Urtin, ið varð skúgvað til viks

Cannabis Sativa Indica Ruderalis

Kapittul 1

“So segði Gud: “Jørðin skal bera gras, urtir, sum geva fræ, og frukttrø, sum bera frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi, á jørðini.” Og so varð; jørðin bar gras, urtir, sum góvu fræ, hvør eftir sínum slagi, og trø, sum bóru frukt við frænum í, hvørt eftir sínum slagi. Og Gud sá at tað var gott.” 1. Mósebók, kap. 1, v. 11-12.

“Framvegis segði Gud: “Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.”” 1. Mósebók, kap. 1, v. 29

“Alt tað, ið rørist og livir, skal vera tykkum til føði; sum Eg gav tykkum tær grønu urtirnar, so gevi eg tykkum tað alt.” 1. Mósebók, kap. 9, v. 3

“Ikki tað, sum inn fer í munnin, ger menniskjað óreint; nei, tað sum út fer av munninum, ger menniskjað óreint.” Matteus, kap. 15, v. 11

“Men Andin sigur beint fram, at á komandi tíðum skulu nøkur falla frá trúnni og halda seg til villeiðandi andar og lærdómur ilra anda, við hykli lygilærara, sum eru brennimerkir í síni egnu samvitsku, sum forbjóða at giftast og geva boð um at halda seg frá føði, ið Gud hevur skapt, fyri at tey sum trúgva og hava lært sannleikan at kenna, skulu njóta hana við tøkk. Tí allur skapningur Guds er góður, og einki at vraka, táið tikið verður ímóti tí við tøkk; tí tað verður halgað við orði Guds og bøn.” 1. Timoteusarbræv, kap. 4, v. 1-5.

“Gud fær jørðina at geva lekjandi urtir, ið tann vísi maðurin ikki eigur at skúgva til viks.” Sirach kap. 38, v. 4 (katólska bíblian)

Fyri at skilja søguna aftanfyri cannabis er neyðugt at peika út, at plantan er størsta keldan nakrantíð til biomassa í heiminum, og kann lættliga útvega brennievni til húsarhald um allan heimin, so at tørvur ikki longur hevði verið á teimum dálkandi lívrunnu brennievnunum, ið verða brúkt alla staðni. Bert hendan sannroyndin er óivað ein av størstu orsøkunum til, at plantan enn ídag er ólóglig. Hamp (marijuana) kann brúkast í staðin fyri alt træ-pappír, øll lívrunnin brennievni og flest av okkara fibrum. Tað kann gera alt frá dynamitt til plastikk. Tað er ein harðfør planta, ið kann veksa vilt so at siga alla staðni. 1 kvadratkilometur av hampi svarar til 4 kvadratkilometrar av timbri; t.v.s., at um hampplantan yvirtók træídaðin, hevði hon also givið fýrfalt útkast. Vit nýta petroleum til at gera plastikk; petroleum er ikki ein rávøra, ið kann endurnýggjast. Um mann brúkti hamp-cellulosu til at framleiða plastikk, hevði ikki verið neyðugt at brúkt burturav teimum svinnandi oljudepotunum á jørðini, tí hamp kann endurnýggjast óendaligt. Har eru so at siga óendaligir møguleikar við hamp- plantuni, sum m.a. heimasíðan NORML.org greiðir nærri frá. (4)

Menniskjað hevur í fleiri áratúsund notið gott av cannabis-plantuna, sum søguligar keldur vísa á:

Vevnaðurin av hamp-fibrum sum ídnaður byrjaði fyri 10,000 árum síðani, umleið sama tíðarskeiðið sum leirkerídnaður tók seg upp, og áðrenn metallídnaður.*

*Columbia History of the World, Harper & Row, New York, 1981. Í 27. øld fyri Krist mentu kinesarar “Ma” (cannabis hamp) til fibur, heilivág og urtabrúk annars. 3.700 ár seinni (ca. 1000 eftir Krist), kallaði Kina cannabis fyri “Tai-Ma,” ella “veldigt hamp,” fyri at skyna hamp frá teimum minnu fibur-plantunum, ið nú vóru bólkaðar undir víðfevnandi navninum fyri fibur, nevniliga “Ma.” (1) Hetta eru bert nøkur fá dømi frá heimssøguni, ið lýsa tað tætta sambandið millum menniskjað og cannabis-plantuna; har eru óteljandi aðrar keldur, gamlar sum yngri, ið vísa á sama óskiljandi samband.

