við gulli SIC er ein av teimum bólkunum, sum heilt sikkurt skulu heiðrast. Bólkurin hevur seinasta árið havt so nógv at fáast við, at ein eyka kalendari mátti upp at hanga. SIC í dag Bólkurin hevur havt [...] fyriskipari av túrinum hjá SIC í Danmark herfyri. Meiningin við túrinum var sjálvandi at fáa SIC út um Føroyar og á eitt hægri støði. The next level. SIC í studio Tað var týsdagin 24. januar, at SIC saman [...] jørðina. Hettar eru tónleikarar í topklassa, tá myrkrið tekur yvir, tó uttan at deprimera nakran rundan um seg. Tvørtur ímóti. Fólkið samlast og inspirerast av øllum teimum ymisku vibratiónunum, ið smitta av
gera tað eitt sindur øðrvísi, fortelur Beinta av Reyni. Meðan hon stendur í kjallaranum heima hjá abbanum í Føroyum, hyggur hon út gjøgnum kjallaravindeygað. - Útsýnið gjøgnum vindeygað hjá abba var sera [...] skoðbrá. Men eg vísti teimum so eina skitsu av tí, eg hevði hugsað mær at gjørt, og síðani vórðu vit samd um, hvussu tað skuldi síggja út, greiðir Beinta av Reyni frá. Hon málaði eina mynd við náttúru í bakgrundini [...] eg fekk døturnar báðar, greiðir unga listakvinnan frá. Tað hevur gingið væl hjá Beintu hetta hálva árið, hon hevur tikist við listina fulla tíð. Hon hevur havt fleiri framsýningar. Ynskið hennara er at
partin av útreiðslunum til undirsjóvarunlarnar, minka útreiðslurnar hjá tunlunum góðar fimm milliónir um árið og tað fer helst at føra til, at prísirnir fyri at koyra ígjøgnum teir, fer at lækka. John Johannessen [...] seta hesa játtanina á fíggjarlógina. Men tað vistu limir í fíggjarnevndini ikki av! - Vit høvdu tosað um at flyta raksturin av undirsjóvartunlunum yvir í landskassan. Men tað var ikki ætlanin, at tað skuldi [...] nóg stórum álvara, tá ið slíkt kann fara fram? Nei, tað verður tað ikki. Men kortini hendur tað ár um ár. Vil hava tíðarfreist Vilhelm Johannessen vísir á, at sum er, skulu tingmál, ið skulu viðgerast
dystinum. Finaln er vís Og við áttu málum at geva av, skal tað altso vera ógvuliga løgið, um ikki Stjørnan triða árið á rað skal vera partur av steypafinaluni. Sjálvandi skal skinnið ikki seljast, fyrr enn [...] mál í 15 minuttir Fyrstu longu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran bank til heimaliðið. Fyrst og fremst, so løgdu liðini dentin á varið spæl fyri steðgin. Tað [...] Eyka gearini Eftir steðgin tóktist dysturin halda fram eftir at kalla sama leisti. Fyrstu tekinini um, at gestirnir ætlaðu sær at tátta skrúvuna, komu tó spakuliga til sjóndar, tá einir tíggju minuttir
mío kr. Fíggjarstøðan Í ársroknskapinum hjá Tórshavnar Kommunu er Tórshavnar Havn bólkað fyri seg. Árið í fjør gjørdist eisini rímiligt gott hjá Tórshavnar Havn, sum kundi vísa á eitt positivt ársúrslit [...] n er voksin rættiga nógv í hálvfemsunum. Í 1997 lá skattainntøkan hjá størstu kommununi í landinum um 300 milliónir. Hendan myndin av skattainntøkunum hjá Tórshavnar Kommunu samsvarar eisini við búskaparligu [...] Kommunu skyldast hægri skattargrundarlag. Hann sigur, at vit serliga skulu skoðað gjaldførið hjá Kommuni, um vit skulu meta, hvussu væl fyri kommunan er. Heri er eisini samdur við tí sjónarmiðið, at gongdin hjá
