Ongin ivast í, at nógv gongur fyri seg í løtuni á politiska "verkstaðnum" hjá varaløgmanni, formanni Tjóðveldisfloksins, og Høgni Hoydal er sera produktivur maður, men hvat er tað, hann nú fæst viðð
Ja, langt er frá orði til gerð, tá vit minnast lyftini um opinleika, klokkuklárar mannagongdir o.s.fr. bert fyri at nevna einkult dømi, fyri ikki at tala um formaningarnar til aðrar flokkar móti útspilling, ið var so niðurbrótandi fyri samfelagið, tí vit onnur máttu vísa sakligheit !!
Sami maður smæðist ikki fyri samstundis at tosa niðurgerandi um "sambandsflokkarnar", har hann helst meinar við andstøðuna, ið samb. honum bidda pengar frá dønum at keypa sær atkvøður og vinir fyri!
Varamaður hansara smæðist heldur ikki fyri á røðarapalli Fólkatingsins at fortelja dønum um sínar egnu landsmenn, ið samb. honum selja seg fyri mammon !
Opinleikin
Opinleikan hava vit sæð sera lítið til seinastu tíðina, burtursæð frá nógv umrødda filmin um Høgna Hoydal, ið umsiting Høgna Hoydals hevði goldið fyri, fyrst við pengum frá Sjálvstýrisfyrisitingini og seinri frá Mentamálaráðnum, har Høgni Hoydal sjálvur sat. Hann hevur eisini harmast um, at leikstjórin (ið annars eigur rós uppiborið fyri sítt fakliga avrik ) ikki slapp við til tættastu samráðingarnar á sinni, tí so høvdu vit longu havt fullveldi.
At føroyingar samstundis sótu heima og onki máttu vita, tí alt var í trúnaði, tað harmar hann ikki.
Yvirtøkulógin
Nú má ongin heldur vita, hvat gongur fyri seg við nógv umrøddu yvirtøkulógini! Ja, tá er lættari aftaná at koma og siga, at danir eru ómøguligir og halda føroyingum fast við síni jarnhond !
Samstundis kann hann so berjast móti peningastovnunum og reka vinnupolitikk herheima, tí tað hevur hann maktina til, hóast sjálvt hansara egnu samstarvsfelagar høvdu málið til viðgerðar í nevnd. Hvat andstøðan meinti, hevur als ikki hansara áhuga.
Og hvør minnist ikki málið um navnalógina, sum honum ikki dámdi?
Varamaður hansara á Fólkatingi rekur fyri seg sjálvan og saman við Grønlandi føroyskan loysingarpolitikk, sum løgmaður onki veit um, og sum skal flyta okkum vestureftir, burtur frá Danmark.
Skal hetta halda fram? Ja, tað er upp til samgonguflokkar Tjóðveldisfloksins.
Alt meðan Høgni Hoydal á verkstaðnum smíðar fjaldar dagsskráir, tí tað er helst tað hann fæst við.
Fólkið kann bert gita, tí tey fáa onki at vita.