virkandi stjórin vónar at onkur søkir. Hinvegin sigur hann eisini, at støðan er greið, tí fáa tey ikki manning, sleppa tey ikki at sigla. Kortini er greitt, at tað verður eingin vandi at fáa Herjólf 3 mannaðan [...] endaliga løgd enn. Og Strandferðslan hevur roynt at gera tað lokkandi at søkja størvini, tí tey siga, at tað einasta, sum krevst av manningini, er ein gongutúrur oman á keiina í Havn fyrrapart og heim aftur seint [...] sigur, at ein bjargingarbátur lýkur ikki krøvini frá myndugleikunum oh skal skiftast. Og hann kemur ikki fyrrenn nú 15. juli, men annars gongur sjálvt eftirlitið sum ætlað, so tað er við at vera liðugt
teir eru eisini greiðir yvir, at teir hava ávísar fordímar at berjast ímóti. ? Kamsdalur ber orð fyri at verða ógvuliga vindhart pláss. Men tað passar ikki. Tað er gott at búgva á Kamsdali, men niðri á [...] ætlanin at fara undir rættiliga húsabygging í Kambsdali. Tveir eysturoyingar, Elias Hansen, byggifrøðingur í Norðragøtu og og Svenn Olsen, timburmeistari í Syðrugøtu, eru til reiðar við eini ætlan um at byggja [...] fara í holt við byggingina, men grundarlag er ikki at byrja, fyrrenn nøkur hús eru bíløgd. Kappingarførir prísur Men tað skuldi ikki verið trupult at sloppið av við húsini, tí eftirspurningurin er stórur
Oluffu, at hon var broytt. Fólk í bygdini søgdu, at hon var bara fongd við einum illum anda eftir at Sputnikk var farin at mala um jarðarknøttin. Hon var so prestatrúgv, at tað fór prestur at vinda úr [...] tíggjutíðina, so tað var ikki nógv út at geva. Eskjan stóð klár at pota kettuna í, og pápi var farin at skøða seg. Eg fór út at kiska eftir kettuni, men hon var ongastaðni at finna. Pikkaði upp á hjá Dunga Oluffu [...] 25. des. 1957. Sum sagt hevði eg fingið at vita, at jólakettan hjá mær var endað á Hellunum. Faðir og Petur Jacob, pápabeiggi, tosaðu um at fara yvir á Hellur at fylgja Jákup Deciderius til gravar. Eg vildi
øki, har møguleiki var at fáa parkering. Men at fáa eitt nýtt grundøki, hevur ikki gingið eftir vild. Tað hava verið nógvar forðingar á vegnum, serliga hevur tað gingið striltið, at fáa økisásetingarnar [...] baran.fo. Hetta húsið skal vera til gagn fyri øll, og eg kann viðmerkja at fyrsta bíleggingin til brúdleyp er longu komin. - Tá húsið er liðugt, fer bygdarfelagið sjálvandi at skipa fyri einari stórari [...] góðkendar frá landsmyndugleikunum. Fyri at ein økisáseting kann góðkennast, soleiðis at eitt bygdarhús kundi byggjast her, máttu hesar viðgerðir í nógvar nevndir hjá landsmyndugleikunum. Loksins, í juli
tá vit vóru at brenna kol og olju. Men sambært eini nýggja frágreiðing frá Umhvørvisdeildini hjá ST, Unep, hava vit kós ímóti, at hitin í hesari øldini fer at vera 2,5 til 2,9 stig oman fyri støðið fyri [...] binda seg til at gera meira. Her skulu fleiri ítøkilig tiltøk setast í verk í ár, sum kunnu vera við til at bróta gongdina ímóti stórum hitaøkingum. – Tað er ein møguleiki fyri fyrstu ferð at fáa alheims [...] niðurstøðan, at tað skal nógv meira ferð á, og tað vil siga, at tað er eitt stórt trýst á størstu útveitarar av vakstrarhúsgassum. Frágreiðingin kann í samráðingunum brúkast sum grundgeving fyri, at tey mest