Hamp er vorðið kriminaliserað síðan 1930 ́unum, sum John Craig Lupien, cand. mag. vísir á:

“Fleiri sera illgrunaverd viðurskifti eru viðvíkjandi demoniseringi av marijuana hjá Federal Bureau of Narcotics (FBN) í 1930 ́unum. Fyri tað fyrsta var aldrin eitt marijuana problem; henda framleidda sjúkan var eitt stórt svik frá miðlunum. Fyri tað næsta so vóru villeiðandi upplýsingarnir, ið FBN gav til fólkið, grundaðir á giting og leysatíðindi; uttanveltaði sannleikin og vísindaligi hátturin vóru stutt og greitt vrakaði.

Harafturat bæði kúgaðu og ignoreraðu FBN upplýsingar, ið vóru uttanveltaðir, óheftir og mótsøgdu teirra demonisering av plantuni. Øll mannagongdin hjá FBN við “marijuana upplýsing”-dagsskránni er eitt undrunarvert dømi um, hvussu lætt amerikanski almenningurin kundi verða lumpaður av einari snildari propagandaherferð.

Sætt í baksýni, so hevjar henda slóðin av svikafullum gerðum møguleikan um, at avgerðin hjá FBN um at demonisera marijuana er íbirt av fjaldum ætlanum. FBN tykist at hava demonisera marijuana fyri ætlanir, ið fóru langt yvir teirra heimild at lógliga skipa framleiðsluna og tørvin av heilivágnum.

Við øðrum orðum gjørdist FBN tann perfekti miðilin fyri kapitaláhugamálum, ið vildu steðga rørsluni fyri at skapa ein hamp-baseraðan pappírídnað. Marijuana var demoniserað av FBN í 1930 ́unum, orsakað av tí lovandi fíggjarligu framtíðini hjá hamp-plantuni.” (3)

So við og við sum mátarnir at umgera hamp til pappír og plastikk gjørdust betri og bíligari, stóðu ídnaðarharrar sosum William Randolph Hearst og Dupont til at missa stórar partar av inntøku. Hesir báðir ídnaðarharrarnir gjørdu alt, teir vóru mentir fyri at banna cannabisplantuna. Nevnast skal, at E. I. du Pont de Nemours and Company, vanliga nevnt DuPont, er eitt amerikanskt felag, ið framleiðir kemisk evnir. Teir hava m.a. uppfunnið nylon, kevlar, teflon, M5 fibur, lycra og freon. William Randolph Hearst var blaðstjóri í ymsum amerikanskum tíðindaritum, og hevði stórar íløgur í pappírframleiðslu av timbri.

Andrew Mellon, høvuðsíløgumaðurin hjá DuPont, var maðurin, ið setti Harry J. Anslinger sum stjóra fyri FBN í 1931. (2) Harry J. Anslinger traðkaði fram fyri kongressini í USA í 1937 við einum pástandi um, at “marijuana er tann størsta orsøkin til harðskap nakrantíð í søguni hjá mannaættini.” Fyri at styðja uppundir hesa útsøgnina segði hann, at umleið 50% av øllum harðskapsmálunum um hetta mundið vóru framd av fólki úr Spania, Mexico, Suður-Amerika, Filippinunum, Afrika og Grikkalandi, og hesi lógarbrotini kundu setast í samband við marijuana.

