Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vanvirðir løgtingiðl
Samstundis brýtur hann eisini tingskipanina.
Tað heldur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi.
Tí hevur hon kært framferðina hjá landsstýrismanninum fyri formansskapinum í Løgtinginum. Harafturat heitir hon á løgmann at kanna eftir, um Jørgen Niclasen ber seg rætt at.
Tað ger tingkvinnan, nú Jørgen Niclasen hevur lagt fleiri lógir fyri Løgtingið í sambandi við, at vit skulu hava eina nýggja pensjónsskipan á nýggjárinum.
Kristina Háfoss vísir á, at hetta eru mál, sum hava stóra ávirkan á fólk, feløg, landskassa og kommunurnar.
Av tí, at talan er um stórmál, eru tey send heilum 70 feløgum, stovnum og øðrum hoyringspørtum til viðmerkingar, og freistin at svara er ikki úti fyrrenn 15. november.
- Men kortini eru uppskotini løgd fyri Løgtingið áðrenn hoyringsfreistin er farin, staðfestir Kristina Háfoss.
- Sostatt eru uppskotini løgd fyri Løgtingið, uttan svarini frá hoyringspørtunum eru tikin við.
- Somuleiðis noyast løgtingslimir at viðgera málini, uttan at vita, hvat avvarðandi hoyringspartar hava at siga um tey.
Hetta er ein framferðarháttur, sum máar støðið undan tí fólkaræðiligu skipanina, sigur Kristina Háfoss.
Hetta er eisini brot á tingskipanina, har tað stendur, at uppskot skulu til hoyringar og at upplýsast skal fyri tinginum, hvørjar viðmerkingar eru til uppskotini.
Kristina Háfoss hevur tí handað formansskapinum í Løgtinginum skriv, har hon vil hava formansskapin at fáa Jørgen Niclasen at taka uppskotini aftur, og at leggja tey fram aftur, tá ið hoyringsfreistin er farin, og svarini kunnu arbeiðast inn í uppskotið.
Hon heitir eisini á løgmann um at kanna eftir um landsstýrismaðurin hevur røkt sína skyldu í hesum føri.