Seinnapartin fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, á fund við Per Stig Møller, uttanríkisráðharra -Nú skal ferð setast á uttanríkispolitisku kósina hjá Føroyum. Skulu vit náða málum [...] málum er umráðandi við nógvum viðspælarum, sigur Jørgen Niclasen. Á skránni eru fleiri týðandi mál hjá Føroyum, eitt nú ætlanir um meiri virknan føroyskan uttanríkispolitikk, føroyskan EFTA-limaskap, sáttmála
Í dag hava suðuroyingar fingið vitjan av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen Á rundferðini í Suðuroy, fer hann at vitja stovnar, sum hann varðar av, eitt nú Taks og Landsverk. Hann fer [...] eldraøkið undir kommunurnar at umsitast. Somuleiðis fer hann at vitja ymisk vinnuvirki í oynni. Jørgen Niclasen sigur, sigur, at hetta er ikki fyrsta útferðin, hann ger í Føroyum og hann heldur, at hann fær
Tað riggaði ikki eftir ætlan, tá ið Ferðaráðið varð lagt undir Uttanríkisráðið. Tað viðgongur Jørgen Niclasen nú. Hann var landsstýrismaður í uttanríkismálum og tað var hann, sum framdi samanleggingina. [...] uppskot frá Miðflokkinum um at endurstovnað Ferðaráðið, men enn er ongin avgerð tikin. Men hóast Jørgen Niclasen viðgongur, at samanleggingin ikki riggaði, heldur hann ikki, at tað er rætt at stovna ein nýggjan
Tað er ikki nú, at slíkir spurningar skulu svarast. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Og tí vil hann heldur ikki svara einum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu [...] samandi spyr hon eisini um ætlanin er, at inngjald og útgjald úr Samhaldsfasta skulu lækkast Jørgen Niclasen sigur, at eitt lógaruppskot um hetta er sent til hoyringar og hann heldur, at tað er avgerandi [...] sum verður lagt fyri Løgtingið. – Tað er tá, at slíkir spurningarnir skulu setast, sigur Jørgen Niclasen.
rættarmálið millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og fýra journalistar. Og sakarmálið er drúgt, tí rætturin hevur sett tríggjar dagar av til viðgerina. Jørgen Niclasen hevur stevnt teimum [...] i sigur Jørgen Niclasen, at tey fýra hava – í felag og áhaldandi – sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti sær fram til hálvan juni í fjør, tá ið hann stevndi. Tað, Jørgen Niclasen stevnir [...] Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum. Jørgen Niclasen vil hava tey fýra dømd fyri ærumeiðing í kjalarvørrinum á nógv umrødda tollmálinum, sum Kringvarpið
havi forvunnið mær eina góða pensjón, eisini skal fáa eina almenna fólkapensjón. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum. Løgtingið hevur nú samtykt eina nýggja eftirlønarskipan. Við [...] sum ikki hava havt arbeiðsmøguleikar í lívinum, eisini skulu fáa eina rímiliga pensjón, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur hetta í kjalarvørrinum á, at Meginfelag Teirra Brekaðu hevur átalað, at øll tey, [...] hava fólkapensjón úr Landskassanum, spurdi hann. - Eg haldi ikki at tað er rímiligt, staðfesti Jørgen Niclasen. Tað heldur hann ikki er serliga samhaldsfast. Hann sigur, at skulu tey, sum hava sína egnu pensjón
vil taka undir við hesum, væntar Jørgen Niclasen, at nevndin finnur aðrar sparingar ístaðin. Og tað hevur hann fult álit á. Fíggjarnevndin vil heldur hava Jørgen Niclasen at leggja eina heildarætlan á økinum [...] - Eg havi fult álit á, at sparingar verða framdar. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Hvørki samgongan ella andstøðan vilja taka undir við ætlanini hjá honum at lækka rentustuðulin
– Eg kenni til trupulleikan, men eg havi ikki loysnina. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Enn einaferð er spurningurin um at føroyingar keypa ymsar vørur á internetinum, reistur [...] føroyskum handli, eisini einum føroyskum nethandli, skulu vit rinda 25 prosent í mvg av øllum. Jørgen Niclasen, sigur, at hetta er ein gamal trupulleiki. Eitt lágmark upp á 300 krónur varð sett á fyri at
Løgtinginum. Harafturat heitir hon á løgmann at kanna eftir, um Jørgen Niclasen ber seg rætt at. Tað ger tingkvinnan, nú Jørgen Niclasen hevur lagt fleiri lógir fyri Løgtingið í sambandi við, at vit skulu [...] Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vanvirðir løgtingiðl Samstundis brýtur hann eisini tingskipanina. Tað heldur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Tí hevur hon kært framferðina [...] Háfoss hevur tí handað formansskapinum í Løgtinginum skriv, har hon vil hava formansskapin at fáa Jørgen Niclasen at taka uppskotini aftur, og at leggja tey fram aftur, tá ið hoyringsfreistin er farin, og svarini
Jørgen Niclasen heldur fram sum formaður fyri Fólkaflokkin. Tað er greitt, nú flokkurin hevur havt floksleiðslufund í morgun í sambandi við landsfundin. Og hetta er 11 ferð, at Jørgen Niclasen er valdur [...] merkisdag mikudagin, tá tá hevði hann verið løgtingsmaður, og landstýrismaður, í samfull 25 ár. Jørgen Niclasen er 48 ára gamalur og yngstur av tingmanningini hjá Fólkaflokkinum.