Men hetta var beinleiðis ósatt – hagfrøðiligar kanningar gjørdar av FBI vístu, at um sama mundið vóru umleið 65-75% av øllum drápsmálum knýtt at alkoholi, og hetta er enn galdandi í USA. (1) Síðani framsetti hann fleiri racistiskar útsagnir, harímillum: " This marijuana causes white women to seek sexual relations with Negroes, entertainers and any others.” (Hetta marijuana fær hvítar kvinnur at fara í song við nekarar, undirhaldarar og einhvønn annan.) “Reefer makes darkies think they're as good as white men.“ (Hassj fær nekarar til at halda, at teir eru líka so góðir sum hvítir menn.)

Og hesar – ikki sørt tápuligu - útsagnirnar gjørdust startskotið til banningina av ein av týdningarmestu plantum nakrantíð fyri mannaættina. Sera sigandi er, at í 1935 vóru í USA brúkt 116 mió pund av hampfræum til máling og lakk. Men eftir 1937 fóru tey flestu yvir til at brúka kemiskt gjørda máling og lakk, framleitt av DuPont. Hamp hóttir stórar fyritøkur ídag, akkurát sum hon gjørdi í 1937.

Bert tveir dagar undan marijuana rættarviðgerðina í 1937 gjørdi American Medical Association (AMA) vart við, at tey ikki fyrrenn tá skiltu, at marijuana, sum kongressin ætlaði at banna, var ein og sama planta sum cannabis. Cannabis hevði í meiri enn eitt mannaminni verið brúkt sum heilivágur fyri meira enn 100 ymiskar sjúkur í amerikansku løgfestu heiliráðaskránni. Dr. James Woodward, lækni og sakførari, vitnaði fyri kongressini at har vóru eingi verulig prógv, ið lógu undir fyri at rættvísgera lógina, og at orsøkin til, at AMA ikki hevði mótmælt hesa lógina fyrr, var at “marijuana” hevði av Hearst tíðindaritum altíð verið lýst sum “drepara-illgras frá Mexico.”

Anslinger traðkaði fram aftur fyri kongressina í 1948; útsøgnin hjá honum í 1937 um, at marijuana er størsta orsøkin til harðskap, var so dyggiliga afturvíst, so hesuferð tosaði hann um, at marijuana ger, at brúkararnir verða róligir og eru friðarhugað fólk, og at kommunistarnir ætlaðu at brúka marijuana til at lækka um amerikanska viljan til at kríggjast. (2)

Dr. Sanjay Gupta skrivar á CNN:

“14 august, 1970, skrivaði deildarstjórin í heilsumálaráðum, Dr. Roger O. Egeberg eitt bræv, har hann viðmælti, at plantan marijuana skuldi skrásetast sum klassa 1 evni, og soleiðis hevur tað verið nú í næstan 45 ár. Mín gransking byrjaði við einum nágreiniligum lesnaði av hesum gamla brævi. Hvat eg fann, var ørkymlandi. Egeberg hevði gjølla úrvalt síni orð: “Eftirsum har enn er eitt munandi gap í okkara vitan um plantuna og hjáárin av teimum aktivu evnunum, ið eru í plantuni, vilja vit viðmæla, at marijuana skal skrásetast sum klassa 1 evni, í hvussu so er til endan av vissum kanningum, ið nú eru við at verða gjørdar, til at loysa trupulleikan.”

Við øðrum orðum, tað vóru ikki vísindaligar kanningar, ið gjørdu, at marijuana-plantan varð skrásett sum klassa 1 evni, heldur var tað fráveran av hesum kanningum, ið var orsøkin. Lat meg undirstrika, at árið var 1970. Egeberg nevnir kanningar, ið eru við at verða gjørdar, men nógvar av hesum kanningum dottu niðurfyri. Kortini, so við og við sum eg granskaði, fann eg tó útav, at Egeberg í roynd og veru hevði týdningarmikla gransking til at eftirmeta spurningin, sumt av tí framt meira enn 25 ár frammanundan.

