Jørgen Niclasen á ferð í Suðuroy

Í dag hava suðuroyingar fingið vitjan av landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen

 

Á rundferðini í Suðuroy, fer hann at vitja stovnar, sum hann varðar av, eitt nú Taks og Landsverk.

 

Hann fer eisini at hitta kommunur at tosa við tey um ymisk fíggjarviðurskifti, eitt nú í sambandi við ætlanina at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsitast.

 

Somuleiðis fer hann at vitja ymisk vinnuvirki í oynni.

 

Jørgen Niclasen sigur, sigur, at hetta er ikki fyrsta útferðin, hann ger í Føroyum og hann heldur, at hann fær nógv burtur úr.

 

- Eg fái altíð nógv burtur úr, eg ikki visti frammanundan, tá ið eg ferðist runt og hitti fólk, andlit til andlits, sigur hann.