fiska. Føringar vóru ikki sjómenn, høvdu helst ikki tørv á at sigla, tá vit fingu allar neyðugar vørur við fremmandum skipum, hetta var helst orsøkin til okkara vantandi sjómensku. Ikki tí, tá vit fyrst høvdu [...] serliga av Fólkaflokkinum, er slett ikki so galin, hon hevur bara útsjóndina ímóti sær. Hesi alment fíggjaðu vinnutólini stóðu seg ikki nógv betur enn dangurnar, men tíbetur var breið semja millum fiskimenn [...] kortini ikki rindast av Føroya fólki, men av skattaborgaranum, tí elskuligu støddini, sum letur alt um seg ganga. Skattaborgarin ger nógv fyri Føroya fólk, sum heldur landinum uppi, og tað er ikki ókeypis
goymd sum reyðargull. Søgan var henda: Eg var av blaðnum Sosialinum biðin um at skriva ummæli, teir, ið har starvaðust, høvdu frætt, at eg hevði stóran áhuga fyri list ? og ikki minst fyri tí, ið Ingálvur [...] 500 talmerktum eintøkum og verður ikki endurprentað. Tilrættalegging og prent: Estra, Gøtu. Í innganginum verður fyrst sagt nakað um málningalistina her á landi. ? Ikki fyrrenn í tríatiárunum kom rættilig [...] samstundis fáa at vita nakað um málningalist her á landið ? og somuleiðis um henda listarmann, á teirra egna máli. Men enn meira fær viðkomandi ið hevur ognað sær bókina, at vita um listarmannin við at blaða
HB. Tað er altíð opið, tá talan er um grannauppgerð í Gundadali. Men B36 tykist ikki vera girað til at stríðast um FM. Spurningurin er heldur, um talan fer at verða um broytingar í summarfrítíðini. Tá tað [...] við ellivu monnum í meiri enn ein hálvleik ikki eydnast at vinna á tíggju NSÍ monnum, ber tað boð um, at ikki alt er, sum tað skal vera. Tað kunnu teir ikki vera nøgdir við í felagnum, sum vann FM og [...] fjør. HB var allan fyrra partin av kappingini oddalið, og HB er oddalið, nú landskappingin er farin í fýra vikur langa summarfrítíð. Í stigum er leiðslan uppaftur meiri sannførandi, enn hon var undan v
hvussu trupult og hættisligt tað er at fara inn og út á hesum almenna stovni: Vit mugu ansa eftir ikki at detta um eina jarngátt undir úthurðini. Komin innum ganga vit í einari hálvmyrkari korridor við múrs [...] sjálvan stovnin. Hon (trappan) hevur træverju á báðum síðum óivað ætlað fólkið at styðja seg til. Trupulleikin er bara tann, at træverjurnar – breið brettir upp og niður – kunnu als ikki nýtast til tað ætlaða [...] steintrappuni. Hon er ein deyðsfella. Undir verandi umstøðum eiga eldri fólk og serliga tey, ið eru tung upp á sporið, at geva hesum gætur, tá ið tey hava ørindi á TAKS, Smyrilsvegur 7. Tað er tó ikki neyðugt
Einskiljing Sosialurin/Rás2: Viðurskiftini á partabrævamarknaðinum eru ikki til vildar. Tað er støðan í flogvinnuni heldur ikki, og tí var tað rætt av landsstýrinum at gera av at bíða við at einskilja ein størri [...] Eg vil siga, at tað er kanska óheppið, at einskiljingartilgongdin er seinkað, men hon er ikki løgd í eina skuffu. Hon er seinkað orsakað av støðuni á marknaðinum, og eg trúgvi, at eitthvørt felag í heiminum [...] felagnum brádliga broytir kós og vísir frá tí, sum upprunaliga bleiv sagt. Men Johan Dahl er ikki so eymur um íleggjararnar. Hann vísir á, at tann privata íløgan, sum er gjørd í Atlantsflog, man vera ein