Pauli Poulsen, hevur allar sínar menn tøkar, nú teir fyrireika seg at fara til Klaksvíkar. Setningurin verður, sum hann plagar at vera. Støðið verður tikið í væl skipaðum verjuparti, og so verður dúvað [...] 4-2 á útivølli ímóti HB. Stóra avbjóðingin í Klaksvík er at fáa tak á verjuspælinum. Fýra av fimm teimum aftastu eru keyptir til Klaksvíkar at verja. Kortini fóru í trimum teimum fyrstu umførunum fleiri [...] Sólin sær oman og niðan, og himinin er bláur í Klaksvík í morgun. Úrslitaliga hevur tað verið meiri í skugganum higartil í ár. Eftir tepra sigurin á útivølli ímóti TB í fyrsta umfari hevur KÍ tapt tvær
stavargrein, ei skal niður falla, um tann Ásmund Aðalsson, tann Húnakong at kalla.” (Ásmundur Aðalsson) og ”Elin gongur til strandar oman, sínum borðum skeyt, fagur var sá knørrin, for bryggjuni fleyt.” (Harra [...] málið, ikki at gloyma frálíkur orðasmiður. Atfinningarsami Svenning Tausen nevnir nøkur dømi, eitt teirra er: ”til og úr Føroyum”. Hvørsfall næstan er horvið úr málinum, so ”til” er farið at stýra hvønnfalli [...] verk. Men guddómlig? Neyvan. Og orðabókin má vera eitt verk, ið broytist við tíðini. Hetta tí málið altíð hevur avspeglað sína samtíð og fer væl eisini at gera tað framyvir, um vit vilja tað ella ikki
Trongisvági og einaferð í Sørvági, og TB má sigast at hava havt lítla yvirvág. Í fyrsta dystinum í grundspælinum, sum var í Trongisvági, eydnaðist TB at vinna ein sannførandi 3-0 sigur. Tann dystin var SÍ [...] væl seinastu dystirnar, meðan SÍ so sanniliga hevur rakt formin. So undan dystinum má SÍ metast at vera rættiliga stórur favorittur. [...] dysturin skal helst vinnast, um tær ikki skulu missa kontaktina við oddaliðið, ÍF. Hjá TB ræður eisini um at vinna, tí vinna tær dystin, so kunnu tær leggja seg undir liðina á SÍ, og við hesum blanda seg uppí
verið fyri Victor, og at tey tí áttu at verið dømd deyð at vera. Hann mælti dómaranum til at bótin skuldi vera 20 dagbøtur á 2.000 krónur. Hetta fór at hava við sær, at dómurin fór at virka fyribyrgjandi [...] almennur persónur, og at hann tí átti at tola meira av enn onnur, og at hann var áhugaverdur hjá almenninginum. Hann segði, at Victor hevði allar møguleikar at greiða frá ella at avsanna tíðindini, tá [...] Heygum, sakførari hjá Victori Carlsen, vildi vera við, at hetta brævið ikki lýkur treytirnar at vera ein rokning, og tí var tað skeivt, sum stóð í Oyggjatíðindum, at Victor Carlsen skal hava staðið fyri eini
hildnir at vera í meira lagi íhaldnir, men táið tað snúði seg um mál og mentan vóru teir inkarneraðir tjóðskaparmenn. Tosaði nógv við teir, og onkuntíð vóru vit á skeiði saman. Eftir at vera komin oman av tingsins [...] málinum. Dagin fyri sum málið kom á tingsins dagsskrá, fekk eg at vita, at Fólkaflokkurin enn einaferð ætlaði at forða málinum í at vera samtykt. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin tóku konsekvent [...] frá Knúti Wang, eftir at onkur hevði spurt hann um hvussu tað gekst at fáa rakstur í Dagblaðið, at ongin stóð fuglfirðingunum á gomlu Dimmu kurl, sum hann tók til: ”Ongin megnar at renna kapp við hasar