja á tveimum konsertum saman við kenda amerikanska gospelsangaranum Larry Ford. Tann fyrra verður í Hirtshals hókvøldið 27. september kl. 19 í Nordsømuseet, Multihallen, Willemosevej 2, og tann seinna sunnukvøldið 3. september kl. 19 í Keypmannahavn í “Templet”, salinum hjá Frelsunarherinum á Frederiksberg Allé 9. Dupultkvartettin kemur at hita upp, áðrenn Larry Ford kemur á pallin, men kemur eisini at syngja nakrar sangir saman við honum.


Á Danmarkarferðini kemur Dupultkvartettin eisini at syngja í Kristnastovu í Birmavej 36 á Amager. Tað verður á fundinum fríggjakvøldið 28. september kl. 20 (sí heimasíðuna hjá Kristnastovu: www.kristnastova.dk). Sunnumorgunin 30. september kl. 10.30 syngur Dupultkvartettin á fundinum hjá Kristent Fællesskab, Højnæsvej 60, Rødovre.


Mánamorgunin 1. oktober kemur Dupultkvartettin aftur til Føroya, og tá er Larry Ford við í ferðalagnum. Sama kvøldið kl. 20 verður stór sangløta í Ebenezer, har Larry Ford kemur at syngja. Umframt Larry koma Ebenezerkórið og Dupultkvartettin at luttaka, og eisini verður felagssangur á skránni. Øll eru hjartaliga vælkomin til sangløtuna, sum verður ókeypis, og vóna vit, at Ebenezer verður fult tað kvøldið.


Larry var her í 2004


Larry Ford hevur verið einaferð áður í Føroyum. Tað var í mai 2004, tá ið hann sang á konsert í eini fulsettari ítróttarhøll á Eiði. Larry Ford er ein av kendastu gospelsangarum í USA. Hann hevur sungið southern gospel tónleik í mong ár bæði sum solistur og í so kendum kvartettum sum The Blackwood Brothers. Eisini hevur hann sungið nógv við í bólkinum Homecoming Friends hjá Bill Gaither, sum telur nógvar av bestu southern gospel sangarum og tónleikarum. Nógvir føroyingar kenna tey frá fløgum og videobondum, har tey syngja nógvar av kendu ensku og amerikansku sálmunum. Meira um Larry Ford á heimasíðu hansara: www.larryford.com.


Ikki er neyðugt at siga so nógv um Dupultkvartettina í Ebenezer. Teir hava sungið at kalla uttan íhald síðan 1978 og eru kendir av øllum føroyingum fyri sín vakra sang, sum oftast framførdur acapella, tvs. uttan ljóðføri. Teir hava eisini sungið uttanfyri landoddarnar og hava givið plátur, bond og fløgur út.