Einasta ferðin neyðugt var hjá løgregluni at blanda seg uppí tiltakið, var tá ein fullur maður hevði brotið brillurnar hjá einum av vaktunum í høllini. Talan var í hesum føri ikki um nakað harðskapsmál. Annars [...] niðan brekkuna, og sluppu hesir ikki avstað aftur vegna hálku. Løgreglan í Runavík var annars úti í sambandi við Dr. Bombay tiltøkini, men boðar hon frá, at sera friðarligt var, hóast mongu gestirnar. Tó varð [...] gongd. Men beinleiðis harðskapur er eingin farin fram um vikuskiftið. Eins og vanligt varð onkur tikin fyri at koyra við kenning. Hesuferð var talan um tveir vilførarar, og varð annar av teimum tikin í sambandi
, enn hon var í tinginum mánadagin. Men tað er ein erlig søk! Vit hava øll loyvi at hava okkara meining. Hetta tykist Ingeborg Vinther ikki hava skilt. Hon segði mánadagin, at Óli Breckmann ikki kann loyva [...] kann siga, at Óli ikki royndi, Ingeborg. Fólkið vildi bara ikki keypa produktið hjá honum. Tað var ikki hansara skyld. Tey, sum starvaðust á Dagblaðnum siga, at fyritøkan eisini var sjáldsama illa rikin [...] rikin Og at arbeiðsdisiplinin var út av lagi vánalig. Men Óli kann ikki gera við, at hann ikki dugdi, og at evnini vóru so smá. Tí hvaðani skal ein maður, sum aldrin hevur arbeitt í fríari vinnu, fáa tær
tá umvælingararbeiðið ikki var byrjað, sleppa børnini kanska ikki í skúla rættstundis eftir summarfrítíðina. Eigil Hentze er varaskúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð. Hann hevur ikki havt stórvegis við málið [...] Tá avgjørt var at fara undir umvælingar í skúlanum á Ziskatrøð, fingu foreldrini at børnum í 1. til 6. flokki skriv um, at seinasti skúladagur áðrenn summarfrítíð-ina var 9, juni, og at umvælingararbeiðið [...] Lómaklett, skúlastjóra, men hann var á fjalli í gjár. Arbeiðið er nakað seinkað, men tað ávirkar ikki skúlagongdina eftir summarfrítíðina, sigur Eigil Hentze. Ávirkar ikki undirvísingina Hava børnini
og hennara val. Kortini kann hon ikki kallast kvinnusakshøvundur í vanligari merking. Heldur kemur í leikum hennara ein kritikkur til sjóndar av nútíðar kvinnunum fyri ikki at tora ella at vilja síggja [...] undirhildnan gjøgnum alla tað 1½ tíma langu framførsluna. Tveir leikarar skiftast um at spæla lík. Eg veit ikki hvør teirra var á pallinum sunnukvøldið. Men tað er væl klárað, at liggja á einum palli 1½ tíma [...] meginpartin av verkunum lýsir hon viðurskiftini hjá nútíðar menniskjanum gjøgnum eina abstrakta og óveruliga framseting av samfelagnum og umheiminum, sum ofta kann minna um sonevdnu “absurdu” leikirnar
timbri; t.v.s., at um hampplantan yvirtók træídaðin, hevði hon also givið fýrfalt útkast. Vit nýta petroleum til at gera plastikk; petroleum er ikki ein rávøra, ið kann endurnýggjast. Um mann brúkti hamp [...] tað vóru ikki vísindaligar kanningar, ið gjørdu, at marijuana-plantan varð skrásett sum klassa 1 evni, heldur var tað fráveran av hesum kanningum, ið var orsøkin. Lat meg undirstrika, at árið var 1970. Egeberg [...] fyri kongressina í 1948; útsøgnin hjá honum í 1937 um, at marijuana er størsta orsøkin til harðskap, var so dyggiliga afturvíst, so hesuferð tosaði hann um, at marijuana ger, at brúkararnir verða róligir