Tað er neyvan nakar føroyingur, ið hevur nakað ímóti økismenning, men tað má verða økismenning við skili í.
Vit hava seinastu tíðina verið vitni til eitt páfallandi samanfall millum flyting av stovnum og valdømi, har landstýrimaðurin, ið fremir gerðina er úr. Kanska er tað tilfeldugt, at fiskiveiðueftirlitið verður flutt til valdømið hjá Landstýrismanninum í Fiskivinnumálum og at Stuðulstovnurin verður fluttur til valdømið, hjá landstýrismanninum, ið tók tí avgerðina, men løgið sær tað út.
Eitt aspekt, ið er vert at umrøða viðvíkjandi økismenning, er hvørji øki skulu mennast. Kann tað verða meiningin politiskt at menna stórpláss, ið eru væl fyri frammanundan? Ein býur á meginøkinum líður onga neyð, óansæð um talan er um eina almenna skrivstovu til ella frá.
Margháttligt er at síggja, at útoyggjarnar spakuliga bløða burtur, meðan landstýrismenn halda seg sláa eitt slag fyri økismenning við at flyta eitt kontór úr einum býi í ein annan.
Harmiligt er, um menn ikki eru vaksnir nokk til ta ábyrgd, ið eitt landstýrismannastarv viðførir. Landstýrismenn hava sera víðar heimildir, men um politisku visiónirnar ikki røkka út um bøgarðarnar, har teir eru frá, so hevur flokkurin, ið hevur valt teir ein trupulleika. Stovnar eru til fyri borgaran, og eiga teir at liggja har, tørvur er á teimum. Kunnu teir liggja í útjaðarnum, so er tað frálíkt, men kunnu teir ikki tað, so skulu teir fáa frið. Skal stuðulsstovnurin flytast inn í Eysturoynna, so er spurningurin um tað ikki er logiskt at leggja hann har, tey lesandi eru - Kambsdalur ljóðar ikki heilt burturvið í hesum sambandi.
Tað einasta, ið ikki má henda er, at tað verður siðvenja, at hvørja ferð eitt valdømi hevur fingið ein landstýrimann, so skal hann hava ein almennan stovn við sær heimaftur aftaná lokið valskeið. Landstýrismenn umboða alt føroya fólk og ikki bara sítt valdømi - ætlar man sær ikki at arbeiða fyri heildini, so eigur man at takka nei til eitt landstýrismannastarv, ella melda seg inn í Fólkaflokkin!










