VIDEO: Kosovo vann sín fyrsta altjóða dyst ímóti Føroyum

(Video) Tað var ein stór løta fyri kosovanar, tá teir 3. juni í 2016 í Frankfurt í Týsklandi vunnu 2-0 á Føroyum

Í føroyskari fótbóltssøgu stendur dysturin ikki so frammaliga, men í Kosovo er talan um ein sera minniligan dyst.


Vit eru í Frankfurt í Týsklandi 3. juni í 2016. Fyri Føroyar er tað ein venjingardystur. Fyri Kosovo er talan um fyrsta altjóða skrásetta dystin sum FIFA-limaland, og teir vóru sanniliga tendraðir til dystin, og vunnu eisini dystin 2-0. 

 

Albert Bunjaku gjørdist stóra hetjan hjá Kosovo við at skora bæði málini. Tað fyrra beint undan steðginum, og tað seinna í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Talan var ikki um eitt gott føroyskt avrik hendan dagin, og tað er at vóna, at tað verður munandi betri ímóti Kosovo hesaferð.

 

UEFA Nations League dysturin millum Kosovo og Føroyar í Pristina byrjar klokkan 19.45 mánakvøldið. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Kosovo og Føroyar í Frankfurt í Týsklandi 3. juni í 2016.