Heri Mohr
----
Tað er valla nakar almennur stovnur, ið hevur størri viðberafløtu enn TAKS. Alt Føroya fólk er onkursvegna bundið av og skrásett hjá TAKS.
Í Havn heldur TAKS til á Smyrilsvegi 7.
Øll, ið hava verið á Smyrilsvegi 7, vita, hvussu trupult og hættisligt tað er at fara inn og út á hesum almenna stovni:
Vit mugu ansa eftir ikki at detta um eina jarngátt undir úthurðini. Komin innum ganga vit í einari hálvmyrkari korridor við múrsteinsgólvi, áðrenn vit koma til eina vinkultrappu eisini úr steini. Trappan endar í einari forhøll (vestibulu) við nøkrum hurðum, ein av teimum gongur inn til sjálvan stovnin. Hon (trappan) hevur træverju á báðum síðum óivað ætlað fólkið at styðja seg til. Trupulleikin er bara tann, at træverjurnar – breið brettir upp og niður – kunnu als ikki nýtast til tað ætlaða endamálið. Verjan er ikki gelendari i vanligum týdningi.
Tá ið ørindini inni á stovninum eru liðug – útgongdin er tann sama sum inngongdin – kemur tað, sum er verri enn alt: eingin av teimum mongu trapputrinunum eru frámerkt, trinini renna út í eitt, og sum sagt eingin gelendari at halda seg í. Gud náði tann, ið traðkar skeivt, missur fótafestið og boltar í steintrappuni. Hon er ein deyðsfella.
Undir verandi umstøðum eiga eldri fólk og serliga tey, ið eru tung upp á sporið, at geva hesum gætur, tá ið tey hava ørindi á TAKS, Smyrilsvegur 7.
Tað er tó ikki neyðugt at ávara tey avlamnu, tí hesi sleppa als ikki á stovnin – uttan at verða borin inn og út.
Fyri nøkrum døgum síðani var ein av teimum dámligu damunum, ið starvast á stovninum, so fitt at geva honum, ið skrivar hesi fáu orð, eina hjálpandi hond á trappuni á veg niður og út. Takk fyri tað.
At umhvørvið – gólv, korridor, trappa, veggir, vestibula – er klivakent kalt og sálarleyst, er ein heilt onnur søga.