mest umráðandi er at tað harmonerar, at litirnir sjóða saman, annars nyttar tað onki. Men man nýtist ikki at harmonera innvortis fyri tað. Tað er nettupp tí man roynir at fáa tað at harmonera. Hevði man [...] fyrimunur at vera sinnissjúkur og svakur, tá ið man málar, tí myndirnar blíva meira psykiskar. Hetta er eitt sereyðkenni fyri stóru listina hjá Arnholdi Vegghamar. At vera svakur nýtist ikki at vera nakað [...] tríggjar av hansara málningum og eg vil hervið nýta høvið til at biða leiðaran í Listasavni Føroya at fara norður á Hotel Norð á Viðareiði at ogna sær eina røð av málningum eftir Arnhold. Hann hevur eisini
dugi væl at lurta. Syngur tú undir brúsuni? Sjálvandi, bæði hart og væl. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? Burtursæð frá at tað skorar so mega væl at spæla okkurt og at tað er tí at flestu [...] ólukkan. Heldur ikki fótbóltsspælari. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? Eg haldi sum Adorno, at tónleikurin er ein hin størsta listagreinin, men at hon er herviliga álopin av kommersiellari misnýtslu. Eg [...] hjá Bee Gees. Hvør er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? Eg minnist, at eg og ein vinmaður høvdu sum eini 7-8 ára gamlir sníkt okkum at lurta eftir eini plátu hjá stórusystrini hjá honum.
framman fyri kamera og segði grátandi, at júst nú fekk hon at vita, at Anna Lindh var deyð. Hetta kom sum eitt sjokk, tí at sjálvt um tey flestu í hesu løtu vistu, at Anna Lindh var stungin av knívi inni [...] sjónarmiðum. Tað gjørdi, at tann svenska stemman varð hoyrd í útlandinum. Eg minnist, at eg var stolt av henni og ynskti, at Danmark kundi víst sama dirvi og ikki góðtikið, at demokratisk og menniskjalig [...] hevði nógv um at vera, so gav hon sær altíð stundir til at tosa við fólk. Hetta er bert eitt útkast av tí, sum tey, sum høvdu møtt Onnu Lindh privat ella í arbeiðsørindum, høvdu at siga um hana eftir álopið
ikki. ? Eg eri bangin fyri, at hesin málburðurin er komin fyri at vera. Tað er vorðið meiri alment at taka so harðliga til orðanna, og eg haldi, at tað er vorðið verri, og at støðið er lækkað, síðan eg [...] ólukkur komast av, at blokkurin er skorin, men tað er møsn og tvætl. Hinvegin haldi eg ikki, at nakar ávísur flokkur er betri enn nakar annar. Kortini kann eg siga, uttan at nevna nøvn, at summir persónar [...] tað er í flokkunum, at politikarar eiga at alast upp. ? Formansskapurin á løgtingi hevur sjálvandi yvirskipaðu uppgávuna at stýra orðaskiftinum, men tað áliggur floksformonnunum at fáa eina góða floksdissiplin
enntá viðhvørt halda at hin hevur rætt, uttan at vit tora at siga tað. Fyri at halda meg til sakina kann eg viðmerkja, at oljan als ikki var nýtt í valstríðnum í Suðuroynni, tí at partarnir opinbart vóru [...] fyri teimum sum eru ímóti, at Føroyar skipast sum sjálvstøðugt ríki, og sum halda, at tað er skilaleyst at avskriva blokkstuðulin. Og eg haldi tað er beinleiðis skeivt at siga, at blokkstuðulin er rótin til [...] lat tað fara. Eg haldi, at føroyingar ásanna meiri og meiri, at heimurin er so samansjóðaður í dag, at avbjóðingarnar eru alt ov stórar til at vit hava ráð til, hvør í sínum lag, at sita við einum ringum
samskiftinet. Tað almenna kann ikki fara at veita stuðul og styrk til fyritøkur fyri at fáa tær at støðast á ymsum plássum. Eitt sum nakað hevur verið gjørt av, er at býta almenn arbeiðspláss út á sokallaðu [...] styrk/studning og menning Tað er eisini keðiligt at viðgerða eitt heilt øki sum ein almanna klient. Ímynda tykkum, at umboð koma úr Havn at læra tykkum at yvirlivað? Ikki einans hevði eg sjálvur tikið hetta [...] vónina frá mær, tí serfrøðingar siga, at mær er ikki lív lagað. Tað skal vera skott ímillum menning og studning. Vit hava sæð í Grønlandi, at nógvar milliónir vera brúktar til at halda óveriligt lív í ymsum
? Eg kann hava tónleik ella útvarp frá, men syngi sjáldan fyri ikki at siga ongantíð undir brúsuni. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? ? Jú, meira enn so. Var sum yngri hugtikin av tru [...] av okkum fýra. Vit spæla "Rock and Roll over the World" hjá Status Que. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? ? Tónlistin er tann fínasta listin av øllum, haldi eg. Góður tónleikur kann vekja sterkan [...] spurningi. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? ? Onkur er (minnist ikki, hvussu tær eru komnar í savnið), sum eg ongantíð havi hug at lurta eftir. Um tað er teimum ella mær, ið tað er galið við, er
koddanum hvíldi hitt stoltasta høvur, ið eg minnist meg nakrantíð hava sæð. Eg leit at longu og viljaføstu munnrípuni og var so sorgarbundin um at eg ikki hevði upplivað at hitt hetta vituga og vinarliga eygnabrá [...] smáum hópum oman á strondina at hyggja eftir, um skip kundu vera komin ov nær landi og sostatt vera í vanda fyri at ganga burtur. Tá í tíðini høvdu skipini einans seglini at líta á. Júst, sum dagslýsið [...] teimum, hóast alt vrakgóðsið, ið fleyt á sjónum, at koma so nær, at ein sjómaður kundi lorast niður í bjargingarbátin. Men, tá hin næsti var til reiðar at verða loraður niður, breyt eitt stórt brot inn á
heldur vita, hvat gongur fyri seg við nógv umrøddu yvirtøkulógini! Ja, tá er lættari aftaná at koma og siga, at danir eru ómøguligir og halda føroyingum fast við síni jarnhond ! Samstundis kann hann so berjast [...] tá vit minnast lyftini um opinleika, klokkuklárar mannagongdir o.s.fr. bert fyri at nevna einkult dømi, fyri ikki at tala um formaningarnar til aðrar flokkar móti útspilling, ið var so niðurbrótandi fyri [...] Sami maður smæðist ikki fyri samstundis at tosa niðurgerandi um "sambandsflokkarnar", har hann helst meinar við andstøðuna, ið samb. honum bidda pengar frá dønum at keypa sær atkvøður og vinir fyri! Varamaður
nevndin var samd um at málið ikki var búgvi at fara niðan aftur í Tingið, tí at tað var ivi um lógarbroytingin var uttan fyri endamálið í lógini, ið er at verja persónsupplýsingar, og ikki at verja ein part [...] Løgtingið, sum undanførslu fyri at gottgera at hann hevur sett kunngerðina í verk, ið forðar peningastovninum at útbyggja gjaldsskipanina saman við PBS. Trupulleikin er bara tann, at hann má heilt aftur til [...] Óhugnaligt ! Men dugnaligur demagogur sum Høgni er, hevur hann inntil nú klárað at villeitt bæði fólkið og fjølmiðlarnar við at siga, at hetta hann hevur gjørt er løgtingsins vilji. Men hetta er beinleiðis ósatt