Tað er ikki nú, at slíkir spurningar skulu svarast.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Og tí vil hann heldur ikki svara einum fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.
Kristina Háfoss hevur spurt hann, um hann heldur at tað er rætt, at løntakarar og arbeiðsgevarar skulu rinda 21 prosent av lønini til sína egnu pensjón, umframt til Samhaldsfasta.
Hon sigur, at sum er, rinda tey 18 prosent av lønini til pensjónsuppsparing og til Samhaldsfasti. Annars var gjaldið til sjálva pensjónina 15 prosent, men tað lækkaði undanfarna samgonga niður í 12 prosent, men aftur fyri varð inngjaldið til Samhaldsfasta hækkað, og útgjaldið somuleiðis.
Men nú er ætlanin at tey skulu rinda trý prosent afturat, so at gjaldi kemur upp á heili 21 prosent. Í hesum sambandi er ætlanin at gjaldið til pensjónina skal hækkast upp aftur í 15 prosent og sostatt verður gjaldið 21 prosent av lønini tilsamans.
Í hesum samandi spyr hon eisini um ætlanin er, at inngjald og útgjald úr Samhaldsfasta skulu lækkast
Jørgen Niclasen sigur, at eitt lógaruppskot um hetta er sent til hoyringar og hann heldur, at tað er avgerandi, at hedan tilgongdin verður vird.
Tá ið hoyringsfreistin er farin, verða tær viðgjørdar og, so so verður møguliga eitt lógaruppskot gjørt, sum verður lagt fyri Løgtingið.
– Tað er tá, at slíkir spurningarnir skulu setast, sigur Jørgen Niclasen.