Jørgen Niclasen vil hava aðrar sparingar

Hann fær ikki undirtøku fyri sínum ætlanum og tí vil hann hava samgonguna at finna aðrar sparingar

- Eg havi fult álit á, at sparingar verða framdar.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

 

Hvørki samgongan ella andstøðan vilja taka undir við ætlanini hjá honum at lækka rentustuðulin eitt prosent um árið, so at hann er komin niður á 30 prosent í 2019

Tað gevur landskasssanum eina sparing upp á 2,5 milliónir krónur fyri hvørt prosent, rentustuðulin lækkar.

 

Les eisini: Sleppur ikki at gera tað dýrari at eiga hús

 

Men tá ið fíggjarnevndin ikki vil taka undir við hesum, væntar Jørgen Niclasen, at nevndin finnur aðrar sparingar ístaðin.

Og tað hevur hann fult álit á.

Fíggjarnevndin vil heldur hava Jørgen Niclasen at leggja eina heildarætlan á økinum, og landsstýrismaðurin sigur, at tað tekur hann sum eina útrætta hond og hann er sinnaður at taka ímóti henni, og at finna eina loysn.

- Nú fara vit at arbeiða víðari við málinum, leggur hann afturat.

Í hesum sambandi halda fleiri tingfólk, at tað er ikki rætt at raka tey, sum longu hava tikið bústaðarlán undir ávísum fortreytum.

 

Annars heldur hann, at rentustuðulin tænir ikki longur tí endamáli, hann var ætlaður at tæna.

Endamálið var at gera tað bíligari at seta búgv. Mn nú er tað ikki avleið at siga, at hann er blivin ein stuðul til peningstovnarnir, tí teir rokna stuðulin uppí, tá ið mett verður um, hvussu stórt lán, fólk klára at rinda aftur.