Á móttøkuni í sambandi við 75 ára dagin hjá B36 kendi formaðurin, Sámal Ímundarson, seg noyddan at nevna tveir av fyrrverandi formonnunum. B36 hevði móttøku í dag í sambandi við, at felagið fyllir 75 ár.
Sámal Ímundarson er formaður felagsins í dag, og hann dró fram í røðu síni tver menn, sum hava havt serliga stóran týdning fyri felagið. Talan er um Arnold Alla Hansen og Kristian á Neystabø.
Alli var formaður í samfull 28 ár fram til 1974, og tað sigur seg sjálvt, at við einum so longum formansskeiði, hevur Alli í stóran mun gjørt sína ávirkan galdandi.
Eisini Kristian á Neystabø hevur drúgt tíðarskeið sum formaður felagsins, og í fleiri umførum hevur hann sitið tilsaman sum formaður í B36 í 20 ár.
Sámal Ímundarson tók annars stutt saman um og bjóðaði stóru fjøldini ? harímillum ein røð av fyrrverandi leikarum ? vælkomnum til hátíðardagin, og fleiri nýtti høvið at siga nøkur orð.