Høgni villeiðir í Elektron málinum

   

Høgni Hoydal villeiðir fólkið í málinum við Elektron og PBS. Hann brúkar rættarnevndina og harvið Løgtingið, sum undanførslu fyri at gottgera at hann hevur sett kunngerðina í verk, ið forðar peningastovninum at útbyggja gjaldsskipanina saman við PBS.
Trupulleikin er bara tann, at hann má heilt aftur til rættarnevndina, ið sat í 2001 at fáa alibi. Sum øllum kunnugt hevur val verið síðani og nú er ein nýggj rættarnevnd, ið hevur viðgjørt málið aftur í síðstu tingsetu, men kom ikki aftur í Tingið við málinum, áðrenn Tingið fór í summarfrí.
Semja fekst ikki um málið og nevndin var samd um at málið ikki var búgvi at fara niðan aftur í Tingið, tí at tað var ivi um lógarbroytingin var uttan fyri endamálið í lógini, ið er at verja persónsupplýsingar, og ikki at verja ein part av vinnulívinum. Ein onnur orsøk var, at avleiðingarnar av lógini verða stórar fyri peningastovnarnar og uppá longri sikt eisini fyri aðrar fyritøkur, tí vandi er fyri, at vit ikki klára at fylgja útviklinginum og kostnaðurin pr. transaktión verður tískil hægri. Tað merkir at kundarnir skulu gjalda eitt hægri gjald fyri tænasturnar enn í dag.
Hetta er ein undarligur og snævurskygdur hugburður, at gera verjugarð um okkara vinnulív. Í londunum rundan um okkum verður hildið, at tey eru ov smá at røkja hesar uppgávur og verður tí í størri og størri mun lagt saman í ein felagscentral fyri fleiri lond.
Landsstýrismaðurin setti síðani av sínum eintingum kunngerðina í verk, ið forðar peningastovninum at útbyggja gjaldsskipanina saman við PBS. Hetta er maktmisnýtsla so tað stendur eftir. Tað hann ikki fær ígjøgnum í Løgtinginum, setir hann bara í eina kunngerð. Óhugnaligt ! Men dugnaligur demagogur sum Høgni er, hevur hann inntil nú klárað at villeitt bæði fólkið og fjølmiðlarnar við at siga, at hetta hann hevur gjørt er løgtingsins vilji. Men hetta er beinleiðis ósatt, tí núverandi rættarnevnd hevur eina heilt aðra støðu. Landsstýrismaðurin kundi heldur lagt málið fram aftur nú, soleiðis at Løgtingið fær viðgjørt málið, og so kann hann handla eftir tí nýggju niðurstøðuni hjá Løgtinginum.