Í 1944 heimiðlaði borgarstjórin í New York, Fiorella LaGuardia, eina kanning, ið skuldi gerast av New York Academy of Science. Hesar vóru niðurstøðurnar: teir funnu útav, at marijuana ikki førdi til nakra

ávísa avhengigheit, medisinskt sæð. Heldur ikki funnu teir nøkur prógv um, at marijuana førir til morfin-, heroin- ella kokain-misnýtslu.” (6) Legg til merkis, at ein nútímans lækni, dr. Sanjay Gupta, hevur granskað kanningar, ið vóru framdar í 1940 ́unum. Gupta vísir á, at hóast Egeberg hevði atgongd til hesar upplýsingarnar, vóru teir ikki tiknir til eftirtektar; tað hevði Gupta neyvan gjørt, hevði hann ikki mett hesar kanningarnar til at vera eftirfarandi. Eisini eru úrslitini sera áhugaverd: marijuana er hvørki eitt “gatewaydrug,” t.v.s. førir til misnýtslu av harðari stoffum, ella avhengighetsskapandi, og tað er eitt mannaminni síðan hetta varð staðfest. At eingin hoyrir um hesar kanningar ídag, har so ofta tosað verður um júst hetta, at marijuana er eitt “gatewaydrug,” undirstrikar illgrunaverdu umstøðurnar rundan um cannabis-banningina, við tí syndarligu avleiðing, at menniskju ikki longur høvdu fría atgongd til hesa í ovurmát nyttufullu plantu.

Sambært Ronald Reagan siga “tær mest álítandi vísindaligu keldurnar, at varandi heilaskaði er eitt av teimum ófrávíkiligu hjáárinunum av nýtslu av marijuana.” Hann grundaði hesar útsagnirnar á Heath/Tulane University-kanningarnar frá 1974. Í seks ár var tað afturhildið frá almenninginum, at hesar kanningarnar í veruleikanum máldu eitran av kolsúrevni, ikki hjáárinini av marijuana-nýtslu. Ikki fyrrenn í ár 1980, og eftir at hava saksøkt stjórnina, fingu Playboy magazine og National Organisation for Reform of Marijuana Laws, NORML, eina greiða lýsing um, hvussu mannagongdin í kanningunum veruliga var. (2)

Myndugleikar, bæði í útheiminum og herheima, fortelja borgarum og skúlabørnum, at marijuana er heilsuskaðiligt, og at neyðugt er at herða lógir og at seta í verk tiltøk fyri at forða marijuana-nýtslu. Men hesar upplýsingar botna ikki í veruleikanum, sum bæði nýggjar og eldri kanningar vísa á:

Ein 2013 tíðindagrein í Case Reports in Oncology lýsti støðuna hjá einari 14-ára gamla gentu við lymfoblaster leukemi. Vanligu viðgerðirnar høvdu ikki hjálpt, so hon byrjaði at taka cannabis olju. Hennara kyknukanningar vístu ein lækking í sjúkum kyknum frá 374,000 til 300 í einum tíðarskeiði, ið vardi beint yvir ein mánað. Tíverri doyði sjúklingurin av hjáárinum frá kemoterapi og strálingarviðgerðum, ið hon hevði fingið frammanundan.

Ein 2011 kanning, kunngjørd í Child ́s Nervous System, the official journal of the International Society for Pediatric Neurosurgery, vísti samband millum cannabis-innanding og afturgongd í heilasvulli í tveimum hálvvaksnum sjúklingum. Sjúklingarnir høvdu báðir restsvullar av pilocytiska astrocytom, og reglulig innanding av cannabis høvdu tær avleiðingarnar við sær, at ein “týðulig afturgongd” var at síggja á teirra svullum. Hetta hendi í einum tíðarskeiði á trimum árum, og ongin onnur viðgerð var neyðug.

Fleiri djórakanningar hava víst, at cannabinoidið THC, ein týdningarmikil lekjandi partur av cannabis, fyribyrgir og elvir til kyknudeyða í krabbasløgum sosum heilakrabba, prostatakrabba, kolorektalan krabba, krabba í pancreas og leukemia.

