Stóru trolararnir havt eitt ringt ár higartil

Lemmatrolararnir hava fiskað fyri næstan 15 milliónir minni tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn teir fiskaðu fyri um somu tíð í fjør

 

Fiskiskapur


Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá teimum føroysku lemmatrolarunum higartil í ár.

Tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, hava djúpvatnstrolararnir, sum teir eisini verða nevndir, fiskað fyri næstan 15 milliónir krónir færri, enn teir fiskaðu fyri í sama tíðarskeiði í fjør.

Ein fyribils uppgerð yvir fiskiskapin hjá lemmatrolaranunum vísir, at fyrsta ársfjórðing í ár, fiskaðu teir fyri góðar 31 milliónir.

Men tað er onki afturímóti tí fiskiskapi, teir høvdu í fyrsta ársfjórðingi í fjør, tí tá fiskaðu teir fyri slakar 46 milliónir. Sostatt er avreiðingarvirðið hjá lemmatrolarunum í ár minkað næstan ein heilan triðing, ella 32%.

Orsøkin til at fíggjarliga úrslitið hjá lemmatrolarunum er so nógv verri í ár, enn tað var í fjør, er, at prísurin á fiskinum, teir hava avreitt í ár, er lækkaður nokk so fitt afturímóti tí, hann var í fjør.

Hinvegin hevur fiskiskapurin verið heldur frægari í fyrsta ársfjórðingi í ár, enn tað var í fjør.

Fyrsta ársfjórðing í ár, fiskaðu teir góð 3.800 tons, men í fjør fiskaðu teir eini 300 tons færri, ella góð 3.500 tons. Talan er sostatt um ein vøkstur í ár upp á 7%.

Men tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur miðalprísurin ikki verið meiri enn 8,17 krónur fyri kilo, í sama tíðarskeiði fjør var hann fast í 13 krónur fyri kilo, ella yvir 4,80 krónur meiri fyri kilo.

Djúpvatnstrolararnir fiska mest av upsa, kongafiski og teimum sløgum, sum eru bólkað undir ?onnur fiskasløg?.

Sostatt fiskaðu teir 338 tons av toski í fyrsta ársfjórðingi í fjør, sum teir avreiddu fyri 6,7 milliónir. Men í ár hava teir fiskað eini 100 tons færri, ella 240 tons, sum eru avreidd fyri góðar 4,4 milliónir . Afturat vánaligari fiskiskapi, hevur toskaprísurin í ár verið umleið 1,50 lægri fyri kilo enn hann var í fjør, tí í fjør var hann 19,86 krónur fyri kilo í miðal, men í ár er hann farin niður um 18,50 krónur fyri kilo.

Fiskiskapurin av hýsu er næstan tvífaldaður, úr 186 tonsum í fyrsta ársfjórðingi í fjør, upp í góð 350 tons í sama tíðarskeiði í ár.

Men tíverri fyri teir, er hýsuprísurin kavaður, tí í fjør var hann 13,70 krónur fyri kilo, men í fyrsta ársfjórðingi í ár, hevur hann verið undir 9,50 krónur fyri kilo, tað eru 4,30 krónur - til 4,40 krónur minni, fyri kilo.

Fyrsta ársfjórðing í fjør avreiddu lemmatrolararnir hýsu fyri góðar 2,5 milliónir, men í ár hava teir ikki avreitt hýsu fyri meiri enn góðar 3,3 millión, hóast fiskiskapurin er næstan tvífaldaður.

Annars er fiskiskapurin hjá lemmatrolarunum broyttur heilt fitt. Fyrsta ársfjórðing í fjør, fiskaðu teir 526 tons av upsa, 1.176 tons av kongafiski, og 1.311 tons av øðrum fiskasløgum. Hinvegin vísir fyribilsuppgerðin uppgerðin, at í fyrsta ársfjórðing í ár, hava teir fiskað næstan 1.400 tons av upsa, men færri enn 900 tons av kongafiski og góð 950 tons av øðrum fiskasløgum.

Samstundis eru prísirnir á øllum hesum fiskasløgunum fallin, summi heilt munandi. Fyrsta ársfjórðing í fjør var miðal prísurin á upsa, 5,61 krónur fyri kilo, í ár er hann fallin niður á beint yvir 4 krónur fyri kilo. Kongafiskaprísurin er fallin úr 10,94 krónur fyri kilo, niður í beint yvir 9 krónur, tvs, hann er fallin 1,80- 1,85 krónur fyri kilo.

Men serliga nógv er prísurin á ?øðrum fiskasløgum fallin? í fjør fingu lemmatrolararnir 15,82 krónur fyri kilo av ?øðrum fiskasløgum?, men fyrsta ársfjórðing í ár, hava teir ikki fingið meiri enn góðar 10 krónur, prísurin er sostatt fallin umleið 5,70 krónur fyri kilo.

Í fjør avreiddu lemmatrolararnir upsa fyri 2,948 milliónir (5,6 milliónir í ár), teir avreiddu eisini kongafisk fyri 12,864 millión ( 8,1 millión í ár) og í fjør avreiddu teir eisini onnur fiskasløg fyri 20,744 milliónir (slakar 9,7 milliónir í ár).



Við fyrivarni

Annars skal viðmerkjast, at hesi hagtølini skulu takast við eitt sindur av fyrivarni, tí tey kunnu vera eitt sindur misvísandi.

Eitt nú er lemmatrolari, Beinta, av Tvøroyri, ikki í fiskiskapi í fyrsta ársfjórðingi í ár, tí hon er seld.

Somuleiðis helt Rasmus Effersøe á Tvøroyri uppat um mánaðarskiftið februar-mars, tvs, at hann misti ein mánaða av fyrsta ársfjórðingi í ár, samstundis sum nýggi Rasmus Effersøe ikki rættiliga kom í fiskiskap.

Og at enda kann viðmerkjast, at vágstrolarin, Sancy og fuglafjarðartrolarin,Boðasteinur, mistu ein hálvan mánaða í part av fyrsta ársfjórðingi, tí Sancy er seld av landinum og Boðasteinur varð seldur til Vágs ístaðin.

Somuleiðis siga teir, sum vara av lemmatrolarum, at hjá nógvum av hinum, hevur árið í ár ikki verið verri enn tað var í fjør.