Anfinn Kallsberg lokkaði samgonguna í eina fellu, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár varð samtykt.
Tað eru tað meiri enn ein løgtingslimur í samgonguni, sum halda.
Og Vilhelm Johannessen, sum eisini er limur í fíggjarnevndini, váttar, at Anfinn Kallsberg fekk Løgtingið at samtykkja eina játtan, sum tey ikki vistu av.
Tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár varð samtykt í Løgtinginum, var John Johannessen úr Javnaðarflokkinum serliga atfinningarsamur ímóti samgongufelaganum, Anfinni Kallsberg í Fòlkaflokkinum.
Tað endaði við, at Løgtingið samtykti at hereftir skal landskassin betala tað, sum undirsjóvartunlarnir kosta at reka. Hetta hevur annars altíð verið útreiðslur, sum tunnilsfeløgini sjálvi hava goldið. Ella við øðrum orðum: Tað eru tey, sum hava koyrt ígjøgnum tunlarnar, sum hava betalt hesar útreiðslurnar. Men nú landskassin skal yvirtaka hendan partin av útreiðslunum til undirsjóvarunlarnar, minka útreiðslurnar hjá tunlunum góðar fimm milliónir um árið og tað fer helst at føra til, at prísirnir fyri at koyra ígjøgnum teir, fer at lækka.
John Johannessen skuldsetti Anfinn Kallsberg fyri at hava lumpað og lirkað hesa játtanina upp á fíggjarlógina, uttan at nakar visti av tí.
Og Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður váttar, at tað var ikki ætlanin, at tað skuldi enda soleiðis.
Vistu ikki av tí
Tað var fíggjarnevndin sjálv, sum mælti Løgtinginum til at seta hesa játtanina á fíggjarlógina.
Men tað vistu limir í fíggjarnevndini ikki av!
- Vit høvdu tosað um at flyta raksturin av undirsjóvartunlunum yvir í landskassan. Men tað var ikki ætlanin, at tað skuldi koma at standa í tilmælinum frá fíggjarnevndini til Løgtingið, sigur hann.
Hann sigur sostatt, at Anfinn Kallsberg hevði fingið hetta við í tilmælið frá fíggjarnevndini, uttan at aðrir limir í samgonguni visti av tí.
Men skriva allir limir ikki undir tilmælið frá fíggjarnevndini?
Jú, men tað er ein spurningur, hvussu nágreiniliga ein lesur álitið, áðrenn tað verður skrivað undir. Tað er skrivarin hjá nevndini, sum skrivar álitið og vit vóru í svárari tíðarneyð, tí tingið skuldi til hús fyri jól.
- Tá kunnu kunnu smálutir vera, sum vit ikki hava varnast, tá ið vit skrivaðu undir og hetta er so ein av teimum, sigur Vilhelm Johannesen.
Annars heldur hann ikki, at hetta hevur so prinsipiellan týdning, sum partamaðurin, John Johannessen vil vera við í aðrari grein her í blaðnum.
- Tað haldi eg ikki, hóast tað eru almenn partafeløg, sum umsita undirsjóvartunlarnar, eru tað eisini partamenn hjá Anfinni Kallsberg, sum vilja hava, at tað skal vera heilt ókeypist at koyra ígjøgnum teir.
Gjørdu ein rossahandil
Men tá ið politikarar so varnaðust, at tað var við í tilmælinum frá fíggjarnevndini, at landskassin skuldi yvirtaka útreiðslur frá undirsjóvartunlunum, kom rumbul í.
Tá kravdu tinglimir, at eisini fleiri aðrar játtanir skuldi samtykkjast, annars atkvøddu teir ikki fyri hesi ætlanini hjá Anfinni Kallsberg.
- Tað endaði við, at Strandferðslan fekk fimm milliónir, sum eru markaðar til at lækka prísin á ferðaseðlum. Harafturat skulu fleiri aðrir vegir geras og ymiskt annað.
Hetta var altso ein góður gamal rossahandil, sum varð gjørdur?
Tað kanst tú kalla tað. Men tað er ikki óvanligt í politikki, at slíkir handlar verða gjørdar.
Men verður løgtingsarbeiðið tikið í nóg stórum álvara, tá ið slíkt kann fara fram?
Nei, tað verður tað ikki. Men kortini hendur tað ár um ár.
Vil hava tíðarfreist
Vilhelm Johannessen vísir á, at sum er, skulu tingmál, ið skulu viðgerast áðrenn tingið fer í summarfrí, leggjast fram í seinasta lagi 5. mars.
- Vit áttu at havt eina sama slag tíðarfreist fyri tingmál, sum skuldi viðgerðast fyri jól, heldur hann.
Hann sigur, at nú verður tingskipanin endurskoða og í hesum sambandi fer hann at virka fyri, at tíðarfreist verður sett á.
- Í ár vórðu uppskot løgd fyri Løgtingið í sjálvari jólavikuni, hóast tey skuldu koma í gildi longu 1. januar og tað er ikki ílagi.
Hesuferð var hetta ikki trupulleikin. Hesuferð varð tað fíggjarnevndin sum brúkti so drúgva tíð til viðgerðina, at hon varð ikki liðug fyrrenn í jólavikuni?
- Tað er rætt. Fíggjarnevndin fekk málið til viðgerðar 6. oktober og skuldi sostatt verið liðug 6. desember, tí hon skal ikki hava meiri enn tveir mánaðir til viðgerðina. Men hesuferð var nevndin ikki liðug fyrrenn 19. desember, ella tvær vikur seinni enn hon skuldi og tí komu vit í tíðarneyð.
Ùrslitið av øllum hesum er, at avlopið á fíggjarlógini, sum varð ætlað at vera góðar 70 milliónum, tornaði niður í 50 milliónir.
Tað eydnaðist ikki at fáa fatur á Anfinni Kallsberg, áðrenn blaðið fór til prentingar.