Í djórakanningum hevur eitt annað cannabinoid, CBD, megnað at týnt fleiri sløg av krabbakyknum, og kanningar vísa at ymisk sløg av cannabinoidum arbeiða saman fyri at skapa eina synergiska krabbadrepandi effekt. (5)

Í sínari bók vísir Jack Herer í kap 7 eitt lítið yvirlit, nakrar fáar av teimum mongu sjúkunum cannabis er heilivágur fyri; harímillum finna vit t.d. epilepsi, sklerosu, gikt, herpes, cystisk fibrosa, stress, høvuðpínu, svøvnloysi, grønstar, svullar og astma. Um júst astma stendur: “Meira enn 15 mió amerikanarar eru fongd við astma. Tað vildi hjálpt 80% av hesum fólkunum at roykt cannabis, (tann “ráa heilivágin,” sum AMA rópti tað), og eisini hevði tað hækkað talið av persón-árum í heildartalinum av longdum lívi hjá astmatikarum við 30-60 mió, yvir tær núverandi lógligu eitrandi heilivágirnar, sosum Theophyllin, ið verður givið børnum. “Hetta, at roykja marijuana, hevur verið kent fyri at steðga einum altumfevnandi astma-herðindi.” (Persónlig samrøða við Dr. Donald Taskin, 12 des., 1989 og 1 des., 1997.) Cannabis-nýtsla av astmatikarum er at finna í fleiri túsund ára gomlum bókmentum. Í fyrru øld skrivaðu amerikanskir læknar gløðandi frágreiðingar í medicinskum bløðum um, at astmasjúklingar “signaðu” indiskan hamp (cannabis) ígjøgnum alt teirra lív.

(Tashkin, Dr. Donald, UCLA Lungnakanningar (av royktum marijuana), 1969-97; á sama stað, astma- kanningar, 1969-76; Cohen, Sidney & Stillman, Lekifrøðiligir Møguleikar hjá Marijuana, 1976; Lívstryggingargjøld; Lívsskerjandi avleiðingarnar av astma í barnaárum, 1983.)” (1)

Nógv fólk hava havt góð orð at siga um cannabis-plantuna. Her eru nøkur fá dømi: “Urt er heilsubót fyri tjóðina, alkohol er týningin.” – Bob Marley “Tá ið tú roykir urtina, verður tú avdúkaður fyri tær sjálvum.” – Bob Marley

“Urt er ein planta. Eg meini so við, urtir eru góðar fyri alt. Hví, hví siga hesi fólkini, ið vilja gera so nógv gott fyri okkum øll, ið rópa seg fyri stjórn og hetta og hatta, hví siga tey at vit ikki kunna brúka urtina? Hvat er tað fyri nakað hjá teimum at siga, “nei, tú kanst ikki brúka urtina, hon fer at fáa teg at gera uppreistur.” Ímóti hvørjum?!” – Bob Marley

“Summir av mínum bestu tímum eru brúktir á bakveranduni, meðan eg royki hamp og eygleiði, so langt sum mítt eyga kann síggja.” – Thomas Jefferson

“Hví er marijuana ímóti lógini? Hon grør nátúrligt á okkara klótu. Tykist hugskotið ikki, at gera náttúruna ímóti lógini, fyri tygum eitt sindur...ónátúrligt?” – Bill Hicks

“Banningin av cannabis er vanæruligt, ein forðing fyri fulla gagnnýting av heilivági, ið hjálpir at ala fram friðin og innlitið, kenslusemið og felagsskapin, ið so dyggiliga er tørvur á í hesari alsamt meira svøku og vandamiklu verð.” – Carl Sagan

“Revsingin fyri at hava rúsevni uppiá sær, átti ikki at verið meira skaðandi fyri einstaklingin enn nýtingin av rúsevninum sjálvum; og hvar tær eru (meira skaðandi), áttu tær at verða broyttar. Ongastaðni er hetta klárari enn í lógunum, ið lóggeva ímóti marijuana fyri persónliga nýtslu... Tí stuðli eg lóggávu, ið rættar Federal lógina og beinir burtur allar Federal revsingar fyri at hava upp til 28 gr av marijuana uppiá sær.” – Jimmy Carter