vetur. Tjaldur hevur vanliga havt eina tilveru í botninum, og árið í ár hevur ikki verið nakað undantak í so máta. Talan hevði bert verið um eittans stig higartil í kappingini, so hóast StÍF ikki tykist [...] Tjaldrinum. Løgdu hart út Tað var tó rættiliga skjótt greitt, at talan so avgjørt ikki fór at gerast um nakran avgreiðsluspurning hjá heimaliðnum sunnudagin. Meðan strandingar tóktut ikki sørt dólskir fyrstu [...] sær av niðasta sessinum á stigatalvuni, sum nú er heimahoyrandi hjá Kyndli, og megna teir at leingja um góðu taktirnar frá sunnudegnum, so er einki at ivast í, at alsamt fleiri stig fara at koma í posan
Onglandi. Í hinum bólkinum eru Danmark, Finnland, Ísland og Slovakia. Serliga íslendingar hava gjørt um seg. Teir megnaðu 0?0 ímóti Slovakia, og teir smurdu Danmark av 3?0. Danmark vann 2?1 á Finnlandi, [...] Olsen var dómari, tá Ísland og Slovakia spældu málleysan javnleik. ? Vit høvdu roknað við, at dysturin um sjeynda plássið leygardagin fór at standa millum okkum og Ísland. Soleiðis verður tað ikki, tí Ísland [...] ásannar, at breiddin í hesum árganginum á føroyska liðnum er ikki tann, sum hon hevur verið okkurt annað árið, men hann heldur, at liðið hevði betri uppiborið í fyrsta dystinum, sum var ímóti Onglandi. ? Eftir
ferðast. Tá vóru báðar um 80 ára aldur. Fyrsta ferðin gekk til Pólands, og eitt árið gekk leiðin við bussi til París. Eisini hava tær báðar verið í summarhúsi í Danmark, har tær koyrdu um stóran part av Jútlandi [...] arbeiðsgenta hjá millum øðrum Jens Mohr, Edward Mitens og dr. Lynge. Giftist Theodor við Keldu Tá Gigga var um 20 ára gomul, kom Theodor við Keldu úr Leirvík til Klaksvíkar at arbeiða. Fyrst á posthúsinum og síðani
góð 3.800 tons, men í fjør fiskaðu teir eini 300 tons færri, ella góð 3.500 tons. Talan er sostatt um ein vøkstur í ár upp á 7%. Men tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur miðalprísurin ikki verið [...] enn hann var í fjør, tí í fjør var hann 19,86 krónur fyri kilo í miðal, men í ár er hann farin niður um 18,50 krónur fyri kilo. Fiskiskapurin av hýsu er næstan tvífaldaður, úr 186 tonsum í fyrsta ársfjórðingi [...] fiskiskapi í fyrsta ársfjórðingi í ár, tí hon er seld. Somuleiðis helt Rasmus Effersøe á Tvøroyri uppat um mánaðarskiftið februar-mars, tvs, at hann misti ein mánaða av fyrsta ársfjórðingi í ár, samstundis
skrivstovubygningur í sekstan hæddum, og so hevur hann eisini ætlanir um onkran handilsbygning í umbúna. Enn er tó ikki greitt, um tað verður veruleiki. [...] vita, at eg varð ársins undangongumaður, sigur Jákup. Jákup leggur dent á, at hann ikki er einsamallur um at reka fyritøkuna, men at hann er á einum góðum liði av føroyingum. Sameigari er Jákup (Poli) Purkhús [...] leigararnir eisini eru væl nøgdir. Jákup lat sín fyrsta handil upp í 1986 í Føroyum, og tað var Skemman. Árið eftir valdi hann eisini at royna seg í Íslandi, tá tann fyrsti handilin lat upp har yviri. Síðani