Hondbóltur, menn
Tað var ikki væntandi, at Tjaldur skuldi fara at gera nakað serligt við StÍF, tá grannarnir á Skálafjørðinum fóru undir fyrstu lokaluppgerðina í vetur.
Tjaldur hevur vanliga havt eina tilveru í botninum, og árið í ár hevur ikki verið nakað undantak í so máta. Talan hevði bert verið um eittans stig higartil í kappingini, so hóast StÍF ikki tykist eins sterkt og áður, so skuldi hetta verið ríkiliga nógv til at bast Tjaldrinum.
Løgdu hart út
Tað var tó rættiliga skjótt greitt, at talan so avgjørt ikki fór at gerast um nakran avgreiðsluspurning hjá heimaliðnum sunnudagin.
Meðan strandingar tóktut ikki sørt dólskir fyrstu løtuna, so legði Tjaldur sera bragdliga fyri, og við stórspælið frá Zoran Sarcevic og Mortani Hansen løgdu teir sjógv ímillum liðini bæði. Strandingar gjørdu skjótt av at taka eitt time-out fyri at fáa skil á støðuna, men hóast hetta, so batnaði einki serligt, og tá hálvleikurin var hálvrunnin stóð fimm til heimaliðioð og 13 til gestirnar.
Størsti trupulleikin hjá Tjaldrinum hevur í ár verið, at leikararnir ikki hava orkað nóg væl, og eina løtu sá eisini út til, at tað skuldi eydnast StÍF at toga seg inn aftur seinasta partin av fyrra hálvleiki. Teir royndu at seta ferð á álopsspælið, og til tíðir eydnaðist hetta eisini, men tá Tjaldur so samstundis megnaði at taka ferðina av, tá teir høvdu bóltin, so gjørdist ikki so øgiliga nógv hjá illa sperdu heimamonnunum.
Mundu tveitt burtur
Umframt trupulleikan við orkuni, so hevur Tjaldur eisini tann trupulleikan, sum so ofta fylgir einum botnliði. Leikararnir eru ikki vanir við at vera á odda í einum dysti, og tískil er skjótt, at sálarliga trýstið gerst ov stórt, tá teir brádliga hava møguleikan at avgera ein dyst.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var hetta eisini sera sjónligt. Tað var ikki endiliga tí at strandingar nú spældu so einastandandi væl, men einki av tí, sum at byrja við riggaði so væl hjá Tjaldrinum fekst nú at ganga eftir vild. Innspælingar á strikuna kiksaðu ferð eftir ferð, skotroyndirnar vóru ikki nóg neyvar, og í verjuni fekst heldur ikki at hanga saman.
Time-out varð tikið, men hóast hetta, so tóktist einki at batna, og strandingar fingu nú strítt seg upp á javnleik, 18-18.
Útlendska ávirkanin
Tá omanfyristandandi trupulleiki verður nevndur, so hoyrir tað tó eisini við til søguna, at á liðnum hjá Tjaldri eru tríggir sterkir útlendingar, sum allir hava sínar royndir, og tá tað veruliga stóð á í seinna hálvleiki, traðkaðu hesir eisini til, soleiðis at sigurin kom heim.
Hagtølini fyri dystin siga, at av teimum 11 málunum, sum Tjaldur fekk í seinna hálvleiki, skutu útlendskir leikarar tey níggju, og har afturat eigur eisini at leggjast allar tær bjargingar sum Cajan Lacok í málinum framdi. Ferð eftir ferð megnaði hann at lesa skotroyndirnar av, og eisini dugdi hann sera væl at fáa frið á, tá nýggj álop skuldu fáast í lag, soleiðis at óneyðugir bóltar ikki vórðu tveittir burtur hesa løtuna.
Úr botninum
Við sigrinum slapp Tjaldur sær av niðasta sessinum á stigatalvuni, sum nú er heimahoyrandi hjá Kyndli, og megna teir at leingja um góðu taktirnar frá sunnudegnum, so er einki at ivast í, at alsamt fleiri stig fara at koma í posan.
Sum sagt telir liðið tríggjar frægar útlendskar leikarar, og tá leikarar við landsliðsevnum so sum Sverri Justinussen og Mortan Hansen so eisini eru á liðnum, borgar tað so í øllum fyri einari ávísari góðsku.
Stóri trupulleikin í hesum sambandi er tó tann, at breiddin í hópinum tykist vera alt ov lítil, og tá venjingarstøðan heldur ikki er hin besta, kann hetta geva trupulleikar. At breiddin er lítil var sera sjónligt sunnudagin, har liðið spældi fyrra hálvleik uttan yvir høvur at skifta út, og har bert eykamálverjin og ein útleikari vórðu nýttir av beinkinum í seinna umfarinum.
Hetta er ein trupulleiki, sum ikki er so øgiliga lættur at loysa, men hesa ferð viðførdio hann so ikki, at leiðslan varð tveitt burtur seinastu minuttirnar. Spurningurin er so, at hetta eisini heldur, tá Tjaldur komandi vikuskiftið vitjar Kyndil.
Dysturin í tølum:
StÍF-Tjaldur 25-28 (11-17)
Málskjúttar:
StÍF: Artur Johansen 6, Marius Joensen 4, Costin Dumitrescu 4(1), Bent Djurhuus 3, Andre Danielsen 3, Leivur Justinussen 3, Jón Rasmussen 1
Tjaldur: Dragan Stojovic 8, Mortan Hansen 7, Zoran Sarcevic 7(1), Sverri Justinussen 4, Hartvig Joensen 2
Brotskøst: StÍF 1, Tjaldur 2
Útvísingar: StÍF 4, Tjaldur 2
Diskvalifikatión: StÍF 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum og Eyðun Samuelsen. Høvdu tamarhald á tí mesta, og ikki minst var tað hugaligt at síggja, tá settu leikarar upp á pláss, heldur enn bara at nýta tveir fingrar fyri lítið og lætt.