“Er marijuana vanadannandi? Ja, sæð uppá tann mátan, at tey flestu av lívsins veruliga góðu tingum eru verd at endurtaka óendaligt.” –Richard Neville

“Sæð við staðiliga medicinskum eygum er marijuana nógv tryggari enn nógv av matinum, ið vit inntaka. Til dømis, etur mann 10 rá epli, kann mann verða eitraður við deyðanum sum avleiðing. Fyri at sammeta, so er tað fysiskt ómøguligt at eta so nógv marijuana, at mann doyr. Marijuana í sín nátúrliga form er eitt av teimum tryggastu lekifrøðiligu aktivu evnunum, ið er menniskjanum kunnugt. Við eina og hvørja skynsama greining kann marijuana nýtast uttan vanda, innan karmarnar av medicinska viðgerð.” – Francis Young, DEA Administrative Law Judge, 1988

“Kríggið at basa rúsevni er eitt stórt svindilnummar, fyriskrivaður heilivágur drepur 300,000 um árið, meðan marijuana drepur ongan, men tey brúka milliardir um árið fyri at basa tí, tí at “pot-høvd” gera tað út fyri góðar lítlar trælar at seta inn í privatiseraði fongsul, ið eru ogn hjá bankunum, ið hvítvaska rúsevnispengarnar, og tað er ALT PRÓGVAÐ.” - Alex E. Jones

Sinnisrúmkandi (evnir) eru lógarbannaði, ikki grundað av einari kærleiksfullari stjórn, ið er stúrin fyri, at tú fert at leypa út úr einum vindeyga á triðju hædd. Tey eru lógarbannaði, tí at tey upploysa meiningsstrukturar og mentanarliga íbirtar skráir fyri atburð og informatiónsviðgerð. Tey opna teg upp fyri møguleikan at alt, ið tu veitst, er skeivt.”            - Terence McKenna

“Cannabis fer ein dag at verða sætt sum undurmedicin, eins og penicillin varð tað í 1940 ́unum. Eins og penicillin er urtin marijuana serstakliga óeitrandi, hevur stórar medicinskar eginleikar, og hon hevði verið sera ódýr, hevði hon verið lóglig.” - Dr. Lester Grinspoon

“Tolsemi er grundvøllurin undir okkara samfelag. Fólkaræði, mannarættindi og persónligt frælsi eru ikki ein sjálvfylgja, men dýrgripir, vit skulu hjúkla um. Dýrgripir latnir okkum frá teimum, ið gingu undan. Ein arvur at bera víðari til okkara børn.” - Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í nýggjárstaluni 2011

Og við hesum orðunum fara vit nú at enda fyrsta kappittul í søguni um heimsins mest útskammaðu plantu.

Keldulisti:

1)                  Emperor Wears No Clothes, Jack Herer: www.jackherer.com/thebook 2)                  How Marijuana Became Illegal:                  wafreepress.org/article/090304marijuana.shtml 3) Unraveling an American Dilemma: The Demonization of Marihuana, John Craig Lupien:

www.druglibrary.net/schaffer/hemp/history/conspiracy.htm 4)                  NORML: National Organisation for the Reform of Marijuana Laws: norml.org 5) Leading Medical Cannabis Advocate United Patients Group Calls for New Research into

Cancer-Killing Effects of Cannabis Extracts:

www.prweb.com/releases/Research-Cancer/Cannabis-Extracts/prweb11564012.htm

6)                  Why I Changed My Mind on Weed, Dr. Sanjay Gupta:

edition.cnn.com/2013/08/08/health/gupta-changed-mind-marijuana/index.html

Søgan um urtina,

ið varð skúgvað til viks Cannabis Sativa Indica Ruderalis