Sama søgan í Svøríki

Føroysku dreingirnir fáa ikki mál, tá teir hava møguleikar, og tá teir gera mistøk, eru mótstøðumenninir avgjørdir

Í hesi vikuni er føroyska U?17 landsliðið í Luleå í Svøríki, har teir kappast í árligu NM kappingini. Hesa ferð eru føroyingarnir í bólki við Onglandi, Noregi og Svøríki. Týsdagin spældu Føroyar ímóti Onglandi, og mikukvøldið var Noreg á skránni.
Tað hevur onkra ferðina roynst betur hjá føroyingum, enn tað hevur gjørt hesa ferð. Báðir dystirnir endaðu við 4?0 tapi. Í gjárkvøldið skuldu Føroyar spæla ímóti Svøríki. Vánirnar vóru ikki heilt góðar, tí Svøríki megnaði 2?2 ímóti Noregi, meðan Svøríki tapti 5?2 ímóti Onglandi.
Í hinum bólkinum eru Danmark, Finnland, Ísland og Slovakia. Serliga íslendingar hava gjørt um seg. Teir megnaðu 0?0 ímóti Slovakia, og teir smurdu Danmark av 3?0. Danmark vann 2?1 á Finnlandi, og Finnland vann 1?0 á Slovakia. Dagfinn Olsen var dómari, tá Ísland og Slovakia spældu málleysan javnleik.
? Vit høvdu roknað við, at dysturin um sjeynda plássið leygardagin fór at standa millum okkum og Ísland. Soleiðis verður tað ikki, tí Ísland hevur staðið seg so væl. Men kanska verður tað ímóti Danmark.
Tað sigur Bill Jacobsen, venjari hjá U?17 landsliðnum. Hann ásannar, at breiddin í hesum árganginum á føroyska liðnum er ikki tann, sum hon hevur verið okkurt annað árið, men hann heldur, at liðið hevði betri uppiborið í fyrsta dystinum, sum var ímóti Onglandi.
? Eftir 1. hálvleik var málleyst, og tá spældu vit upp til teir á øllum økjum. Hagtølini staðfesta hetta. Teir høvdu fýra hornaspørk, og vit høvdu trý. Teir høvdu tvær góðar royndir ímóti málinum, sum Gunnar Nielsen ? hann varð eftir dystin kosin at vera besta føroyski spælarin ? bjargaði, og Jóhan Petur Poulsen, Páll M. Joensen og Emil N. Leifsson høvdu góðar royndir ímóti eingilska málinum.
Eftir steðgin var gongdin ikki ókend. Ongland fekk brotsspark, tá 26 sekund vóru farin, og teir skoraðu aftur í 54., 61. og 70. minutti. 2?0 málið var ikki serliga harðlig skotroynd úr stórari fjarstøðu, sum fór millum nógvar spælarar. Tá teir skoraðu til 3?0 og 4?0 vóru verjuspælarar snýttir, og uppbakkingin kiksaði.
Málskjúttarnir vóru úr Aston Villa, Milwall og Sheffield Wednesday. Og hinir eingilsku spælararnir vóru úr kendu eingilsku feløgunum.
Ofta hava onkrir eingilskir spælarar verið framúr í NM kappingunum fyri U?17 landslið, og so eru teir seinni vornir heilt kendir í eingilskum fótbólti. Hesa ferð hava teir í Svøríki serliga lagt til merkis Adrian Tettgrew úr Chealsea. Hann skoraði fýra mál ímóti Svøríki.

Tríggir stútarar eftir horna
Ímóti Noregi gekst Føroyum mótsatt, sum tað gjørdi ímóti Onglandi. Trý av teimum fýra málunum vórðu skorað í 1. hálvleiki. Í 2. hálvleiki var føroyska liðið betri við síðsta stóra hálva tíman, og teir høvdu tríggjar royndir ímóti norska málinum, men teir fingu einki mál.
? Øll trý málini í 1. hálvleiki vórðu stútað eftir horna. Vit kendu væl hornasparkskombinatiónirnar hjá teimum, men vit megnaðu ikki at byrgja uppfyri. Teir høvdu seks risastórar spælarar í okkara brotsteigi, tá teir høvdu horna. Um teir høvdu havt ein ella tveir, so kundu vit kanska megnaði at byrgt fyri, men vit hava ikki so nógvar spælarar, ið eru stórir og góðir í høvuðspælinum, sigur Bill Jacobsen.
Besti maður á báðum liðunum verður kosin eftir hvønn dyst. Eftir dystin ímóti Noregi varð Páll M. Joensen kosin besti føroyski spælarin.

Liðið
Í báðum teimum fyrstu dystunum var føroyska liðið mannað við teimum somu ellivu frá fyrsta bríksli. Teir eru Gunnar Nielsen, HB ? Fritleif í Lambanum, ÍF, Jústinus Hansen, NSÍ, Poul N. Joensen, VB, Jónas Þór Næs, HB ? Bogi Hermansen, B36, Mikkjal T. Hentze, B71, Emil N. Leifsson, HB, Jóhan Eivind R. Mouritsen, HB ? Páll M. Joensen, HB, Jóan Petur Poulsen, B68.
Í dystinum ímóti Onglandi vóru fimm útskiftingar. Í 67. minutti varð Steffan Kalsø, KÍ, settur á vøllin fyri Páll M. Joensen og Teitur R. Joensen, Skála, kom inn fyri Mikkjal T. Hentze. Í 73. minutti kom Urbanus Olsen, KÍ, inn fyri Jóhan Petur Poulsen, Símun Louis Jacobsen, GÍ, fyri Jónas Þór Næs og Ove Magnussen, B68, fyri Jóhan Eivind R. Mouritsen.
Teir báðir, sum ikki komu inn, vóru eykamálverjin Heini Christiansen, Skála, og U?15 landsliðsspælarin Kristian Mouritsen, HB.
Í dystinum ímóti Noregi vórðu tríggjar útskiftingar framdar. Í 52. minutti kom Steffan Kalsø inn fyri Jóhan Petur Poulsen, í 67. minutti kom Símun Louis Jacobsen inn fyri Mikkjal T. Hentze, og í 69. minutti avloysti Kristian Mouritsen eldra beiggjan Jóhan Eivind R. Mouritsen.
Umframt spælararnar og venjaran eru hesi við í føroyska ferðalagnum: Pætur Clementsen er hjálparvenjari, Heri Olsen liðleiðari, Álvur Hansen og Sóley Mikkelsen ferðaleiðarar og Fanny Kruse er fysioterapeutur.